hósdagur 8. oktober 2020síða 22
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 9. OKTOBER 2020
SOSIALURIN 71
22
Óli Jacobsen
Óli Jacobsen
P
ershús mynda um
hvørvið í gomlu bygdini
saman við Blásastovu,
Glyvra Hanusarhús,
Jákupsstovu og ta gomlu
kirkjuna frá 1833. Hetta er eitt
søguligt umhvørvi, sum gongur
heilt aftur til Trónd í Gøtu við
Tróndargrund.
Pershús hevur eisini eina
serliga søgu. Høvuðskeldur
til hesa frásøgn eru Jacobina
Heinesen, sum doyði í 2005, og
Elsa Jacobsen, trúboðari, sum
doyði í 2017.
Fyrstu fólkini í Pershúsi
Tá ið vit tosa um tey hjá Peri, er
tað fyrst og fremst um tey fýra
systkini Elspa f. 1869, Olevina
(Dadda) f. 1871, Petra f. 1873 og
Per f. 1876.
Foreldur teirra vóru Anna
Sofía f. Zachariassen og Hans
Jacob Olsen í Hálvdanstoft,
ættaður av Toftum.
Hans Jacob gekk burtur við
norðragøtubátinum Nólsoyingi
á Norðhavinum í 1884, og Anna
Sofía sat sum mong í somu
støðu illa eftir. Tá var einki sum
æt trygging. Hon doyði í 1920.
Hevði skúla í kirkjuni
Pápi Onnu Sofíu var Peder (Per)
Zachariassen f. 1810. Hann var
deknur í Gøtu kirkju. Hann
hevur verið frammanfyri sína
tíð, tí hann lærdi eisini børnini
at lesa og skriva í forkirkjuni.
Hann var ógvuliga væl við
prestin á Nesi, Jørgen Gad, sum
í 1834 sendi úr Danmark eitt
forvitnisligt bræv til Per. Hetta
bræv skrivaði Dadda av, og er
tað tískil varðveitt í ættini. Gad
takkaði Per so hjartaliga fyri
teirra vinskap. Gad umrøður
eisini vanlukkur, sum hava
verið í prestagjaldinum, og
hann sendi heilsanir til tey
eftirsitandi.
Eingi systkinabørn
Tað einasta av hesum systkjum
í Pershúsi, sum fekk eftirkom
arar, var Elspa. Hon giftist við
Magnus í Súnastova, sum var
úr grannalagnum hjá Pershúsi.
Hesi húsini eru tó ikki til
longur. Magnus var eisini tann
einasta av sínum systkjum, sum
fekk eftirkomarar. Systkini hjá
Magnus vóru Heini, sum doyði
ungur, og Anna, sum bleiv
gomul.
Elspa og Magnus fingu trý
børn. Tey vóru Sunneva, gift
við Eliesar úr Tjørnustovu, sum
var úr sama grannalagi, Heini,
sum giftist við Jacobinu, og
Hansina, sum giftist við Berlin
Mikkelsen, ættaður úr Syðru
gøtu. Tey fluttu seinni yvir á
Skála.
Hesi trý systkini áttu tískil
ikki nøkur systkinabørn, men
sjálvi fingu tey 28 børn, sum
eisini hava fingið eitt stórt tal
av eftirkomarum.
Søgan um Pershús
Í gomlu Norðragøtu standa
tvær Jákupsstovur í sama túni.
Onnur er niðri í Jákupsstovu,
haðani mamma Jacobinu, Anna
Louisa, var ættað.
Hin var Jákupsstovu (Pers
hús), sum upprunaliga varð bygt
av tí umrødda Per (Peder), abba
tey nevndu systkin í Pershúsi.
Hesi hús blivu blivu niðurtikin
og bygd upp aftur umleið
1902/3 og blivu kallað hjá Peri.
Tað var ein triðja Jákupsstova
ovari í bygdini. Hon varð kallað
Frammi í Jákupsstovu.
