Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-10-08, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. oktober 2020síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 9. OKTOBER 2020 SOSIALURIN 71 17 Rockbólkurin Týr er hart raktur av avlýsingum or­ saka av koronasmittuni. Bólk­urin er ein tann mest virk­ni føroyski bólkurin í út­landinum, men hetta árið hevur roynst illa. Fleiri enn seksti konsertir eru avlýstar ella fluttar, og fram­vegis er óvist, nær bólk­ urin sleppur aftur á pall at spæla. Týr skuldi í ár á eina størri konsertferð, sum hevur heitið »Heathen Heroes«. Á hesari ferð skuldi Týr spæla fleiri enn 20 konsertir kring Europa saman við øðrum bólkum – eitt nú Ar­kona úr Russlandi og Varmia úr Pól­ landi. Hendan kon­sert­ferð­in er nú flutt til næsta heyst, og dagfestingar eru komnar á kon­sertirnar. Tann fyrsta konsertin verður í Kekkia hálvan sep­tem­ber næsta ár, og síðani skulu Týr og hin­ir bólkarnir spæla í Pól­landi, Litava, Lettlandi, Est­landi, Finnlandi, Svøríki, Dan­mark, Hollandi, Belgia og Týsk­ landi. Seinasta kon­sert­in á konsertferðini verður 10. okto­ber 2021. – Vit hava onkra aðra kon­ sert á skránni fyri tað, men í løtuni er alt óvist. Tað er trupult at siga nakað við vissu fyrr enn í besta føri tvær til fýra vikur fyri til­ takið, sigur Heri Joensen, odda­maður í Týr. – Og líkamikið hvussu vit plan­leggja, so kann alt til eina og hvørja tíð skrambla saman aftur, sigur hann. Týr náddi at hava stóru kon­sertirnar saman við Før­ oya Symfoniorkestri og kóri, áðrenn koronusmittan rakti heim­in og steðgaði øllum størri mentanartiltøkum. Alt kann skrambla saman aftur Stór konsertferð hjá Týr er flutt til næsta heyst Týr vónar at sleppa aftur at pallin at spæla Innspælt í Litava Kristel Lisberg er ættað úr Trongisvági, men er búsitandi í Dan­mark. Hon gjørdist lands­ kend sum tann­áringur, tá ið hon fram­førdi saman við pápa sínum Jens Lisberg og hitt­aði við sanginum »Ain’t No Love«. Síðan hevur hon givið tón­leik út, hon hevur luttikið í X Factor, DK4 Pop Talent og í danska Grand Prixnum, og í ár hevur hon tikið nýtt stig sum popp­sangari. –  Eg fekk ymiskar kon­takt­ ir, tá ið eg luttók í Euro­vision, sum hava hjálpt mær við fram­ leiðsluni av hesum nýggju sang­ unum, sigur Kristel Lis­berg. Íslendski fram­leið­ar­in Svein Rún­ar Sigurðsson, sum er kendur innan Euro­vision heim­in, og lit­ vaski Grammy-vinn­arin Gytis Valickas hava fram­leitt nýggju sang­ir­nar. Bæði »Contagious«, sum kom út í summar og »I Only Want You«, sum kemur út í dag, eru upp­tiknir í Litava. – Hendan nýggja sang­in havi eg havt liggj­andi í skuffuni í fleiri ár. Eg gjørdi fyri nøkrum árum síðani tríggjar demo­inn­ spælingar, men eg var ikki nøgd við tær og legði sangin til síðis ein tíð. Síðan havi eg arbeitt meira við sanginum, broytt lagið nakað, og tá ið Svein Rúnar gjørdi eina demo, fann eg um­síðir rætta ljóðið til sangin, sigur Kris­tel Lisberg. Nýggi sangurin er kær­leiks­ ballada, sum er nakað ljósari í ljóðinum enn unda­nfarnu sangir hjá Kristel. Í dag verður eisini nýggj video til sangin útgivin. – Vit hava gjørt nógv burtur úr hesari video, og tað hevur verið hart arbeiði at gera allar upptøkurnar. Men eg vóni, at fólk fara at dáma úrslitið, sigur hon. Póllendingurin Karol Karol Trus­zynki hevur framleitt video­ lagið, og hann hevur eisini hjálpt Kristel við mark­nað­ar­føring og sosialum miðlum. Vil spæla meira Kristel Lisberg vónar, at hon kann fáa sangirnar út til so nógv fólk sum gjørligt. – Eg kenni meg væl og trygga við hesum nýggja tónleikinum. Mær dámar nýggja ljóðið, sum fram­leiðararnir hava hjálpt mær at finna, og mær dámar eisini mátan, sum eg nú syngi. Røddin hevur fleiri litir, og teir skal eg ikki ræðast at brúka, sig­ ur Kristel Lisberg. Kristel er farin at spæla saman við tónleikarum í Dan­ mark, og hon kundi hugsað sær at komið meira út at spæla live, men korona hevur verið ein stór forðing fyri tí. So nú snýr tað seg í fyrsta um­ fari um nýggju sangirnar. –  Eg havi aðrar sangir liggj­ andi, og tað kann verða, at næsti sangurin, sum eg fari at inn­ spæla, verður á føroyskum máli. Tað verður so fyrsta før­oyska innspælingin hjá mær, sigur Kristel Lisberg. – Mær dámar nýggja ljóðið, sum framleiðararnir hava hjálpt mær at finna, og mær dámar eisini mátan, sum eg nú syngi. Røddin hevur fleiri litir, og teir skal eg ikki ræðast at brúka, sigur Kristel Lisberg