hósdagur 8. oktober 2020síða 24
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 9. OKTOBER 2020
SOSIALURIN 71
24
STEINAR PATURSSON
N
ýggja løgreglustøðin,
sum í løtuni stendur
í ger í gamla banka
bygningum hjá Før
oya Banka á Húsagøtu, verður
eftir ætlan latin føroysku løg
regluni 15. mars í 2021.
Tað váttar Per Ryberg Bjørn
skov frá Bygningsstyrelsen í
Danmark.
Løgreglan í Føroyum er fram
vegis donsk, og tí eru tað danskir
myndugleikar, ið standa fyri
byggingini av løgreglustøðini.
Tað var í 2015, at Tórshavnar
kommuna keypti báðar bygn
ingarnar frá Bank Nordik,
tí Bank Nordik flutti niðan í
nýggja bygningin á Oknarvegi.
Keypsprísurin fyri bankabygn
ingin í Húsagøtu var 40 milliónir.
Men longu í januar mánaði
árið eftir seldi kommunan
bygningin víðari til danska
Bygningsstyrelsen fyri umleið
42 milliónir, tí løgreglan hevði
peikað á bygningin á Húsagøtu
sum væl hóskaðan til politistøð.
Upprunaliga var samlaða
játtanin til byggiverkætlanina
108 milliónir krónur, men í
oktober mánaði í 2018 visti
Kringvarpið at siga, at verk
ætlanin dýrkaðist við 30 millión
um krónum, og játtanin er
sostatt 138 milliónir krónur.
Eins og við so nógvum øðrum
verkætlanum, hevur nýggja løg
reglustøðin eisini verið rakt av
koronufarsóttini.
– Ja, koronufarsóttin hevur
ávirkað. Tað var meiningin, at
størri manning skuldi til eina
ferð, men tað var torført at gera
júst tá, tí tá var karantena. Um
tað gjørdi stóran mun, veit eg
ikki. Men korona hevur ávirkað,
sigur Per Ryberg Bjørnskov, sum
kortini ger greitt, at ætlanin er
at handa løgregluni nýggju
løgreglustøðina 15. mars kom
andi ár.
LØGREGLUSTØÐIN
VERÐUR KLÁR 15. MARS
Hóast korona hevur ávirkað,
verður nýggja løgreglustøðin
á Húsagøtu latin føroysku
løgregluni 15. mars komandi ár
STEINAR PATURSSON
N
ýggja løgreglustøðin
fer at liggja beint
við síðuna av R. C.
Effersøesgøtu, sum
man vera ein av vegastrekkjun
um í Føroyum, ið hevur tyngstu
ferðslu seint seinnapartin.
Tað eru fleiri, ið hava umrøtt
tað, at útrykningur skal vera frá
løgreglustøðini beint út á R. C.
Effersøesgøtu, og hetta er eisini
nakað, ið løgreglan sjálv hevur
havt uppi at venda innahýsis.
Steen Nørskov, chefpoliti
inspektørur, metir kortini ikki,
at talan verður um ein stóran
trupulleika.
Patruljubilarnir hjá løgregluni
koyra fyrst út á Húsagøtu, og
har kunnu teir velja at fara út
á R. C. Effersøesgøtu ella Ting
húsvegin.
– Vit hava verið og hugt eftir,
hvussu nógvar útrykningar vit
hava um tað mundið á degnum,
rush-hour, um eg kann brúka tað
úttrykkið, tí tað er rætt, at har er
tung ferðsla. Men antin koyrir
tú út á R. C. Effersøesgøtu, ella
koyrir tú hinvegin, sigur Steen
Nørskov.
Skuldi talan kortini verið um
ein størri trupulleika, ein tey hjá
løgregluni høvdu ímyndað sær,
so ber kortini til at broyta vegin,
soleiðis at útkoyringin út á R. C.
Effersøesgøtu er lættari.
– Vísir tað seg, at tað er ein
størri trupulleiki, enn vit høvdu
ímyndað okkum, so kunnu vit
fara í samskifti við kommununa
um at broyta vegin. Tað er lut
falsliga høg miðja á vegnum, og
tað kundi verið, at hon síðani
varð lækkað eitt sindur, soleiðis
at tað ber til at koyra tvørtur um
hana, skuldi tað verið neyðugt
undir útrykningi.
Steen Nørskov vísir eisini á,
at tað er ikki vist, at allir løg
reglubilar fara í útrykning frá
løgreglustøðini.
– Men vísir tað seg, at tað
verður ein trupulleiki, so hava
vit og vaktarstøðin uppgávu at
tryggja, at har eru patruljur, ið
ikki eru innistongdar av ferðslu
ni, sigur Steen Nørskov.
Norðan fyri nýggju løgreglu
støðina er stoypt eitt stórt
dekk, ið førir beint út á R. C.
Effersøesgøtu. Hetta skal vera
p-pláss hjá teimum, ið starvast
á løgreglustøðini, og løgreglu
bilarnir fara tí ikki at nýta ta
innkoyringina, sigur Steen
Nørskov, chefpolitiinspektørur.
Hædd er tikin fyri ferðsluni
Hóast nýggja løgreglustøðin liggur upp at R. C. Effersøesgøtu, verður
hetta ikki ein trupulleiki, metir Steen Nørskov, chefpolitiinspektørur