Forkunnugt kaffi
Tey hjá Peri vóru ognarleys
sum so mong onnur. Tí kundi
tað vera smáligt viðhvørt. Eina
ferð frættist, at kaffi var til
keyps í bygdini.
Tað var óbrent kaffi, og eing
in visti nakað um kaffi tá. Tey
hjá Peri høvdu keypt eitt sindur
av hesum vælsignaða kaffi.
Tað mátti so brennast, men tey
vistu ikki rættuliga, hvussu tey
skuldu bera seg at. Men áðrenn
nakað varð gjørt, mátti hurðin
læsast vit einum klinkubandi.
Tað mátti ikki spyrjast, at ognar
leys fólk høvdu keypt kaffi!
Petra doyði av ræðslu
fyri beiggjanum
Petra doyði í 1917, 43 ára gomul,
av heilabløðing. Beiggin Per var
á útróðri. Tað varð illveður, og
hon varð so bebbearædd fyri
teimum. Jacobina mintist tann
dagin, at hon sá Petru fara út
eftir bakkanum at vita, um
nakar bátur sást. Hon sá út
til at vera ræðslusligin. Petra
vildi vita, um tað sást nakað til
bátin. So sigur mamma Jaco
binu, Anna Louisa: “Petra er
grúiliga bangin í dag, tí teir eru
ikki komnir”. Um kvøldið kem
ur abbin út til teirra og sigur, at
Petra hevði fingið eitt rættiliga
ringt anfall. Hon kundi einki
gera, heldur ikki tosa. Hon
doyði um náttina.
Men teir høvdu sett upp í
Hvannasundi. Tá ið teir komu
aftur, var Petra deyð. Tað var so
syrgiligt. Og so doyði Per longu
árið eftir.
Vanlukkan á Gøtuvík
Tann 22. mars 1918 hendi syrgilig
vanlukkan á Gøtuvík. Per var
farin til útróðrar saman við
sváginum Magnus, sum var
giftur við Elspu, systir Per. Teir
vóru kvøldið fyri farnir at seta
línu suðuri undir Mýru inna
laga á víkini. Heini, 13 ára gamli
sonur Magnus, var við teimum
at seta línuna.
Tað plagdi at koma sild heim
á víkina á vári. Hetta var stór
sild, kallað vársild. Hon var
stór og rak. Ta rakastu sildina
bar til til at kryvja og hanga
upp at ræsa. Henda sildin kundi
fylla víkina. Toskurin, kallaður
sildafiskur, elti hesa sildina. So
her skuldi ligið fyri at fáa góða
veiðu av toski.
Teir settu so línuna. Tað var
gott veður, og tað var so mein
ingin, at teir skuldu fara móti
lýsing og draga línuna aftur.
Tá skuldi Heini ikki við, tí hann
skuldi í skúla. Men tá ið teir
skuldu fara at draga morgunin
eftir, var komin nógvur vindur
av útsynningi vestri. Henda ætt
plagdi ikki at hoyrast so nógv
í Norðragøtu, men tá ið hon
hoyrdist, vóru líkindini ikki góð
har suðuri undir Mýru.
Per kom yvir í Súnastovu
seinnapartin á náttini og segði,
Húsið hjá Peri, nú kallað Pershús, er eitt av teimum gomlu
húsunum í Norðragøtu, sum hava eina heilt serliga søgu
SIÐSØGA
Pershús:
Partur av Gøtu søgu
og heimssøguni
Málningur hjá Suna Jacobsen av parti av gomlu Norðragøtu.
Pershús er nærmast kirkjunu. Aftanfyri er Niðri í Jákupsstovu.
Tey hvítu húsini eru tey í Mortanstovu. Omanfyri vegin sæst
Glyvra Hanusar hús, haðani Hans Jacob Havstreym var ættaður.
Suni er sonur Sunnevu, sum er umrødd í greinini. Her skal høvið
nýtast at ynskja honum tillukku við 90 ára føðingardegnum
Magnus, sum druknaði í 1918, og Elspa saman við
børnunum Sunnevu, Heini og Hansina