Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-10-08, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. oktober 2020síða 30

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 9. OKTOBER 2020 SOSIALURIN 71 30 TRÓNDUR ARGE T að sæst aftur á spælarametingunum, at føroyska liðið longu undan hálvleikinum er aftan­fyri við fýra málum, sum eisini verður úrslitið. Føroyska liðið er væl við í eitt stórt korter, áðrenn Danmark spælir sínar trumf­ar og skorar trý mál næsta korterið. Í seinna hálvleiki er avrikið betri, og tí koma summir av inn­skiftarunum eisini betri frá uppgávuni, men her hevur danska liðið eisini tikið ferðina úr sínum spæli. Tað sæst eisini, at Håkan Ericson er eitt sindur leit­andi við spælskipan, men hann heldur fast í nøkrum ávís­um spælarum. Hesa ferð er bara ein broyting frá seinasta dysti, og hana er hann noyddur at gera, tí Klæmint A. Olsen er ikki við. Andreas Lava Olsen fær kjansin frá byrjan. Her eru spælarametingarnar frá dystinum mikukvøldið móti Dan­mark. Teitur M. Gestsson 7.5 Dagsins spælari. Kundi ikki gera nógv við málini. Serliga í tí fyrsta er hann prísgivin, tí bólt­urin rakar ein føroyskan spælara. Er um reppið at bjarga brots­sparkinum hjá Christiani Eriksen. Er avbera sterkur í av­ spælinum við føtrunum og tað kemur føroyska liðnum til góðar. Sum heild eitt gott avrik frá Teiti, sum tó hevur avbjóðingar við at koma út frá málstrikuni og stýra brotsteiginum. Jóannes K. Danielsen 5 (Út 73.min) Hevur nakar góðar løtur, men til tíðir sæst eisini, at hann er ein umskúlaður høgri bakkur. Hann hevur heilt klárt sína styrki í framrættaða spælinum og at vinna bóltin við ferð móti málinum hjá mótstøðuliðnum. Fylgir ikki heilt upp í samband við fjórða málið og verður yvirspældur onkra ferðina. Góð­kent, men bara akkurát. Heini Vatnsdal 5 (Út 62.min) Stendur sterkari enn makkarin í miðverjuni. Kann kjakast um hann skal gera meiri við fjórða málið, har Andreas Cornelius blívur púra leysur í fimm-metrinum. Annars eitt skilagott av­rik í verjuni, har styrkin hjá hon­ um kemur til tín rætt. Tykist hava góða time’ing í flestu av nærdystunum og megnar at leggja trýst á, tá tað blívur vandamikið. Er eftirhondini fyrstaval í miðverjuni. Sonni Ragnar Nattestad 3 (Út 73.min) Stendur veikur í myndini hesa­ ferð. Stútar vekk í vanda­mikla økið til 1-0, ger brotsspark til 2-0, tó eftir eina vánaliga aftur­ legg­ing frá viðspælara, heldur ikki rangstøðulinjuna til 3-0 og verður avdribblaður í fjórða máli­num. Vinnur fleiri tvídystir og er ágrýtin í verjuspælinum, men hesa ferð kostaði tað meiri enn tað gagnaði. Hevur ringt við at halda sítt pláss í miðverjuni og á landsliðnum er hetta ein avbjóðing, tí mótsøðan er sterk. Her má vernjaratoymið til arbeiðis. Skal finna aftur til miðverjan, sum kom brestandi inn á landsliðspallin. Viljormur Davidsen 4.5 Sum ikki eina ferð, so er avrikið rundanum miðal. Hann er ein drúgvur tænari, men nú er hann í holt við at verða ein av leiðarunum á liðnum, so hann skal til at taka ábyrgd. Bæði í verju­støðu og álopsstøðu mangl­ar eitt sindur av kanti, men í avspælinum er vinstri bakk­urin sum altíð neyvur. Til tíðir kemur eisini til sjóndar, at hann til dagligt spælir í Super­ liguni, men kanska ov sjáldan, tá hugsað verður um, at vit hava ikki nógvar av teimum. Jóannes Bjartalíð 3.5 (Út 62.min) Sá troyttur og slitin út frá dystar­byrjan. Hevur ver­ið koyrd­ur hart hetta kapp­ ingar­árið og ta ð ty k i s t merkja klaks­vík­ ingin, sum hevur spælt í lands­ kappingini, Evropa og á A-landsliðnum higartil. Hevur bara eina “Bjartalíð-avlevering”, men hon skuldi eisini givið mál, men Lavamaðurin brendi. Orku­ríku renningarnar og djarva lyndið við bóltinum var ikki til at fáa eyga á hesaferð. Kann meir enn hann vísti í Herning, og tað fáa vit vónandi at síggja komandi dystirnar, eftir at hann hevur fingið eitt sindur av hvíld. Sølvi Vatnhamar 4 Tað gekk skjótt upp fyri leir­ víkinginum, at flestu av snild­un­ um hjá honum fóru ikki at rigga hendan dagin. Stríðist altíð væl og rennur nógvar metrar. Hann er í fleiri førum skilagóður í av­ spælinum, men verður eisini fang­aður. Er nú umskúlaður til mið­vallara, men ein dag sum hendan var hann saknaður á høgra vongi. Hallur Hansson 6 (Út 83.min) Liðskiparin vísti sannan stríðs­ anda á miðvøllinum, har hann stóð sterkastur í mynd­ini. Nógv­ ar renningar uttan bólt, bæði í verjustøðu og álops­støðu. Fang­aði fleiri ferðir dansk­ar­ ar­nar í upp­spælinum. Veksur í leik­lutinum sum liðskipari, men hevur eisini løtur, har hann ikki fær sett sín dám á spælið ella dystin. Brandur Hendriksson 4.5 Tykist eitt sindur feilplaseraður í vinstru, har hann ikki ordiliga sleppur til sín rætt at skipa spæl­ið. Hevur sum altíð nakar góðar avleveringar og er tryggur á bóltinum. Tað bleiv bara sjáldan til nakað meir enn júst tað. Kem­ur helst til sín rætt komandi tveir dystirnar, har hann vænt­andi er nærri málinum hjá mót­støðu­liðnum. Andreas Lava Olsen 4.5 (Út 62.min) Fekk kjansin frá byrjan og tóktist geva seg alt hann kláraði. Vann fleiri luftdystir, men hevði ilt við at halda upp á bóltin, tá før­oyska liðið spældi upp. Kom til okkara størsta málmøguleika við góðari renning. Er helst nakað troyttur eftir dystin, Tað var eitt undir miðal avrik yvir næstan alla linjuna, tá føroyska landsliðið mikukvøldið tapti 4-0 á MCH Arena í Herning móti Danmark. Bestur á vøllinum var Teitur M. Gestsson, sum avloysti Gunnar Nielsen í málinum Spælarametingar: ONGIN TOPPAÐI ONGIN TOPPAÐI Á Á FØROYSKA LIÐNUM FØROYSKA LIÐNUM