hósdagur 8. oktober 2020síða 23
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 9. OKTOBER 2020
SOSIALURIN 71
23
Í komandi parti
verður ein partur
av kommunusøgu
at teir nú skuldu fara. Men
Magnus segði, at hann hevði
ikki hug til at fara, soleiðis sum
líkindini vóru. Men tá kom ein
skái, og teir fóru avstað eina
løtu seinni.
Men hetta bleiv ein feigdar
dagur. Báturin holvdist í eini
meldurhvirlu, og báðir druknaðu.
Sang fyri deyðanum
Tað var sagt, at Magnus kvøldið
fyri vanlukkuna lá í seingini og
sang sangin, sum byrjar soleiðis:
..forberedelse til døden.
Se Dagen hælder og skynder sig
bort.
Min Levetid snart ligger omme
Jeg bliver i Verden kun stakket
og kort
thi Døden vil snarligen komme
og tage mig med til Himmerig.
Hesin sangur hevur 27 vers.
Spurningurin er, um Magnus
kann hava havt nakra ófrætta
kenslu á sær.
Í Dimmalætting tann 23. 3.
1918 var hesin tíðindastubbi:
Ulykke
En Baad fra Gøte med to Mand
var i Gaar paa Fiskeri. Mændene
var ved at ordne Fiskelinen, og
den maa paa en eller anden
Maade været kommet fast i
Baaden, som kæntrede og de to
Mænd omkom.
Den ene hed Magnus Heinesen,
han var gift og havde tre Børn.
Den andens Navn var Peter
Olsen, han var ugift, men
forsørgede en Søster, som er
Krøbling, og en gammel Moder,
som i mange Aar har været
Sengeliggende.
Sunneva fór at leita
Sunneva, dóttir Magnus, rædd
ist altíð, tá ið teir fóru í bát.
Jacobina mintist, at Sunneva
fór út eftir bakkanum henda
vanlukkumorgunin. Tá sigur
mamma hennara: “Jesus náði
tú meg, nú er okkurt.”
So hugdi hon gjøgnum
loftsvindeygað at vita, hvar
Sunneva bleiv av. Hon fór út
um Fløtugarðin, tað er har á
leið, sum grótbrotið er nú. Eisini
hevði hon ein kikara í hondini.
Og nú sær Jacobina, at Sunne
va blakar seg niður. Tá hugsaði
hon, at nú var okkurt ringt á
ferð. Tá hevði Sunneva sæð
bátin hálvdan. Hon var kanska
tann fyrsti, sum varnaðist, at her
var hend ein vanlukka. Sunneva
fekk ein skelk fyri lívið, tað er
ikki so løgið. Hon ræddist altíð,
tá ið hennara fóru í bát.
Tá ið tað blíðkaði, fóru menn
at leita og dreggja eftir monn
unum. Tað var vist Gamli
Hendrik Huusgaard úr Syðru
gøtu, sum fann teir báðar.
Líkini blivu tikin upp á land
og blivu borin heim í Súnastovu
og løgd á stovugólvið. Magnus
var tá 56 ára gamal. Per var
42 ár. Teir fóru í somu grøv í
kirkjugarðin við gomlu kirkju.
Elspa misti tískil mannin og
einasta beiggjan.
Sunneva fekk árið eftir son,
sum varð kallaður Magnus
Peter eftir teimum báðum.
Seinni fekk ein annar sonur
navnið Per. Heini kallaði eisini
sín elsta son Magnus.
Aðrar vanlukkur í
grannalagnum
Eitt av grannahúsunum til
Pershús er Glyvrahanusar hús,
sum Gøtu Fornminnisfelag
eigur. Hetta hús varð rakt av
vanlukkuni við Tulip í 1904, tá ið
Mia, ættað úr Havn, misti fyrra
mannin, Hans Frederik Hansen.
Í 1932 gekk Immanuel burt
ur, og tá misti Mia sonin, Hans
Jacob Havstreym, sum var
nývaldur formaður í Føroya
Fiskimannafelag.
Olevina sá fyri
sær svørt børn
Systir Per, Olevina, vanliga
kallað Dadda, hevði havt
barnalammilsi sum smágenta,
og beinini vóru kropnað upp
undir hana. Tískil var hon ikki
før fyri at ganga. Hon ók seg
fram við tuflum á hondunum.
Tá ið hon fór í kirkju, fekk hon
tó lyft seg upp á beinkin at sita.
Hon kláraði seg væl hóast sítt
brek, og tí kundi hon vera dadda
hjá børnunum hjá Sunnivu og
Eliesari.
Ein serlig søga er um Daddu,
sum Elsa hjá Sunnivu hevur
greitt frá í bókini Mítt Etiopia:
Á eldri árum lá Dadda í seing
ini í 12 ár, til hon doyði í 1945.
