Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-10-08, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. oktober 2020síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 9. OKTOBER 2020 SOSIALURIN 71 18 K oronafarsóttin hevur rakt føroysku ali- og fiskivinnnuna hart. Prísirnir eru falnir nógv, serliga tí tey londini vit selja mest til eru hart rakt av korona. Húkaflotin og salt­fiska­ vinnan sum heild hava kent svið­an av korona í serliga Suður­ europa, meðan alivinnan hevur framvegis sleppur av við sínar vørur, tí marknaðirnir fyri ali­ vørum ikki allir eru raktir samstundis Sjókovin hevur gjørt eina frágreiðing um, hvussu føroyska fiski­vinnan og alivinnan er rakt av koronafrsóttini, men frá­ greiðingin vísir eisini hvussu før­oyski búskapruin er raktur, síðani farsóttin fór at herja fyrst í árinum. Serliga sæst hetta í hvussu stór afturgongdin er í BTÚ. Ali- og fiskivnnan ávirkan BTÚ vísir samlaðu búskaprligu gongdina í føroyska sam­felag­ num, men veruleikin er, at ali- og fiskivinnan er ein sera stórur partur av hesum. Í frágreiðingini, sum Sjó­ kovin hevur gjørt saman við Fróðskaparsetrinum, vísir tað seg, at niðurgongdin í BTÚ bæði í ár og næsta ár minkar sjey pro­sent. Hetta er tað sum prísfallið á ali- og fiskavørum hevur við sær, eins og trekari mark­naðar­ atgongd og ávirkanin á av­ leiddar vinnur. Frágreiðingin sigur, at aftur­ gongdin í somu vinnum verður minni í 2022. Skal ein framskriving gerast av búskapinum, mugu onnur viður­skifti takast við, til dømis árinið á ferðavinnu og aðrar vinnur. At ali- og fiskivinnan verður so hart rakt, fer sjálvandi eisini at raka almennu kass­ar­nar – lands­kassan og kommunu­kass­ arnar. Fyrst og fremst er tað parta­ felags­skattur frá feløgunum og so tøku­gjaldið frá alivinnuni, sum fer at geva færri inntøkur í almennu kassarnar. Hinvegin verður ikki mett, at lønar­skattur frá teimum, sum starvast í hesum vinnum á landi fer at minka serliga nógv. Frágreiðingin, sum var al­ ment løgd fram fyrr í vikuni, er fyrsta royndin, at vísa hvør ávirkan­in hevur verið av far­ sótt­ini, sum rakar heimin, hevur havt á føroysku ali- og fiska­ fram­leiðsluna. K orona hevur havt størstu afturgongdina fyri heimsbúskapin við sær í nýggjari tíð og útlitini fyri búskapin kring um heimin eru sera vánalig. IMF metti í kuni, at samlaða aftur­gongdin í BTÚ í ár fer at vera 4,9 prosent- Hetta er ein meting, sum er verri enn tann, sum var gjørd í apríl, tá ið IMF vænt­aði eina afturgond uppá trý prosent. Eisini OECD hevur gjørt sínar metingar og tær siga, at aftu­ rgongdin í ár fer at vera um seks prosent, kanska enntá størri við eini aðru bylgju av korona, men metingarnar, sjálvt fyri í ár, eru ógvissar, tí ójavnt er, hvussu londini hvørt sær koma gjøgn­ um koronaálopini. Føroyska sjónarhornið Tá ið tað kemur til føroyska sjónar­hornið, er helst meira viðkomandi at hyggja eftir lond­unum, Føroyar útflyta mest til, heldur enn at hyggja eftir bruttotjóðarúrtøkuni fyri heimin sum heild. Hesi útlit vísa, at búskapirnir í fleiri av londunum, sum Før­ oyar útflyta fiskavørur til, fara at verða álvarsliga raktir av korona, og hetta fer sannlíkt at ávirka útflutningin til hesi lond­ini. Væntast kann, at ein slík bú­ skaparlig afturgongd fer serliga at raka tær fyritøkur, sum út­ flyta fiskavørur til matstovur, gist­ingarhús og líknandi. Júst hesin marknaðurin er nógv ávirkaður av korona- til­ tøkun­um, ið skulu minka um smittu­spjaðing. Hugsa vit um feskan fisk og saltfisk, so eru út­ lit­ini á teimum marknaðunum vána­lig fyri 2020 og væntandi eisini inn í 2021. Harafturat kann sigast, at útlitini broytast alla tíðina. OECD er komin við einari nýggjari meting í september 2020, har ið tey hava broytt met­ ingina nakað uppeftir. Tey meta nú, at BTÚ fyri heim­in í 3. ársfjórðingi 2021 kann koma upp aftur á stigið, sum tað var í endanum av 2019. OECD ávarar tó, at í flestu búskapunum verður framleiðslan síðst í 2021 lægri enn síðst í 2019, og tískil er vandi fyri einari varandi ávirkan á búskapirnar. KRONASÓTTIN HEVUR RAKT ALI- OG FISKIVINNUNA HART Prísfallið er ógvusligt, men fyri tøkurnar hava klárað seg, tí tær hava megnað at tillagað virksemi Útlitini eru vánalig fyri heimsbúskapin Heimsbúskapurin er ongantíð í nýggjari tíð raktur so hart, sum undir koronafarsóttini Unn Laksá legði fráfreiðingina hjá Sjókovanum fram í Løkshøll