Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-10-08, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. oktober 2020síða 29

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 9. OKTOBER 2020 SOSIALURIN 71 29 Fyrri hálvleikur er ikki góður Føroyski landsliðsvenjarin er ikki nøgdur við fyrra hálv­ leik, men fegnast um at tað eydnaðist at steðga bløð­ing­ ini, eftir at Danmark kom á odda 4-0 í fyrra hálvleiki. - Tað er øllum greitt, at vit í fyrra hálvleiki ikki verður nóg tættir í verjustøðu. Teir fáa pláss og tíð, tað er vanda­ mikið, tá teir hava so góðar spæl­ar­ar, men hinvegin so hava vit ein hundrað prosent mál­møgu­leika, sigur Håkan Ericson. Danmark fær einki mál í seinna hálvleiki. -Vit umskipa liðið nógv í hálv­leikinum, og vit avrika nógv betri í seinna hálvleiki. Dan­mark tekur eisini ferðina úr spælinum, men vit gera tað gott í verjustøðu. Hartil fáa vit tíð til at spæla okkara fótbóltsspæl. Føroyska liðið hevði av­ bjóð­ingar við Andreas Skov Ol­sen, sum spældi á høgra vongi. Hann skoraði, vann brots­sparkið og legði upp til. Hann hevði Håkan Ericson ikki fyrireikað seg ordiliga uppá. -Vit hugdu ikki eftir hvørj­ um einstøkum spælara, tí vit vistu ikki hvørjum liði Dan­ mark kom við. Hetta er bara okkara triði dystur, so vit hava ríkiligt við at hugsa um okkum sjálvar, sigur Håkan Ericson, men leggur afturat: Vit høvdu sjálvandi hugt upp á Danmark sum heild, men Andreas Skov Olsen gjørdi tað avbera væl og eftir er bara at ynskja honum til lukku, sigur Håkan Ericson. TRONDUR@SOSIALURIN.FO CHRISTIAN ERIKSEN: 4-0 ER GOTT Stóra stjørnan á danska landsliðnum er nøgdur við 4-0 sigurin á Føroyum. – Seinni hálvleikur er ikki líka góður sum fyrri. Tað er ikki líka høg leikferð sum í fyrra hálvleiki. Tá tú ert á odda 4-0 og møtur einum liði, sum stríðast alt tað teir kunnu, so taka vit til takkar við 4-0, sigur Christian Eriksen við Kanal 5. Håkan Ericson: NÝGGJAR SPÆLARA­METINGAR (2020): 1-3: Avrikið er ikki gott og tað kostar liðnum meir ella minni 4-6: Avrikið er miðal. Spælarin ger tað, sum verður væntað av honum 7-9: Avrikið er yvir miðal og spælari eigur lut í liðið kemur betri frá uppgávuni 10: Verður bara givið heilt framúr avrik, sum er alt avgerandi fyri dystin. Verður bara givið í serligum føri. Venjingarlandsdystur DANMARK 4 4 FØROYAR 0 0 MCH ARENA Í HENING MIKUDAGIN 7. OKTOBER 2020 KLOKKAN 18.00 7.5 TEITUR M. GESTSSON 5.5 Odmar Færø (Inn 62.min) 4.5 Gunnar Vatnhamar (Inn 62.min) 5 Jóan Símun Edmundsson (Inn 62.min) 4.5 Gilli Rólantsson (Inn 74.min) 5 Heðin Hansen (Inn 74.min) 4.5 Dan í Soylu (Inn 84.min) Dómari: Glenn Nyberg (Svøríki) Bleiv noyddur at taka fatur í dystinum, tá føroysku spælararnir vóru nakað ógvusligir, men samstundis var eisini nógv grenja úr dansku leguni. Lat okkum sleppa fyri eitt brotsspark í seinna hálvleiki 6 Danmark - Føroyar 4-0 (4-0) 1-0: Andreas Skov Olsen 23. 2-0: Christian Eriksen br 27. 3-0: Joakim Mæhle 32. 4-0: Andreas Cornelius 45. Dómarabólkur úr Svøríki: Glenn Nyberg, Mahbod Beigi, Andreas Söderkvist og Michael Tykgaard (4. dómari) Danmark: Kasper Schmeichel – Henrik Dalsgaard (Kristian Pedersen, 46.), Jannik Vestergaard, Mathias Zanka Jørgensen (Simon Kjær, 83.), Joakim Mæhle – Mathias Jensen, Christian Eriksen (Jonas Wind, 74.), Philip Billing (Andreas Christensen, 74.) – Andreas Skov Olsen, Andreas Cornelius (Pione Sisto, 46.), Martin Braithwaite Gult kort: Kristian Pedersen Venjari: Kasper Hjulmand Føroyar: Teitur Gestsson - Jóannes Kalsø Danielsen (Gilli Rólantsson, 74.), Heini Vatnsdal (Odmar Færø, 62.), Sonni Ragnar Nattestad (Heðin Hansen, 75.), Viljormur Davidsen - Sølvi Vatnhamar, Brandur Hendriksson, Hallur Hansson (Dan í Soylu, 84.), Jóannes Bjartalíð (Gunnar Vatnhamar, 62.) - Patrik Johannesen, Andreas Lava Olsen (Jóan Símun Edmundsson, 63.) Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Kristian Joensen, Tórður Thomsen, Rógvi Baldvinsson, Meinhard E. Olsen, Ári Mohr Jónsson Gult kort: Sonni Ragnar Nattestad, Jóan Símun Edmundsson, Hallur Hansson Venjari: Håkan Ericson Hjálparvenjari: Eli Hentze 3.5 5 4 4 4 4.5 4.5 4 5.5 3.5 SONNI RAGNAR NATTESTAD HALLUR HANSSON PATRIK JOHANNESEN HEINI VATNSDAL SØLVI VATNHAMAR ANDREAS LAVA OLSEN VILJORMUR DAVIDSEN BRANDUR HENDRIKSSON JÓANNES K. DANIELSEN JÓANNES BJARTALÍÐ