týsdagur 13. oktober 2020síða 28
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
MIKUDAGUR
14. OKTOBER 2020 · NR. 72
Sosialurin
28
EYSTUROY
Árni Gregersen
Størsta kommunan í Eystur
oynni, Runavíkm, stendur fyri
stórum broytingum, nú bert
fáir mánaðir eru til Eysturoyar
tunnilin millum Eysturoynna
og Streymoynna letur upp.
Kommunan er í ferð við
at brynja seg til tær avbjóð
ingarnar,
samstundis,
sum
havnalagið verður bygt ú í
stóran stíl.
Flestu av hesum útbygg
ingunum fara fram á Skála
fjørðinum, men tað er vert at
býta merki í, at kommunan er
munandi størri í vavi enn bara
tað, sum ofta verður nevnt
Runavík.
Á
eystursíðuni
eru
tað
bygdirnar
Æðuvík,
Rituvík
og Lamba, sum eru partur av
kommununi.
Verður farið inn eftir eystari
armi á Skálafjørðinum eru tað
Lambareiði,
Søldarfjørður,
Skipanes og Skálafjørður, sum
eru partar av kommununi og á
vestara arminum á fjørðinum
er Skála eisini partur av kom
mununi.
Longur norði í oynni hoyra
eisini Oyndarfjørður, Funn
ingsfjørður,
Funningur
og
Elduvík til kommununa.
Íbúðir
Kommunan, sum hevur sítt
høvuðssætið við Skálafjørðin,
er ein av teimum, sum hevur
fingið sín lut í fólkavøkstrinum
seinnu árini. Fólkatalið veksur
við umleið 100 fólkum um árið.
-Tað gevur sjálvandi upp
gávur av nógvum ymiskum
slag, sigur Torbjørn Jacobsen,
sum hevur sitið sum borgara
stjóri seinastu fimm árini.
Fyrst sat hann eitt ár, ta ið
Magnus Rsmussen var valdur
á ting, og síðani var hann aftur
valdur til borgarstjóra eftir
kommunuvalið fyri fýra árum
síðani.
-Tá ið fólkavøksturin er so
stórur, so mugu vit sjálvandi
syrgja fyri, at fólk sleppa at fáa
sær tak undir høvdið. Ein størri
útstykking er gjørd í Runavík
og í løtuni gera vit út móti
30 grundstykkir hinumegin
fjørðin, á Skála, sigur hann.
Sambært
heimasíðuni
hjá kommununi, so eru 19
grundstykkir tøk kring um í
allari kommununi, men tey
flestu eru í nýggju útstykking
ini á Hórheiðum á Skála.
Seinasta stóra útstykkingin í
Runavík var gjørd í 2018.
Umframt grundstykkir til
sethús so eru eisini íbúðir av
ymiskum slag í kommununi.
Skúlar og barnansing
Ein annar partur av tí, sum
kommunan tekur sær av, eru
børn og ung.
Nýggi skúlin er við Løkin,
men harafturat er tað skúlin
á Glyvrum, skúlin á Skála og
skúlin í Oyndarfirði.
Skúlin við Løkin er ein ný
mótans skúli við øllum teimum
hentleikum, sum teir nýggju
skúlarnir
hava,
umframt
Løkshøll, sum verður brúkt til
ymisk almenn tiltøk.
Tá ið tað kemur til barna
ansing, so hevur kommunan
tríggjar barnagarðar, tríggjar
vøggustovur, tríggjar frítíð
arskúlar og eina dagrøktar
skipan.
Frítíð og mentan
Tá ið tað kemur til frítíðarøkið,
so er kommunan rættuliga væl
við. Stór ítróttarhøll er við Løk
in eins og fimleikarhøll. Har er
eisini fótbóltsvøllurin, har NSÍ
heldur til.
Á Skála eru eisini ítróttarhøll
og fótbóltsvøllur, men eisini
í fleiri av smærru bygdunum
eru teir smáu sonevndu FIFA
vøllirnir.
Í kortunum liggur – og hevur
ligið leingi – ætlanin um at gera
eina svimjihøll við átta geilum
í einum 35 metra langum hyli.
Sambært tí tíðarætlan, ið
sett er út í kortið, verður spakin
til svimjihøllina í Runavík sett
ur í á vári 2021, og tekur tað
síðan sløk tvey ár at byggja
høllina.
Klárt kann harvið vera at
leypa í hylin umleið 1.februar
2023.
Men hetta veldst sjálvandi
um hvørja støðu býráðið, sum
verður valt hin 10. november
og tekur við um árskiftið,
hevur til ætlanina.
Um hon skal fremjast ella
ikki.
MINKANDI SKULDIN GEVUR
RUNAVÍKAR KOMMUNU
UPPAFTUR STØRRI RÁSARÚM
Skuldin hjá triðstørstu kommununi í
landinum er nú komin á 43 prosent av
einari álíkning og tað gevur rásarúm
Tvey ymisk pallborð vóru í sambandið við tunnilskjakið í Løkshøll