týsdagur 13. oktober 2020síða 29
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
EYSTUROY
MIKUDAGUR
14. OKTOBER 2020 · NR. 72
Sosialurin
29
TUNNILSGRÓTIÐ SKAL VEKSA
HAVNALRAGIÐ Í KOMMUNUNI
Avtalan við tunnuilsfelagið um at keypa
grótið úr Sandoyartunlinum, fer at
broyta havnarviðurskiftini avgerandi
NÝVALT KOMMUNUSTÝRI 2016
Nr.
Listi
Navn
Atkv.
1
A
Torbjørn Jacobsen
218
2
A
Helgi Lamhauge Petersen
149
3
A
Terje Beinar Vestergaard
137
4
A
Etly Nord Højgaard
136
5
A
Kári Egholm Jacobsen
110
6
A
Jóhan Vest
107
7
A
Kristian Gaardbo
100
8
A
Selinda í Heiðunum
97
9
B
Hans Jákup Johannesen
96
10
B
Jonnhild Reynholdsdóttir
91
11
C
Jonhard Danielsen
171
Torbjørn Jacobsen, hevur sitið sum borgarstjóri seinastu fi,, árini
Aktiviteturin við binhjum á havnalagnum er stórur síðan Samskip flutti inn á Skálagjørðin
Árni Gregersen
Tað vakti ans, tá ið tað kom
fram, at tað er Runavíkar
kommuna, sum hevur keypt
grótið úr Sandoyartunlinum
frá tunnilsfelagnum.
Tórshavnar
kommuna
hevði verið í samráðingum
við tunnilsfelagið um at fáa
grótið til at gera eitt vinnuøki
á Gomlu Rætt, men stígur kom
í tær samráðingarnar.
Nú hevur Runavík keypt tað
og fer at brúka tað til at víðka
umhavnarøkið og at gera so
nevnda Fjørðuvegin, sum fer
at ganga frá tunnilsmunnanum
og inn á Bakka á Glyvrum, har
hann kemur aftur í landsvegin.
-Fyri okkum er hetta ein
skilagóð íløga, tí vit hava brúk
fyri nógvum gróti, sigur Tor
bjørn Jacobsen, borgarstjóri í
Runavík.
Hann vísir á, at Runavík
hevur brúk fyri munandi longri
atløguplássi til skipaferðsluna,
sum er í havnini í Runavík og
inneftir.
-Fjørðuvegurin krevur eisini
grót. Vit hava gjørt eina avtalu
um innkomuvegin, sum ger, at
landið kemur við 55 milljónum
krónum til endamálið og so
stendur kommunan fyri rest
ini, sigur borgarstjórin.
Vinnuvirksemi veksur
Tað sær út til, at virksemi hjá
Runavíkar havn veksur alsamt.
Í kommununi er Frakt og
Sand – eitt reiðarí, sum hevur
20 skip. Felagið eigur ikki øll
skipini, men umsitur tey og øll
koma heldur ikki til Føroyar,
men eru í rakstri uttanlands.
Kortini eru fleir skip her
og reiðaríið er júst flutt við
virkseminum úr Runavík til
havnarlagið í Søldarfirði.
-Samskip er flutt í Kolafirði
in á fjørðin her og júst nú er
gjørd ein avtala við Smyril Line
um, at felagið flytur ein stóran
part av fraktina inn higar,
sigur Torbjørn Jacobsen.
-Hetta ger, at vit noyðast at
veita tær tænastur, sum hetta
krevur, men tað gevur eisini
menning í kommununi, sigur
hann.
Vinnukommuna
At Runavíkar kommuna er ein
virkin vinnukommuna skerst
ikki burtur, tá ið hugt verður
eftir
virkseminum
í
kom
mununi.
Taka vit tær stóru fyri
tøkurnar, so liggur størsta
fyritøkan í landinum, Bakka
frost á Glyvrum. Har arbeiða
millum 800 og 1000 fólk.
Mest hevur ein stóran part
av sínum virksemi á Skála og
í Oyndarfirði er Mowi við aling
og høvuðssæti í Føroyum.
Fleir miðalstórar fyritøkur
halda eisini til í økinum.
-Vit skulu skapa karmarnar
fyri vinnulívinum, sigur Tor
bjørn Jacobsen, borgarstjóri.
Tí er hann sera spentur til
tunnilin letur upp. Tað gevur
nýggjar møguleikar, men eisini
avbjóðingar.
-Dum Gísli Gislason segði á
tunnilsfundinum hetta kvøldið,
so koma allar broytingarnar
ikki beinanvegin, men tað er
neyðugt, at kommunan hyggur
longur fram enn bert til næstu
fíggjarætlan. Vit mugu vera
frammanfyri menningina, sig
ur borgarstjórin í Runavík.