Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-10-13, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. oktober 2020síða 9

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 14. oktober 2020 · Nr. 72 TÍÐINDI Steinar Patursson Tað var til setanina av LGBTI seminari í Norð­ ur­landahúsinum mána­ kvøldið, at Kaj Leo Holm Johannesen segði, at langt var eftir á mál at tryggja rættindi hjá LGBTI persónum - bæði í Føroyum og Norður­ londum. Seminarið, sum hevði heitið LGBTI-persónar í Norður­londum: at liva eitt virði­ligt, vart og opið lív, varð fyriskipað av Norðurlendska Ráð­ harra­ráðnum, og Kaj Leo Holm Johannesen setti seminarið sum ráðharri fyri norður­landa­sam­ starvi. Og boðskapurin hjá lands­stýrismanninum var ikki ógreiður. Kaj Leo Holm Johannesen gjørdi greitt, at í hansara tíð í poli­tikki vóru tikin nøkur smá, men týdningarmikil fet á leiðini at tryggja LGBTI persónum í Før­ oyum eina meira virðiliga, opna og trygga tilveru í Føroyum. Tó er ikki liðugt enn. – Tað er kortini ikki at siga, at vit eru komin á mál. Eg haldi, at vit skulu syrgja fyri at virða ta lóggávu, sum vit hava sam­tykt. Haraftrat haldi eg, at vit skulu syrgja fyri at gera tær fylgilógir, sum gera, at vit sum samfelag ikki gera mismun á minni­luta­bólkum, her­ undir LGBTI persónum, segði Kaj Leo Holm Jo­ hanne­sen. Eisini sipaði Kaj Leo Holm Johannesen til ta orrustu, ið júst hevur verið um barsils- og for­ eldraviðurskifti hjá sam­ kyndum foreldrum. – Hetta snýr seg mill­ um annað um, at sam­ kynd foreldur, sum eru gift ella í skrásettum parlagi, missa rættindi til børn teirra, tá tey bú­seta seg í Føroyum. Og at tey fáa somu rættindi sum onnur foreldur, tá tað kemur til barsils og for­ eldrafarloyvi. – Í Føroyum og í Norður­londum hava vit langan veg enn, áðrenn vit eru, har eg ynski, at vit skulu vera, segði Kaj Leo Holm Johannesen. Umboðar ikki samgonguna Men landsstýrismaðurin um­boðar ikki sam­gongu­ na, tá hann út­talar seg á hendan hátt, og hann umboðar und­ir øllum umstøðum ikki sjónar­ miðini hjá Mið­flokkinum. Tað sigur Bill Justinus­ sen, tinglimur fyri Mið­ flokk­in. – Hann umboðar ikki sam­gonguna, tá hann úttalar seg soleiðis. Eg veit ikki, hvønn hann umboðar. Hann er landsstýrismaður, og hann eigur í grundini at um­boða samgonguna, men tað ger hann ikki í hasum førinum. Hann umboðar ikki sjónar­ miðini hjá Miðflokkinum, sigur Bill Justinussen um setanarrøðuna hjá Kaj Leo Holm Johannesen. Kaj Leo Holm Johanne­ sen gjørdi eisini greitt, at til undanfarin mál hevði mótstøðan verið stór, og tónin hevði verið sera harð­ur. Tá spurdur, um hetta millum annað er ein tilsiping til sín, sig­ur Bill Justinussen, at tað veit hann ikki, tí lands­stýris­ maðurin útdjúpar tað ikki. – Miðflokkurin hevur ikki brúkt ein harðan tóna. Vit hava altíð um­ talað øll menniskju við somu virðing. Tí er hetta meira fordómar, enn tað er reelt, sigur Bill Justinus­sen. Ein trupulleiki í Sambandsflokkinum Jenis av Rana, lands­ stýris­maður í uttanríkis- og mentamálum og floks­ felagi hjá Bill Justinussen, er eins avgjørdur. – Til tað, sum hann hevur sagt har í gjár, har kann eg bara svara, at vit hava ikki broytt nakað á tí økinum viðvíkjandi has­um málinum. Hendan sam­gongan fer ikki at bro­y­ta eitt kom­ma í tí pro­ble­ma­tikki­num, sum við­víkur at gera tað ónátt­úr­liga náttúrligt, sigur Jenis av Rana. Jenis av Rana vísir á, at hetta er ein trupulleiki, sum er avmarkaður til Sam­bandsflokkin. Sam­ gongan er púra samd um málið, og tí er tað upp til Sambandsflokkin at finna útav, "hvørjum beini hann vil standa á", held­ur Jenis av Rana. Er tað nakað, sum skal tak­ast upp í samgonguni, at flokkarnir skulu vera meira greiðir í út­meld­ing­ unum hjá sær? – Nei. So leingi sum sam­gongan er klár og hevur ein greiðan poli­ tikk, so er einki problem. Sam­gongan hevur ikki broytt meining á hasum øki­num. Men vit síggja tað, at sambandsfólk, tey úttala seg í eyst og vest. – Har eru nógv­ ar meiningar í Sam­ bands­flokkinum, og tey mugu bara finna fóta­festið ella eitt stev. Men í samgonguni hava vit ikki merkt hand­an trupulleikan. Vit hava havt hasi mál­ini til við­ gerðar á lands­stýris­fundi, og har er niðurstøðan, at hatta er eitt problem í Sambandsflokkinum og ikki í samgonguni, sig­ ur Jenis av Rana, lands­ stýris­maður í uttanríkis- og mentamálum. SAMKYND FORELDUR FÁA IKKI FLEIRI RÆTTINDI Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, umboðar ikki samgonguna, tá hann sigur, at rættindi hjá LGBTI persónum í Føroyum skulu økjast. – Hendan samgongan fer ikki at broyta eitt komma í tí problematikkinum, sigur Jenis av Rana, og hetta umboðar ikki sjónarmiðini hjá samgonguni, sigur Bill Justinussen