hósdagur 8. oktober 2020síða 31
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 9. OKTOBER 2020
SOSIALURIN 71
31
tí hann tó eitt
tak fyri liðið í fleiri
førum. Var ikki ein støðug
hóttan, men alíkavæl mátti
danska miðverjan ansa væl eftir.
Patrik Johannesen 4
Er farin frá ikki at vera úttikin
til fyrsta landsliðshópin, til at
koma við upp á avboð og hevur
nú byrjað tveir dystir upp í slag.
Aftur er Patrik við í fleiri góðum
tingum, men tað blívur ongantíð
ordiliga vandamikið. Hann er
stríðssinnaður, ein liðspælari
og leggur nógv fyri í verjustøðu,
men hann manglar at lyfta seg
eitt stig upp, so hann eisini er
ein hóttan á altjóða stigi. Átti lut
í uppspælium
til besta møgu
leikan hjá okkum.
Odmar Færø 5.5
(Inn 62.min)
Kom inn seinasta hálva tíman
í miðverjuna. Tað var ikki líka
nógv trýst á verjupartinum, so tí
blívur metingin eisini betri enn
hjá teimum, sum byrjaðu, men
hann stóð seg eisini væl. Tað
kom einki mál inn og tað bleiv í
teimum flestu førunum ruddað.
Gunnar Vatnhamar
4.5 (Inn 62.min)
Kom inn og tóktist spæla tvey
pláss hendan hálva tíman. Hann
er við, tí hann er ein kríggjari
og tað sást í onkrum av tví
dystunum. Er eitt frískt inn
hopp, sum kann geva orku til
liðið og styrki í nærdystunum.
Kom tó ikki ordiliga til sín rætt.
Jóan Símun Edmundsson
5 (Inn 62.min)
Fekk ringar arbeiðsumstøður,
tí føroyska liðið kom sjáldan
í tær framrættaðu støðurnar,
har toftamaðurin útmerkar seg.
Hjálpti til við at fáa eitt sindur
av spæli á egnari hálvu, men
fekk eitt heldur býtt gult kort
við takling uttnafyri brotsteigin.
Skal nokk koma til sín rætt á
Tórsvølli.
Gilli Rólantsson 4.5
(Inn 74.min)
Fekk eitt kort á høgra bakki, har
hann kom í onkra líkinda støðu.
Hansara renningar í fram
rættaða spælinum eru saknaðar,
so tað er gott at hava Gilla við
aftur í landsliðshópinum. Skal
eitt føroyskt landsliðið gera um
seg móti einum liði av styrkini
hjá Danmark, so má ein spælari
sum vera í toppform og spæla
regluliga.
Heðin Hansen 5
(Inn 74.min)
Kom inn til sín fyrsta landsdyst
og vísti okkurt tekin um, at hann
er ein bóltsterkur miðverji. Tíð
in er á vøllinum er tó nakað
stutt til at geva eina ordiliga
meting. Nú hevur spælt spælt
í landsliðstroyggjuni og lands
liðsvenjarin veit, at hann kann
skifta hann inn.
Dan í Soylu 4.5
(Inn 84.min)
Fekk seinastu seks minuttirnar
á vøllinum. Landsliðsvenjarin
tykist hava gott eyga á sandoy
inginum í HB. Hann sær møgu
leikar í framrættaða spælinum,
har Dan í Soylu er knappur í
vendingini við bóltinum. Spæl
di so stutt, at tað er torført at
gera eina meting um avrikið,
men tað er líkt at Dan í Soylu
er frammaliga í tonkunum hjá
landsliðsvenjaranum.
Håkan Ericson 4
Hetta bleiv ikki eitt framhald
av dreymabyrjanini hjá nýggja
landsliðsvenjaranum. Tað kann
kjakast um uppstilling og spæl
skipan í serliga verjustøðu, har
danskarnir ov lææ funnu pláss
millum rekkjurnar og loysti
okkum upp í síðuskiftunum. Tað
eru tó tekin um, at Håkan Eric
son arbeiðir móti størri málum.
Føroyska liðið skal ikki bara
standa í verjustøðu, men skal
eisini bjóða av við at fara fram í
trýst. Úrslitið av slíkum arbeiði
síggja vit kanska ikki fyrr enn
um nógvar landsdystir. Hesa
ferð restaði nógv í.