Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-10-13, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. oktober 2020síða 36

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

MIKUDAGUR 14. OKTOBER 2020 · NR. 72 Sosialurin 36 EYSTUROY Vilmund Jacobsen Sjóvar kommuna hevur seinnu árini gjørt nógv fyri at fáa fólk at seta búgv í kommununi, og alt bendir á, at hetta hevur givið úrslit. Tá Artur Johansen tók við sum borgarstjóri í kom­ mun­uni hin 1. januar í 2009, var fólka­talið 1030, men tá Føroyar eins og heimurin allur rendi seg í eina fíggjarkreppu í 2008, mink­aði fólkatalið í Sjóvar kom­munu niður á 930. Nú búgva stívliga 1100 fólk aftur í kommununi. - Tað vísti seg, at fleiri fóru av landinum at lesa í kreppu­árun­ um, og seinnu árini hevur verið líkt til, at fólk eftir lokna út­ búgv­ing leita sær heimaftur, nú sum familjur. Haraftrat hava vit fingið nýggjar borgarar, sum frammanundan einki til­ knýti hava til kommununa, sig­ur borgarstjórin. Sum heitt breyð Nýggjastu størri út­stykk­ ing­ar­nar, sum Sjóvar kom­ mu­na hevur framt, eru 11 grundstykki á Fríðufløtum og 42 grundstykki við Hálsatjørn. - Hesi grundstykki hava ging­ið sum heitt breyð, og øll tey hesi 53 eru seld. Artur Johansen vísir á, at tey eisini hava aðrar smær­ri útstykkingar og út­stykk­ingar­ æt­lanir í kom­mununi, eins og møgu­leikar eru og í framtíðini eisini verða at seta búgv á Sela­ trað og við Kolbeinagjógv, har komm­unan hevur samtykt eina minni ætlan. - Tað er umráðandi, at vit ikki gloyma smáu bygdirnar, sum hava so stóran týdning fyri kommununa. Hetta eru náttúru­vakrir blettir, sum ríka kom­mununa og gera, at Sjóvar kom­muna er tað, hon er. Borgarstjórin vísir á, at kom­munan eisini hevur nøkur grund­stykki tøk Innan Glyvur - í Geilini, sum tað verður rópt. - Vegurin her gongur paralell­ ur oman fyri landsvegin, og her er møguligt í góðum sam­ starvi við festarar at fara báð­ar vegir við grundøkjum, um fleiri grundstykki skulu út­vegast um hesar leiðir. Sum er, kann byggjast á eini trimum grund­ økjum í Geilini. Áhugin er stórur Artur Johansen dylur ikki fyri, at soleiðis, sum áhugin hevur víst seg, nú Eysturoyartunnilin skjótt letur upp fyri almennari ferðslu, verður neyðugt at út­ vega enn fleiri grundstykki. - Vit hava útskrivað nøkur byggi­loyvi við Hálsatjørn, og her eru fleiri í gongd við at gera grundøkini byggiklár. Fyrsti sokkulin er stoyptur, og byggitilfar er komið inn á økið. Nógva virksemi í sam­felag­num ger, at tað kann taka tíð at fáa fatur í veitarum og byggi­fyri­ tøkum til at byggja húsini. Artur Johansen sigur, at hóast grundøkini við Hálsa­ tjørn liggja í sera náttúru­ vøkr­um øki við fantastiskum út­sýni suður, eystur og vestur í fjørðin, hevur áhugin ikki verið minni fyri útstykkingini á Fríðufløtum á Strondum, har út­sýnið yvir Skálafjørðin eisini er sera gott. Borgarstjórin ásannar, at nógv er bygt og fer at verða bygt í Sjóvar kommunu tey næstu árini. - Í 2007 varð ein rímiliga stór útstykking gjørd í Lágni, men tá fíggjarkreppan fór at gera um seg í 2008, minkaði áhug­in fyri at byggja. Tískil komu bert nøkur fá hús upp í hesi útstykking. Men, í 2016, tá tað gjørdist greitt, at Eystur­ oyartunnilin var nær, vórðu øll grundstykkini, sum kom­ munan tá lá inni við í hesum øki, keypt, harav eini 15-16 hús nú eru komin upp, og onnur eru í gerð, sigur Artur Johansen. Borgarstjórin vísir á, at tað stóra potentialið hjá Sjóvar kom­munu tey næstu árini helst liggur upp at útstykkingini við Hálsa­tjørn. - Tað ber til at gera nakrar síðuvegir úr vegnum, sum gongur suður ímóti lands­ vegnum, og her verða møguleikar til fleiri grund­ stykki aftrat teimum 42, sum nú eru útstykkjað. Teir møgu­ leikar, sum eru liggja eystan fyri vegin, sum er bygdur norð­ ur úr landsvegnum við Rak­ tanga. Borgarstjórin heldur, at her kun­nu útvegast møguleikar fyri eini 20-25 grundøkjum aftr­at. Íbúðarbygging Men, tað eru ikki bara fólk, sum vilja byggja í Sjóvar kommunu, sum venda sær til kommununa í hesum tíðum. Her er eisini áhugi hjá privatum fyritøkum at sleppa at byggja íbúðir, og so­leiðis hevur onkur privat fyritøka fingið prinsipielt byggiloyvi til 12 íbúðir uttarlaga á Strondum. Talan er her um lendi, sum eitt felag hevur keypt frá privatum. - Vit í kommununi hava okkara ráðgevarar, og her eru sam­ráðingar í gongd í løtuni við veitarar, sum vilja byggja íbúðir á Strondum. Í 2017 bygdu Bústaðir sjey íbúð­ir á Strondum, og her hevur eisini verið upp á tal at byggja nakrar íbúðir aftrat. Borgarstjórin sigur, at ein onn­ur verkætlan, sum er upp á tal, er Inni í Byrgi, nakað uttan fyri Hulk á Strondum, har ein privatur veitari ætlar at byggja ein blokk við seks íbúðum. - Vit hava sæð tekningar av íbúðar­blokkinum, men her er byggiloyvi ikki givið felaganum enn, tí her skulu eitt nú ávísar sam­ráðingar fyrst fáast upp á pláss við landsmyndugleikar, eitt nú í samband við atkomu, sigur Artur Johansen, borgar­ stjóri í Sjóvar kommunu. GRUNDSTYKKI Á STRONDUM GANGA SUM HEITT BREYÐ - Soleiðis, sum áhugin hevur víst seg, nú Eysturoyartunnilin skjótt letur upp fyri almennari ferðslu, verður neyðugt at útvega enn fleiri grundstykki og bústaðarmøguleikar í Sjóvar kommunu, sigur Artur Johansen, borgarstjóri