Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-10-13, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. oktober 2020síða 30

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

MIKUDAGUR 14. OKTOBER 2020 · NR. 72 Sosialurin 30 EYSTUROY Árni Gregersen Tað eru nú sløk 12 ár farin síðani borgararnir í Leirvíkar- og Gøtu kommunu tóku avgerð at leggja kommunurnar saman til eina. Eysturkommuna er navnið, sum fevnir um Leirvík, Norða­ gøtu, Gøtugjógv, Syðrugøtu og bygdina Undi Gøtueiði. Síðan hesa avgerðina hevur talan verið um eina kommunu í 12 ár og øll hesi árini hevur Jóhan Christiansen røkt starv­ ið, sum borgarstjóri. -Hetta hevur verið ein sera spennandi tíð, sum eg á ongan hátt hevði viljað verið fyri fyri uttan, sigur Jóhan Christiansen, nú dagarnir fækk­ast til at hann leggur frá sær. -Sjálvur haldi eg, at saman­ leggingin hevur rigga ómeta­ liga væl. Borgararnir hava sum heild tikið væl ímóti sam­ an­leggingini og hava funnið fram til samstørv í allari kommununi, sigur borgar­ stjórin. Stór tøk Í hesi 12 árini eru fleiri stór tøk tikin, samstundis sum ar­ beitt hevur verið við at fáa kom­muna at virka sum heild í gerandisdegnum. Samanleggingin gjørdi, at kommunan er tann fjórð­ størsta í landinum. Uppá mang­ar mátar gevur tað størri ávirk­an í øllum, sum hevur við samstarv millum tær 29 kom­ munurnar at gera. -Tað virkar sum tað sum vit koma við, hevur størri vekt, nú talan er um eina av størstu kommununum, sum vit umboða, sigur Jóhan Christiansen. Komunan og kom­munu­ skriv­stovan er staðsett í nýggja bý­ráðs­húsinum, sum er bygt á Oyruni í Norðagøtu. Ein arkitektonisk perla, sum Ós­bjørn Jacobsen, arkitektar, hava tenað. Tað er ein av stóru íløgunum, men eisini skúlarnir, bæði í Gøtu og Leirvík, eru nú­tímans­ gjørdir. Tað var sjálvandi eisini eitt stórt tak, tá ið skúlarnir vóru samanlagdir undir eina leiðslu. Eitt annað tak, sum kom­ munan hevur tikið er Víkinga- húsið við vøllin í Sarpugerði. Tað eru fleiri ár síðani partar av húsinum bleiv tikið í nýtslu, men nú er tað loksins liðugt og klárt at taka í bruk, fult og heilt. Sjálvandi er ymiskt hent við havna­løgunum í bygdunum gjøgnum árini og júst nú er arbeiði í gongd við at gera báta­ hylin í Norðragøtu. Útstykkingar eru gjørdar í fleiri av bygdunum og júst nú verður arbeitt við einari nýggjari útbygging inni í dali­ num í Norðagøtu. Fólkatalið í kommununi er vaks­andi og er í løtuni eitt stað mill­um 2100 og 2200. -Í hesi 12 árini, sum eru farin, haldi eg at vit tilsamans hava gjørt íløgur fyri einar 250 milljónir krónur. Tað er sjálv­ andi nógv, men tíbetur eru vit sloppin undan at læna ser­liga nógv til íløgurnar, sigur borgar­ stjórin, sum nú leggur frá sær. FYRSTI BÝRÁÐS­FOR­ MAÐURIN Í EYSTUR­ KOMMUNU GEVST Eysturkommuna skal hava nýggjan borgarstjóra, nú Jóhan Christiansen leggur frá sær Jóhan Christiansen hevur verið borgarstjóri í 12 ár, nú hann leggur frá sær