hósdagur 8. oktober 2020síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 9. OKTOBER 2020
SOSIALURIN 71
20
VILMUND JACOBSEN
D
agurin byrjar stutt fyri
middag í Søltuvík, har
veðrar skulu takast.
Veðrarnir hava fingið
nakað av fóðuri seinastu tíðina,
mest fyri speking, so tað slepst
undan at renna eftir teimum, nú
teir skulu takast. Fóðringin lyft
ir kanska eisini eitt sindur undir,
nú teir seinni um dagin skulu á
vektina.
Ein hugnaligur dagur er
fyri framman og teir, sum eiga
veðrarnar, eru spentir. Hátíð
ardagurin er komin, har fyrsti
skurðurin - veðrarnir - skulu
avlívast, flettast og vigast.
Hevði tað verið sum vanligt,
hevði stórt veðraball verið á
Sandi í kvøld, men nú øll noyðast
at hugsa um korona, verður ikki
eins nógv gjørt burtur úr deg
num, sum vanligt hevur verið
undanfarin ár.
Manningin til fletting og
seinni til døgurðaborð, sum
húsmóðirin plagdi at skipa fyri,
er heldur ikki eins stór, og hon
plagar at vera. Men, áðrenn
farið varð frá húsum henda
dagin, varð borðreitt við góðum
pannukøkum, kaffi og te.
Ein góð byrjan upp á ein
slíkan heystardag.
Prát á vegnum
Í Søltuvík er yngsti luttakarin
ein stór smágenta, og elstur
er húsbóndin sjálvur, sum í
august fylti 85. Hann er væl fyri,
royndur í leikum, og so seint sum
í summar var hann - djarvur sum
hann er - í Brúnskorum í Lírða
bergi og fleygaði nakrar lundar.
Tá veðrarnir eru tiknir í Søltu
vík og gjørt verður klárt at koyra
heim aftur, kemur mótkoyrandi
bilur eftir vegnum. Í bilinum
eru nakrir menn, og førari er
skiparin á línuskipinum, Sands
havinum.
Vegurin er smalur, so her
slepst hvørki ein ella annan veg
- uttan so, at annar bilurin koyrir
so langt út um vegjaðaran sum
til ber.
Men, ráð eru fyri hesum.
Tað er leygardagur, og dag
urin er ungur enn, so einki er at
skunda sær til. Menn fara út úr
bilunum, og mitt úti á vegnum í
vakra umhvørvinum í Søltuvík
geva teir sær stundir til prát -
og kanska eina sigarett, áðrenn
hildið verður fram á leiðini.
Áðrenn slaktið byrjar, skal
onkur veðrur eisini takast Uppi
í Nesi.
Tøkan gongur bæði skjótt og
væl. Nú eru 12 veðrar tiknir, og
tríggir skulu takast aftrat. Hesir
ganga í Skopun, og hetta eru teir
størstu, sum koma til sláturs í
dag. Tveir eru veturgamlir, og
ein er trævetursveðrur.
85 ára gamli húsbóndin hevur
gjørt klárt í snotuliga bilhúsi
num. Tað hevur hann gjørt so
nógvar ferðir áður. Hetta er
dagurin, sum bíðað hevur verið
eftir. Nú skal tað standa sína
roynd, hvussu seyðurin hevur
havt tað, meðan hann fyrst stóð
inni og síðan fór út í gerðið.
Í bilhúsinum eru fýra flett
ingarborð, og flettarar eru til
øll borðini, umframt at onkur
er, sum kann loysa av, tá menn
byrja at møðast. Áðrenn veðrur
er flettur og hongur á vektini,
skulu tøk takast, men eins og við
øllum øðrum arbeiði, ræður tað
um at duga kynstur, so arbeiðið
fellir lættari.
Heim úr Bilbao
Ein av synum húsbóndans, sum
er maskinmeistari og siglir við
rækjutrolara í Grønlandi, er
nýliga komin heim úr Bilbao í
Spania, har hann hevur eftirlit
við byggingini av nýggjum
rækjutrolara. Versonur hús
bóndans, sum er skipari á rækju
trolaranum, sum sonurin siglir
við, er eisini heima og er ein av
flettarunum.
At enda er yngsti sonur hús
bóndans, ið siglir sum elektrikari
við Norrønu, eisini við. Hann
HEIM ÚR BILBAO
AT FLETTA VEÐRAR
HEIMA Á SANDI
Maskinmeistarin er nýliga komin heim úr Spania, har hann
hevur eftirlit við byggingini av nýggjum rækjutrolara.
Svágur hansara, sum er skipari á rækjutrolaranum í
Grønlandi, sum maskinmeistarin siglir við, er eisini heima.
Báðir flettu teir veðrar á Sandi seinasta leygardag
Í Søltuvík fara menn út úr
bilinum at práta. Ytst høgru
megin er Eyðvarur Petersen,
skipari á Sandshavinum