týsdagur 13. oktober 2020síða 37
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
EYSTUROY
MIKUDAGUR
14. OKTOBER 2020 · NR. 72
Sosialurin
37
- Ein verkætlan við
íbúðum á Eiði liggur
meira ella minni
kár. Her verður
sera gott útsýni,
og hetta verður
ein fantastiskur
møguleiki hjá fólki,
heldur borgarstjórin,
Jógvan í Skorini
Vilmund Jacobsen
Enn eru nakrir dagar eftir, til
listarnir
til
kommunuvalið
skulu verða inni, men enn hev
ur borgarstjórin í Eiðis kommu
nu seinastu átta árini, Jógvan í
Skorini, ikki tikið endaligu av
gerðina um, hvørt hann skal
lata seg stilla upp aftur ella ei.
- Jú, tað er púra rætt, at eg
havi verið í iva. Eg var rímiliga
avkláraður við, at eg skuldi
gevast í kommununi nú, men
nógvu áheitaninar um at lata
meg stilla upp aftur hava fingið
meg at ivast.
Tað sigur Jógvan í Skorini,
borgarstjóri í Eiðis kommunu.
Gongur sera væl
Í Eiðis kommunu, sum hevur
lægsta skattaprosent í mið
staðarøkinum, er nógv gjørt
seinastu árini, men hóast stóru
íløgurnar í eitt nú fótbóltsvøll,
ítróttarhús og skúla, hevur
kommunan lítla og onga skuld.
- Eg vil siga, at tað stendur
ógvuliga væl til í kommununi
fíggjarliga. Skuldin er einar
seks miljónir krónur av einari
álíkning á umleið 30 miljónir
árliga. Í so máta er tað stuttligt
at reka kommununa, sigur Jóg
van í Skorini.
Hann vísir á, at stórur áhugi
hevur verið fyri at seta búgv
í kommununi, og hetta sæst
eisini aftur í fólkatalinum, sum
hevur verið í vøkstri.
- Fyri átta árum síðan vóru
vit 666 borgarar í Eiðis kom
munu, sum eisini fevnir um
Ljósá og Svínáir. Í dag eru vit
772. Tað merkir, sum eg onkun
tíð havi víst á, at umleið áttandi
hvør persónur, sum vit møta í
kommununi í dag, búði ikki
her fyri átta árum síðan, sigur
borgarstjórin.
Øktir sethúsaprísir
Áhugin fyri at búgva í Eiðis
kommunu sæst eisini aftur í
sethúsaprísinum, tá eldri ella
gomul hús verða seld.
- Eini gomul hús við at kalla
ongum grundstykki eru nýliga
seld í kommununi fyri umleið
hálva aðru miljón. Tað merkir,
at húsaprísurin er farin nógv
upp, nú eftirspurningurin er
so nógv vaksin.
Jógvan í Skorini heldur, at
nýggjari hús, sum kanska eru
bygd fyri eini 20-40 árum síðan,
hava eitt søluvirði í kommun
uni, sum liggur oman fyri tvær
miljónir í dag.
- Hetta eigur so eisini at
hava týdning, tá fólk, sum vilja
byggja nýtt, skulu fíggja sína
íløgu hjá lánistovnunum, held
ur borgarstjórin fyri.
Íbúðarverkætlan
Á Eiði er ein íbúðarverkætlan
í umbúna, har eitt privat felag
ætlar at byggja einar seks ella
átta íbúðir, sum minna um
íbúðirnar, ið Bústaðir hava bygt
eitt nú í Leirvík og á Strondum.
- Talan er um eitt øki vestan
fyri viðgerðarstovnin Frælsi á
Eiði. Hetta er eitt gamalt kamp
ingøki, sum kommunan átti.
Vit bjóðaðu økið út og felagið,
sum keypti, hevur nú ætlanir
um at byggja íbúðir á økinum.
Borgarstjórin veit ikki við
vissu, um talan verður um
íbúðir til leigu ella til keyps.
- Eg veit ikki, um hetta er
endaliga avgjørt enn, men
sum kommuna dámar okkum
sjálvsagt best, um slíkar íbúðir
verða leigaðar ella keyptar av
familjum, sum vilja búgva her.
Jógvan í Skorini fegnast um,
at bústaðarmynstrið í kom
mununi broytist og fjøltáttast.
- Soleiðis, sum eg havi skilt,
liggur verkætlanin við íbúð
unum meira ella minni kár.
Her verður sera gott útsýni, og
hetta verður ein fantastiskur
møguleiki hjá fólki, heldur
borgarstjórin.
Aðrir møguleikar
Á Eiði hevur kommunan nøkur
tøk grundstykki við Gerðisveg,
sum liggur frá ítróttarhøllini
og út eftir, men borgarstjórin
væntar, at neyðugt verður við
einari størri útstykkingarætlan
í komandi skeiði.
- Fara vit nøkur ár aftur, er
nógv bygt í Svínáum, og bygdin
er vaksin nógv. Eg vænti, at
vit skjótt - og kanska longu
í hesum árinum - fáa nøkur
nýggj grundstykki í Svínáum,
har vegurin til grundstykkini
er gjørdur, sigur Jógvan í Skor
ini, borgarstjóri í Eiðis kom
munu.
BORGARSTJÓRIN Á EIÐI IKKI
TIKIÐ ENDALIGA AVGERÐ
- Tað stendur ógvuliga væl til fíggjarliga í Eiðis kommunu. Í so máta er
tað stuttligt at reka kommununa, sigur Jógvan í Skorini, borgarstjóri
Hóast Eiðis kommuna hevur gjørt íløgur í fótbóltsvøll, ítróttarhús og skúla, hevur kommunan lítla og onga skuld