Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-10-08, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. oktober 2020síða 32

‹ fyrra síða allar 32 síður

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 9. OKTOBER 2020 SOSIALURIN 71 32 STEINAR PATURSSON A rbeiðið at gera Eyst­ur­ oyartunnilin og Sand­ oyar­tunnilin koyrir eftir skinnarum, og gongst sum ætlað, verður Eystur­oyartunnilin klárur at taka í nýtslu fyrst í komandi ári. Tað váttar Teitur Samuelsen, stjóri í P/F Eystur- og Sand­oyar­ tunlar. – Arbeiðið gongur væl. Teir eru byrjaðir at asfaltera tvey tey seinastu løgini í tunlinum, sigur Teitur Samuelsen um Eystur­ oyartunnilin. – Tað skulu fýra løg av as­falti á, og tvey løg eru løgd á alla­ staðni. Rundkoyringin og arm­ urin niðan á Strendur eru liðug asfalterað, og í løtuni as­faltera teir vegin uttan fyri á Strondum og uttan fyri á Rókini. Síðani verður tað restin av tunlinum. Tað arbeiðið verður liðugt seinast í november. Aftrat asfalteringini er eisini nakað av el-arbeiði, ið hoyrir til Eystur­oyartunnilin, men eisini tað arbeiðið er komið væl áleiðis. – El-arbeiðið er liðugt av Hvítanesi og til Rókina. Onk­ur smáting eru eftir í rund­koyr­ ingini, og farið er eisini undir el-arbeiðið á strandaarminum. Teknikkurin skal royndarkoyrast Hóast alt tað handverksliga ar­ beiðið eftir ætlan verður liðugt seinast í november, so verður kortini ein løta eftir tað, áðrenn tunnilin kann lata upp fyri al­ menninginum, tí at talan er um ein so mikið framkomnan tunnil, at har eru nógvar roynd­ ar­koyringar, ið skulu gerast, áðrenn hann endaliga kann lata upp. – Har er nógvur teknikkur í tunlinum. Tekniskt sæð er talan um heilt aðrar tunlar, um tú saman­ber teir við Vágatunnilin og Norðoyatunnilin. Har er millum annað ein øgiliga fram­ komin radarskipan, og har eru settir tveir mánaðir av at testa ta útgerðina. Korona skerdi manningina Tað var ein løta í endanum av mars mánaði, har útlitini vóru eitt sindur ivasom. Nógv­ir útlendingar hava verið part­ur av tunnilsgerðini, og um mán­ að­ar­skiftið mars apríl merktist tað, at útlendska arbeiðsmegin vant­aði. Flogferðslan til og úr Før­oy­ um varð heilt nógv skerd, og koronutilmælini gjørdu, at tað var rættiliga torført at fáa út­ lendsku arbeiðsmegina til Før­ oya. Í Sandoyartunnilinum varð bori­arbeiðið á Sandoynni lagt stilt, meðan tað bert varð borað við einum sjakki av Gomlurætt. Samstundis fór arbeiðið í Eysturoyartunnilinum eisi­ ni niður í ferð, tí eisini har vóru nógvir útlendingar við í arbeiðinum. Tað var eisi­ni greitt frammanundan koronu­ far­sóttini, at arbeiðið at gera Eysturoyartunnilin fór møgu­ liga at vera seinkað, og koronu­ støðan gjørdi ikki støðuna betri. Teitur Samuelsen ger kortini greitt, at tað var bert eina løtu, at arbeiðið hjá tunnilsfelagnum var rakt, og at tað gekk skjótt, at fáa arbeiðið upp í ferð aftur. – Vit máttu finna nýggjar manna­gongdir, um hvussu vit fingu arbeiðsfólk til Føroya, men tað hevur gingið øgiliga væl. Vit eru ikki munandi merktir av korona. Gongst sum ætlað, letur Eyst­ ur­oyartunnilin sostatt upp fyrst í 2021, meðan Sand­oyar­tunnilin letur upp um ársenda í 2023. EYSTUROYARTUNNILIN LETUR UPP FYRST Í 2021 Onkrar seinkingar hava verið, og koronufarsóttin hevur ikki gjørt tað lættari. Men arbeiðið gongur væl, og seinastu løgini av asfalti verða nú løgd í og uttan fyri tunnilin, áðrenn allur teknikkurin í tunlinum skal roynast Tunnilsmunnin í Rossagili norðan fyri Hvítanes. Her verður koyrandi fyrst í nýggja árinum