Tá ið Dadda lá fyri deyðanum,
sigur hon við Elsu, sum tá
var heilt ung: “Hvørji eru hasi
svørtu børnini, sum standa
aftanfyri teg.” Elsa vendi sær
við og sá eingi børn. Dadda var
annars so serliga góð við Elsu.
Sunneva fortaldi Elsu, at Dadda
hevði rópt eftir henni, ta nátt
ina, sum hon doyði.
Tá skilti Elsa, at hetta hevði
verið profetiskt og hevði havt
við kall hennara sum trúboðari
at gera.
Pershús og Etiopia
Tað sum ger Pershús serliga
søgulig er sambandið við
Etiopia. Elsa var í 1960 nevniliga
fyrsti trúboðarin úti í heimi, sum
var send úr Føroyum av einum
føroyskum missiónsfelagi,
Kirkjuliga Missiónsfelagið. Her
var hon fram til 1992.
Elsa var umframt trúboðari
eisini sjúkrasystir og jarðar
móður og framdi stór avrik á
øllum hesum økjum.
Í Etiopia kom Elsa at upp
liva serliga eina søguliga
hending. Nevniliga, at ein
kommunistisk stjórn tók ræði
í landinum í 1974, og at sama
stýrið fall í 1991. Tá var Elsa í
rokanum á sjúkrahúsinum,
har hon arbeiddi. Sjúkrahúsið
var rakt av kúlum frá stríðandi
pørtunum.
Sum útlendingur var Elsa
sum so friðað, men hon kundi í
fremstu røð eygleiða eitt ræðu
stýri, har fólk við aðrari hugsan
enn tey ráðandi, sum t.d. kristin,
fingu eina ræðuliga viðferð við
drápi og torturi.
Tað er vist ikki nógv skrivað
yvirhøvur um hesa søgu,
tí er frásøgnin hjá Elsu so
týdningarmikil, eisini sum
ávaring ímóti at lata seg tøla
av slíkum kreftum.
Eisini upplivdi Elsa tær stóru
hungursneyðirnar í Etiopia í
1970-unum, og hon var saman
við trúboðarafeløgum við at at
hjálpa teimum svøltandi.
Elsa ræddist ongan, heldur
ikki “Etiopiens bøddel”
Elsa bakkaði heldur ikki
fyri teimum ráðandi. Eina ferð
kom harðrendi og kristindóms
fíggindaliga forsetin, Mengistu
Haile Mariam, at vitjan á sjúkra
húsinum, har Elsa arbeiddi. Tá
helt onkur, at tey máttu taka
burtur tann bíbilska lesnaðin,
sum lá frammi. Hann kundi vera
sum at vísa hundi brand. Men
Elsa segði kortanei. Her skuldi
ikki dyljast, hvat tey stóðu fyri.
Men tað hendi heldur einki.
Ein serlig søgu er eisini
um tvíburarnar, Jóhannes og
Jákup, sum Elsa tók til sín, tá
ið teir mistu mammu sína. Teir
búgva nú í Norðragøtu saman
við sínum familjum, og tey eru
øll virðismiklir partar av okkara
samfelag. Teirra børn komu
tískil at sova í sama kamari, sum
Dadda sá svørtu børnini fyri
sær nógv ár frammanundan.
Eliesar og Sunneva fingu
13 børn í Pershúsi
Sunneva og Eliesar giftust inn
í Pershús í 1919. Tá búðu Dadda
og Anna Sofía, omma Sunnevu,
eisini inni har. Tey fingu 13 børn
í hesum húsum. Tað vóru 26 ár
millum elsta og yngsta barnið,
so tey hava ikki øll búð inni
har í senn, men har hevur verið
hjartarúm, so tað forslær. Eisini
kann sigast, at øll børnini hava
verið úrmælingar hvør á sínum
øki.
Í 1945 keypa tey húsini, har
døtur teirra, Emma og Óluva,
búgva nú uttarlaga í bygdini.
Men tá ið tey fluttu, vóru tey
sjey børn umframt foreldrini í
Pershúsi. Her búði eisini Dadda,
sum doyði sama ár. Tey vildu
ikki flyta, so leingi hon var á lívi.
Síðan tá hava ymisk húski
búð í Pershúsi. Men nú hevur
ommusonur Elspu, Ingolf,
saman við konuni, Sólfríð, keypt
hetta húsið hjá forfedrunum.
Tey hava gjørt húsini til eitt
rættiligt minni um eitt gamalt
fiskimannaheim. Hesi hús eru
enn eitt prýði fyri ta gomlu
bygdina í Norðragøtu.
Per, sum druknaði í 1918
Sunneva og Eliesar, sum fingu 13 børn í Pershúsi
Elsa saman við tvíburunum, Jákup og Jóhannes. Teirra
børn komu at búgva í sama kamari, har Dadda hevði
sær tey fyri sær, nógv ár áðrenn tey vórðu fødd