týsdagur 13. oktober 2020síða 38
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
MIKUDAGUR
14. OKTOBER 2020 · NR. 72
Sosialurin
38
EYSTUROY
Vilmund Jacobsen
Seinastu árini hava fólk í Eiðis
kommunu skipað fyri frálíka
heystfagnaðinum, sum hevur
verið eitt alment heysttiltak, ið
hevur savnað nógv fólk.
Hetta er tíðin á árinum, tá
seyðaprát, fjallgongur og flett
ing seta sín serstaka dám á, og
seyðurin hevur undanfarin ár
so sanniliga eisini sett sín dám
á hetta heysttiltak.
Á Eiði plaga tey at siga, at
hetta er Føroya bygdasligasta
tiltak - ella eitt rimmar heyst
gildi, sum tey eisini taka til.
Beinleiðis á Rás1
Men, í ár verður alt øðrvísi, og
heystfagnaðurin á Eiði hevur í
heyst einki alment tiltak, sum
savnar fólk.
Í staðin fyri almenna fagn
aðin við nógvum áskoðarum,
verður tiltakið í ár sent bein
leiðis á Rás1, og høvi verður
soleiðis at fylgja ymisku kapp
ingunum og tiltøkunum í sjón
varpinum.
Her verður kappast í eitt nú
fletting, at vinda upp hespu,
og her verða rullupylsu-og
kjøtpylsukapping, umframt at
nógv annað verður á skránni.
Borgarstjórar fletta
Jógvan í Skorini, borgarstjóri
í Eiðis kommunu, sigur, at á
heystfagnaðinum í ár, nú hann
verður øðrvísi enn onnur ár,
hava fyrireikararnir bjóðað
øllum borgarstjórum í Føroy
um til flettikapping.
- Tað hevur verið trupult
at fingið fólk at tilmelda seg
til kappingina í ár, nú tiltakið
verður sjónvarpað. Tískil hava
vit gjørt av at bjóða øllum
borgarstjórum at kappast í
fletting.
Borgarstjórin, sum eisini er
ein av stigtakarunum, dugir í
løtuni ikki at siga, hvussu stór
undirtøkan millum borgar
stjórarnar verður, men hann
veit, at tað eru fleiri, ið hava
seyð og fáast við fletting.
- Vit miðja eftir at fáa einar
8-10 borgarstjórar at luttaka, og
vit síggja fram til eitt hugnaligt
- og bygdasligt - sjónvarpstiltak,
har borgarstjórar kappast um,
hvør er skjótasti flettari, sigur
Jógvan í Skorini.
Hann vísir á, at fyrst í hesi
vikuni
høvdu
einir
fimm
borgarstjórar boðað frá lut
tøku.
Luttekur sjálvur
Spurdur, um hann sjálvur fer at
luttaka, sigur Jógvan í Skorini,
at tað noyðist hann sjálvandi.
- Eg havi nakað av seyði, og
mær dámar væl at fletta, men
eg vænti, at tað eru fleiri, sum
fletta skjótari enn eg, sigur
hann brosandi.
Tey, sum ynskja at síggja
sjónvarpssendingina á Rás1
við serstaka heystfagnaðinum
á Eiði, kunnu fylgja við á www.
eidi.fo, eins og kunning um
heystfagnaðin eisini er at finna
á Facebook-síðuni hjá tiltaki
num.
BORGARSTJÓRAR FARA
AT KAPPAST Í FLETTING
- Higartil hava einir fimm borgarstjórar
boðað frá luttøku, men eg vóni, at vit
fáa einar 8-10 at luttaka, sigur Jógvan í
Skorini, sum sjálvur verður við í kappingini,
ið verður send beinleiðis á Rás1
Tað hevur verið truplari at fingið fólk at møta upp til flettikapping í ár, nú tiltakið verður sjónvarpað
Myndin er tikin á Heystfagnaði á Eiði, men soleiðis verður ikki í ár. Í staðin verður heystfagnaðurin eitt beinleiðis sjónvarpstiltak á Rás1