Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-10-13, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. oktober 2020síða 23

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

EYSTUROY MIKUDAGUR 14. OKTOBER 2020 · NR. 72 Sosialurin 23 Árni Gregersen Grundarlagið hjá flestu før­oys­ ku fyritøkunum fyri at virka, eru at treytirnar at virka undir í kommununum er góðar og at kommunurnar eru vinnu­ sinnaðar. Bakkafrost er størsta fyri­ tøkan í landinum og virkar í nógvum kommunum , bæði norðan­fjørðs og sunnanfjørðs. Fyritøkan hevur sín upp­ runa á Bakka á Glyvrum, har høvuðssætið framvegis er í dag og sjálv verksmiðjan, sum tekur móti alda fiskinum. Millum 800 og 1000 fólk arbeiða á Bakka og har er nógv ferðsla aftur og fram. -Tað er sjálvandi avgerandi fyri okkara fyritøku, at kom­ mun­ur­nar eru viðspælarar og vilja hava virksemi í kom­mun­ uni, sigur Regin Jacob­sen, stjóri á Bakkafrost. -Eisini hevur tað ómetaliga stóran týdning at hava ein góðan dialog við kommunurnar og umsitingarnar hjá kom­mu­ nu­num, leggur hann afturat. Ein so stór fyritøka, sum Bakkafrost, hevur ómetaliga nógv samskifti í teimum kom­ munum, sum hon hevur virk­ semi í. Talan er um samskifti í sam­bandi við byggiloyvir og grund­stykkir, kloakkir og vatn og so eina vælvild, sum ger, at mál millum fyritøkuna og kom­munurnar verða skjótt av­ greidd. -Tað er eisini ofta eitt tekin um, um kommunan vil hava virk­semi í kommununi – ella um tað við vilja verður drigið út, sum ein forðing, sigur Regin Jacob­sen. Runavíkar kommuna Sum nevnt, so hevur Bakka­ frost sín uppruna á Bakka á Glyvrum í Runavíkar kom­ munu. Tað vil siga, at virksemi á Bakka meira ella minni hevur verið í samstarvi við Runavíkar kommunu øll árini. -Vit mugu siga, at sum heild hevur tað riggga væl. Kom­ mun­an verður av sær sjálvum ein samstarvspartnari, tí tað er hon sum skal gea byggiloyvir, syrgja fyri at vit fáa vatn og kloak og sjálvandi eisini verða ein partur av havnabyggingini í kommununi, sigur Regin Jacob­sen. Stóra laksavirkið á Bakka krevur nógv vatn í fram­ leiðsluni og tí er eftir­spurn­ ingurin hjá virkinum eftir vatni stórur á Bakka – eins og vatneftirspurningurin eisini er stórur kring landið, har smoltstøðinar eru. -Á Bakka er nógv gjørt við vatntilføringina og vit kunnu siga, at tað er komið 95 prosent uppá pláss, sum nú er, sigur stjórin á Bakkafrost. Runavíkar kommuna er ein kommuna við nógvum vinnu­ligum virksemi, har tað umframt Bakkafrost eisini er ein onnur stór út­flutn­ings­ fyritøka. Lynfrost – ella Faroe Origin, sum tað eitur í dag, liggur á havnalagnum í býnum, eins og aðrar smærri fyritøkur. Eisini skipasmiðjan Mest hevur stórt virksemi á vestara armi­num á Skálafjørðinum. -Onkur hevur tikið til, at Runavík er blivin til av tí sum er í sjóvarmálanum og tí er tað helst, at hendan kommunan vil hava vinnuvirksemi. Tað er grundarsteinurin undir kom­ munu­ni, sigur Regin Jacobsen. LÆTTAST AT ARBEIÐA Í VIRKNUM KOMMUNUM Bakkafrost arbeiðir í rættuliga nógvum av føroysku kommununum, men høvuðssætið við framleiðslu er á Glyvrum Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrost Høvuðssætið hjá Bakkafrost er á Bakka á Glyvrum