hósdagur 8. oktober 2020síða 28
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 9. OKTOBER 2020
SOSIALURIN 71
28
TEITUR: HATTA FARI EG AT HAVA MARRUNA UM
Tað sigur Teitur M. Gestsson um brotssparkið, sum
Christian Eriksen skoraði uppá. - Hatta fari eg at hava
marruna um leingi. Tað hevði verið gott at havt á
mínum CV, at hava bjargað brotssparki hjá honum, sigur
Teitur M. Gestsson, sum hevur spælt ungdómsfótbólt
saman við danska stjørnuspælaranum í OB í síni tíð.
TRÓNDUR ARGE
T
að byrjaði við úttøkuni
og innskiftingini av
Andreasi Lava Ol
sen, og stutt seinni
dreymasparkinum hjá Brandi
Hendrikssyni móti Malta á
Tórsvølli, tá Føroyar vunnu
í yvirtíðini. Síðani kom full
fíggjaða avrikið í Andorra í 1-0
sigrinum, sum eisini bleiv ein
hevnd fyri málleysa javnleikin
í kuldanum í mars mánaði í 2017.
Hesa ferð var einki dreyma
skot, ongin dreyma-innskifting
og avrikið var ikki fullfíggjað.
Eftir eitt korter við góðum
trýsti og einum framsøknum
føroyskum spælistíli, brast hol
á dreymabyrjanina hjá Håkani
Ericson og nýggja venjara
toyminum.
Danmark vann 4-0, sum eisini
var støðan í hálvleikinum. Før
oyska liðið bleiv trýst í botn
alla seinnu hálvu av fyrra
hálvleiki. Tað avstemmaði ikki
millum verju, miðvøll og álop,
og tað avstemmaði heldur ikki,
tá danska liðið skifti síðu við
skjótum spæli.
Fyri triðju ferð í fýra lands
dystum móti Danmark lata vit
fýra mál inn. Fyri fjórðu ferð út av
fýra hava vit tapt móti Danmark.
Vit høvdu tveir góðar møguleikar
at skora, men enn stendur
Allan Mørkøre sum einasti
føroyingurin, ið hevur skorað
móti Danmark. Leygardagin eru
tað júst 30 ár síðani, at hann fekk
bóltin framvið Peter Schmeichel.
Hesa ferð stóð sonurin, Kasper
Schmeichel, í mál.
Lava frá byrjan
Håkan Ericson gjørdi bara eina
broyting frá liðnum, sum vann
1-0 í Andorra. Andreas Lava
Olsen byrjaði inni fyri Klæmint
A. Olsen, sum ikki var við á ferð
ini, tí konan skal eiga.
Føroyska liðið legði bragdliga
fyri, og fyrsta stóra korterið
vóru tað spentar støður í og
kring danska brotsteigin, men
so legði Danmark, við Christian
Eriksen úr Inter Milan og Martin
Braithwaite úr FC Barcelona,
trýst á. Kanska var debutanturin
í høgru, Andreas Skov Olsen, ið
var vandamiklast.
Tá ið hálvleikurin var um at
vera hálvrunnin, eydnaðist tað
loksins Danmark at fáa hol á.
Talan var um óheppið mál skilt á
tann hátt, at tað var eftir danskt
horna, at tað eftir danskt langskot
endaði við, at bólturin umvegis
beinini á føroyskum spælara
snýtti Teit Matras Gestsson og
endaði í málinum. Málskjútti var
Andreas Skov Olsen.
Fimm minuttir seinni gjørdi
Sonni Ragnar Nattestad kloss
ut brotsspark, eftir at Jóan
nes Bjartalíð var óansin við
avlevering til verjuspælaran.
Christian Eriksen umsetti til mál,
men tað var líka við, at Teitur M.
Gestsson bjargaði. Hann valdi
røttu síðu, men bólturin fór
undir hann málverjan hjá HB.
-Hatta fari eg at hava marruna
um leingi. Tað hevði verið gott at
havt á mínum CV, at hava bjargað
brotssparki hjá honum, sigur
Teitur M. Gestsson, sum hevur
spælt ungdómsfótbólt saman
við danska stjørnuspælaranum
í OB í síni tíð.
Tað gingu bara fýra minuttir,
so økti Danmark til 3-0. Ein av
nýggju monnunum, Joakim
Mæhle, skoraði eftir sending frá
Barcelona spælaranum Martin
Braithwaite.
T r í g g j a r
minuttir undan
steðginum fekk føroyska
liðið størsta møguleikan, tá ið
Andreas Lava Olsen eftir gott
uppspælt átti at havt minkað um
munin, men Kasper Schmeichel
bjargaði. Nøkur sekund seinni
stórbjargaði Teitur Matras
Gestsson í føroyska málinum,
men dygst undan steðginum
stútaði Andreas Cornelius fyri
opnum máli til 4-0, eftir innlegg
úr høgru. Her var alt ov lætt
hjá danska liðnum at spæla
gjøgnum føroyska verjuspælið.
Steðgaðu bløðingini
Í hálvleikinum róðu teir í donsku
miðlunum framundir, at hetta
kundi fara at vísa seg at verða
kvøldið, tá ið Danmark fór at
vinna størsta sigurin í nógv ár.
Soleiðis tók tað seg ikki upp.
Eftir steðgin hekk tað væl saman
í føroyska verjuspælinum, og
danir vóru als ikki so ofta í
føroyska brotsteiginum, sum
teir vóru tað í fyrra hálvleiki.
Føroyingarnir vístu eisini størri
sjálvsálit í samanspælinum,
enn teir
h ø v d u
g jørt
í
fyrra hálv
leiki.
B æ ð i
liðini gjørdu
nógvar broyt
ingar í seinna
hálvleiki.
Fyri
føroyska liðið komu
Jóan Símun Edmundsson,
Gilli Rólantsson, Odmar Færø,
Gunnar Vatnhamar, Heðin
Hansen og Dan í Soylu inn.
Føroyska liðið vardi væl,
meðan danska liðið tók tað meiri
róligt í álopsspælinum. Tað
endaði við 4-0 sigri til Danmark,
sum eisini var uppiborin.
Føroyska liðið megnaði ikki
at standa ímóti, tá danska liðið
legði trýst á í fyrra hálvleiki.
Hetta minti nóg um ósigarnar
fyri Svøríki í fjør, og móti Norra
í Olso. Tað manglar botnur í og
tað er ov lætt at koppa uppgerð
unum móti Føroyum.
Tó skal føroyska liðið fáa rós,
fyri at
royna
at
vinna bóltin á hálvuni hjá
Danmark. Tá er stutt til málið
og einar tríggjar ferðir var um
reppið, at tað bleiv umsett til
mál ella góðar møguleikar.
Hetta er nakað, sum føroyska
venjaratoymið kann brúka til
nakað í framtíðini.
Nú skal føroyska landsliðið
fyrireika seg til Nations League
landsdystirnar móti Lettlandi
og Andorra, sum verða ávikavist
leygardagin og týskvøldið á
Tórsvølli.
TRONDUR@SOSIALURIN.FO
Føroyska manslandsliðið tapti 4-0 í fjórðu royndini móti
Danmark. Hetta var fyrsta stóra royndin hjá Håkani Ericson,
men hon bleiv ein fusari. Fýra ferðir skoraðu vertirnir, eins
og teir gjørdi í Parkini í 1990, og í Landskrona í 1991
Fótbóltur
Dysturin
hesa vikuna...
Danmark-Føroyar 4-0:
FJÓRÐA TAPIÐ
FJÓRÐA TAPIÐ
VAR EIN FUSARI
VAR EIN FUSARI