hósdagur 8. oktober 2020síða 19
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 9. OKTOBER 2020
SOSIALURIN 71
19
Í
greiningini, har prísgongd
in varð samanborin við
undanfarin ár, sæst, at
prísirnir á fleiri týdningar
miklum fiskasløgnum eru farnir
nógv niður.
Harðast raktur er húkaflotin,
har prísurin á týdningarmestu
fiskasløgunum, toski, hýsu,
longu, brosmu, og svartkalva,
eru falnir nógv.
Hóast koronaprísfallið hevur
verið ógvusligt, hevur serstak
liga góða ársbyrjanin hildið
samlaða úrslitinum uppi, og líkt
er til, at endaliga úrslitið helst
ikki verður so vánaligt saman
borið við onnur ár.
Avreiðingarvirðið fram til
september í ár er minkað við
sløkum nýggju prosentum,
samanborið við prísgongdina
frá 2015 - 2019.
Góða ársbyrjanin merkti
tó, at tað var væntandi, at árið
2020 fór at sláa øll met, og tí er
missurin munandi størri, enn
tá bert verður samanborið við
undanfarin ár.
Minni ávirkan á
trolaraflotan
Trolaraflotin er minni ávirkaður,
tí prísurin á upsa, sum er týdn
ingarmesta fiskaslagið, er ikki
fallin.
Higartil í ár er avreið
ingarvirðið sløk seks prosent
lægri enn við vanligari prís
gongd.
Í uppsjóvarfiskiskapinum eru
prísirnir á svartkjafti eitt sindur
hægri enn við vanligari prís
gongd, men prísirnir á makreli
og sild eru nógv minkaðir.
Orsakað av árstíðarviður
skiftum merkir hetta, at upp
sjóvarflotin er lítið ávirkaður
higartil – avreiðingarvirðið er
fyribils minkað trý prosent.
Heldur prísgongdin sær sum
higartil, og somu nøgdir verða
fiskaðar sum í 2019, verður mink
ingin í avreiðingarvirðinum eini
fimm-seks prosent fyri 2020.
Trekir marknaðir
Framleiðslan á landi hevur ging
ið sína vanligu gongd.
Marknaðirnir hava tó verið
trekari, soleiðis at goymslurnar
hava verið størri, enn tær annars
høvdu verið.
Keypararnir hava ikki vilja
bundið seg til at keypa stórar
nøgdir, og avbjóðingar hava
verið við debitortryggingini hjá
keyparunum uttanlands.
Hetta hevur verið ein stórur
trupulleiki, men tó lata virkini
hampiliga væl at í september.
Tey sleppa av við fiskin, og
prísirnir á nøkrum vørum eru
spakuliga farnir uppaftur. Mink
ingarnar í prísi, sum virkini hava
fingið, eru fluttar á veiðiliðið.
Tað vil siga, at fiskimaðurin og
reiðaríini fáa minni fyri fiskin,
og tað er har, neiligu avleiðing
arnar vera størstar.
Laksaprísirnir hava eisini
verið nógv ávirkaðir í ávís tíðar
skeið, og í nøkrum vikum hava
teir ligið niður móti framleiðslu
kostnaðinum, soleiðis at mest
sum eingin vinningur hevur
staðist av framleiðsluni.
Prísfallið hevur ligið um 30
prosent seinastu mánaðirnar,
og enn eru eingi greið tekin um,
at prísirnir eru batnandi.
Fallið í prísunum hevur ikki
ført til minkingar í lønargjald
ingunum og virkseminum, men
heldur tvørturímóti er virksemið
økt, við tað at meirvirkingin av
laksi er økt.
Tilfeingisgjøldini
Greiningin, sum Sjókovin hev
ur gjørt, vísir eisini, at stóri
parturin av niðurgongdini hjá
fyritøkunumliggur hjá restinn
tøkuni, tað vil siga í feløgunum
sjálvum, heldur enn hjá lønar
takarunum.
Hetta merkir, at úrslitið hjá
feløgunum verður munandi
verri í 2020.
Eingin veit at siga, hvussu
leingi prísirnir fara at vera
lágir, men eitt, sum ávirkar mót
støðuførið hjá fyritøkunum, er,
hvussu tilfeingis- og tøkugjøld
og skattir annars vera skipað.
Prísgreiningarnar vísa eisini
sera stórt sveiggj í prísunum í
eitt fimm ára tíðarskeið.
Sum dømi kann nevnast til
feingisgjaldið á makreli er eitt
fast gjald, sum er 1,50 kr/kg.
Tað merkir, at tilfeingisgjaldið
kann sveiggja úr 13 prosentum
upp í næstan 40 prosent av av
reiðingarvirðinum.
Hetta ger, at tá ið tíðirnar
eru ringar, verður goldin ein
munandi hægri partur í til
feingisgjaldi.
Gjaldið gongur tí umvent í
mun til gongdina í vinnuni, so
fyritøkan lutfalsliga skal gjalda
mest, tá ið illa stendur til, og
minni, tá ið hon hevur ráð at
gjalda.
Til sammetingar verður gjald
ið í alivinnuni tillagað prísinum,
soleiðis at prosentparturin, sum
verður goldin, eisini er broyti
ligur.
Hetta merkir, at í niðurgongu
tíðum er lutfalsligi parturin,
sum verður goldin, minni bæði
í krónum og prosentum.
Stóra niðurgongdin í úrs
litinum hjá feløgunum vísir
týdningin av einari skynsamari
skipan av tilfeingisog tøkugjøld
um fyri at tryggja, at vit fram
haldandi hava sterkar fyritøkur,
sum megna at standa ímóti brád
ligum búskaparstoytum, og at
tær eisini megna at standa ímóti
í drúgvum niðurgongutíðum.
-Tí er okkara tilmæli at fara
undir eina tilgongd at kanna
ymiskar hættir at taka inn til
feingisgjøld og at greina, hvussu
teir ymisku hættirnir ávirka
mótstøðuførið í vinnulívinum,
verður sagt í frágreiðingini.
•
At arbeiða miðvíst
fram ímóti betri
marknaðaratgongd fyri
føroyskar fiskavørur
•
At greina hvussu best
er at skipa tilfeingis
– og tøkugjøld, og
hvussu ymiskir hættir
ávirka mótstøðuførið í
fyritøkunum
•
At skipa
hagtalsframleiðsluna
betri í samstarvi millum
tey, sum framleiða og
brúka hagtølini
TILMÆLI
Húkaflotin harðast raktur
Magni Laksáfoss stóð fyri tí, sum hevur við landsbúskapin at gera