Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-10-08, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. oktober 2020síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 9. OKTOBER 2020 SOSIALURIN 71 21 hevur stóran áhuga fyri seyði og er álitið hjá pápanum, tá hann er hin einasti av teimum trimum, sum býr á Sandi. Við eru eisini brøðurnir, Pætur og Tór Karlonsson Winther úr Skopun, sum eru svágrar hjá yngsta soni húsbóndans. Skjótt líður eftir, tá flettingin er byrjað. Lagt verður fyri við teim­um smæstu veðrunum, men sum seinnaparturin gongur, øk­ ist spenningurin um, hvat teir størstu og bestu fara at viga. Av teimum fyrstu fýra á flett­ ingar­borðunum, kemur hin eini upp á 50 pund, men tá teir næstu fýra eru flettir, dettur bert ein niður um 50, og hinir tríggir viga ávikavist 55, 57 og 60 pund. Nú økist spenningurin. Í triðja umfari, tá fýra aftur eru á borðunum, er vektin ávika­ vist 57, 61, 74 og 76 pund - alt vetur­gamlir. Hetta er góð vekt, tá hetta eru veðrar, sum lítið og einki hava fingið aftrat tí, sum gras­ið gevur. Størstur er spenningurin um teir tríggjar seinastu veðrarnar, sum nú eru eftir at fletta. Hetta eru tveir stórir veturgamlir og ein trævetursveðrur. Tá til stykkist kemur, viga teir báð­ir veturgomlu ávikavist 87 og 96 pund, og trævetursveðrurin vigar heili 103 pund! Flettararnir eru nú troyttir, men teir eru eisini væl nøgdir. Teir hava givið sær góðar stund­ ir. Her hevur verið prátað, og kanska hevur onkur sløkt tostan við einari kaldari øl. Ungi son­ ur rækjuskiparans og abba­ son­ur húsbóndans, sum er við henda dagin, er eisini sloppin at royna seg. Hann heldur seg til; handalagið er gott, og hann verður skjótt ein góður flettari. Elsti maður í túninum Uppundir endan á degnum kem­ ur bilur í túnið. Rúturin við síðuna av føraranum er skrúv­aður niður, og nú er tað nærm­asti granni húsbóndans og elsti maður á Sandi, sum kemur at fregnast. Førari á bilinum er fyrr­verandi stjórin í Føroya Banka, Janus Petersen, sum eisini er versonur elsta mannin í bygd­ini. Tá teir 15 veðrarnir eru flettir, krovini eru komin upp at hanga, og bilhúsið er vorðið so nøku­lunda ruddiligt, bjóðar hús­bóndin inn til ein góðan nátturðabita, sum konufólkini hava syrgt fyri. Her er góður før­ oyskur viðskeri, og her er alt, tú kanst hugsa tær ein slíkan dag. Við borðið verður skift orð um dagin og um, hvussu gingist hevur, og húsbóndin fegnast um, at alt hevur gingið væl, og at fyrsta stigið í skurðinum í heyst nú er fingið frá hondini. Skjótt verða fjøllini gingin, og tá verða lomb og onkur ær aftrat at fletta í bilhúsinum í Miðgøtu 9 á Sandi. Brøðurnir, Tór og Pætur Karlonsson Winther Teir eru svágrar og sigla við sama rækjuskipi í Grønlandi. Hin fremri er maskinmeistari - og hin aftari er skipari