Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-10-13, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. oktober 2020síða 24

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

MIKUDAGUR 14. OKTOBER 2020 · NR. 72 Sosialurin 24 EYSTUROY Árni Gregersen Hugskotið um at gera fast samband undir Tangafirði millum Eysturoynna og Streym­oynna, spratt á Skála­ fjørðinum. Eftir almikið rok og rumbul yvir­tóku almennu Føroyar hug­skotið, sum nú er um at røkka á mál. Koyrandi verður gjøgnum tunnilin í januar ella februar boðaði formaðurin í nevndini fyri tunlinum, Bergur Poulsen, frá, á einum tunnuilsfundi í Løks­høll í Runavík í seinastu viku. Arbeiðið at gera sjkálvan tunnilin er um at vera liðugt, men nakrar installatiónir eru eftir at gera og so hevur tunnils­felagið brúk fyri eini royndar­tíð. Roynddartíðin skal brúkast at eftirkanna og royna allar følarar og annað, sum eru í einum so nýggjum tunli. Broytist yvir tíð Ein av teimum, sum greiddi frá á hesum tunnilsfundi, var fyrr­verandi borgarstjórin á Akranesi í Íslandi, Gisli Gisla­ son. Fyri 22 árum síðani var ein tunnil gjørdur til Akranesar fyri at stytta farleiðina til Reykja­víkar. Fyrrverandi borgarstjórin vísti á tað, sum er hent í økinum kring Akranes og tann fram­burð tunnilin hevur havt við sær. -Men hetta tekur eitt sindur av tíð – broytinganar koma ikki frá degi til dags, segði Gísli Gislason. Nógv fólk vóru í Løkshøll hetta kvøldið – eitt tekin um at spenningurin í Skála­fjarðar­ økinum til tunnilin letur upp, er stórur. Størri marknaður Sambindingin av Eysturoynni og Dtreymoynna fer at broyta nógv, hóast tað neyvan fer at henda beinanvegin, metti íslendski fyrrverandi borgar­ stjórin. Rógvi Olafson, sam­felags­ frøðingur, vísti í sínari fram­ løgu á, hvussu stóran týdning tunnilin fer at hava fyri handilsvinnuna báðu megin tunnilin. Fyri handilsvinnuna í Havn fer marknaðurin at vaksa við eini 6000 fólkum, men fyri handl­arnar á Skálafjørðinum verður vøksturin munandi ógvus­ligari. Har fer mark­nað­ urin at vaksa við eini 22.000 fólkum. Við eitt pallborð sótu um­ borð fyri handilsvinnuna, ferða­vinnuna og fram­leiðslu­ vinnu­na. Tað sum tykist hava størstan áhuga hjá handils­vinnuni er, hvussu ferðslan verður skipað, tá ið tunnilin letur upp. Verður tað ein langur riðil av bilum – harímillum lastbilum – sum koyra eftir Heiðavegnum ella verður ein onnur loysn funn­in, so tann bleytara ferðslan fer at steðga á og brúka handlarnar í býnum. Marjun Niclassen frá Visit Runavík segði, at hjá ferða­ vinnuni er tað umráðandi at hava nýggj tilboð til teirra, sum koma á Skálafjørðin og vera til reiðar at taka ímóti ferða­fólki við matstovum, gisting­ar­ húsum og øðrum. Politikararnir Eitt annað pallborð var mann­ að við politikarum, teirra millum Torbjørn Jacobsen, borgar­stjóra í Runavík, og Anniku Olsen, borgarstjóra í Havn. Bæði tvey vístu á, hvussu um­ráðandi tað er, at skil fæst á ferðsluni, sum eftir meting­ unum hjá Landsverki, fer at vaksa við 45 prosentum. Innkomuvegirnir fylla framvegis nógv, tí hóast av­ talur eru gjørdar við landsins myndugleikar um ein part av loysnini, so eru nógvir trupul­ leikar eftir at loysa. Til dømis var raðfestingin á íløguætlanini um, at Vest­ mannavegurin skal gerast áðrenn vegurin omanfyri bygd­ ina í Skálafirði og Gøtu­dals­ tunnilin nógv umrødd millum áhoyraarnar. Hetta hevði eftir hvat Lands­ vegk sigur annars lætt um trýstið á vegirnar á eystaru síðu á Skálafjørðinum. SPENNIR SEG ÚT TIL TUNNILIN LETUR UPP Eysturoyartunnilin letur upp í januar ella februar. Tað fer at kollvelta viðurskiftini í Runavík Gísli Gislason fortaldi um, hvussu menningin hevur verið á Akranesi hesi seinastu góð 20 árini Ferðslan fyllur nógv í kjakinum nú undan tunnilin letur upp