Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-10-13, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. oktober 2020síða 35

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

EYSTUROY MIKUDAGUR 14. OKTOBER 2020 · NR. 72 Sosialurin 35 Sí nærri á sjovar.fo Til Sjóvar kommunu hoyra bygdirnar Innan Glyvur, Strendur, Kolbeinagjógv, Morskranes og Selatrað. EIN KOMMUNA FYRI ØLL - Tað er umráðandi, at vit eru ambitiøs, síggja møguleikar í okkara lokalu dýrgripum og gagnnýta teir til fulnar, sigur 30 ára gamla, Marjun á Fríðriksmørk Berbisá hon eisini arbeiða fyri um­ vørvisvinarligum tiltøkum í kommununi. - Hetta kundi eitt nú verið at skift olju­fýr­ingarnar í kom­ munalu bygn­ing­unum út við um­hvørvisvinarligar orku­ skipanir, og eg kundi ei­si­ni hugs­að mær eina tíð­ar­hósk­ andi um­bygging av rusk­plássi­ num, soleiðis at tað verður greið­ari, hvussu vit skilja okk­ ara rusk rætt. Haraftrat kundi eg hugsað mær, at vit fingu eina góða og innbjóðandi end­ ur­nýtslu­støð, sum allir borg­ar­ ar hava at­gongd til, sigur hon. Tora at hugsa nýtt Hvørjar verða avbjóðingarnar hjá Sjóvar kommunu næstu fýra árini, og hvønn týdn­ ing heldur tú, at Eystur­oyar­ tunnilin fer at fáa fyri tykkara øki? - Vit eru ein kommuna í stórum vøkstri, og Eystur­oyar­ tunnilin hevur nógvar møgu­ leikar og avbjóðingar við sær. Fólkatalið er veksandi, og við tunlinum verður meginøkið í Føroyum munandi størri. Marjun á Fríðriksmørk Berbi­s­á vísir á, at við størri fólka­tali og størri marknaði koma bæði nýggjar avbjóðingar og nýgg­ir møguleikar. - Við fólkavøkstrinum fylgir eitt nú nógv nýbygging, fleiri inn­tøkur til kommununa, men eisini fleiri tænastur, sum skulu veitast, integrasjón av til­ flytarum, so øll kenna seg væl­ komin og ymiskt annað. Hon sigur, at nýggjar av­ bjóðingar leggja eisini upp til nýggjar loysnir, og sum bygda­ ráðs­limur vil hon gera sítt til, at bygda­ráðið torir at hugsa nýtt. - Vit eiga at eggja okkara borgarum at verða við til at menna nýggjar loysnir og stimbra innovatión sum heild. Marjun á Fríðriksmørk Berbisá heldur tað vera um­ ráð­andi, at Sjóvar kommuna ikki endar sum ein ”sovibýur”, ið stendur myrkur, tá fólk fara av bygdini til arbeiðis ella til ítrív og hugna. - Tí er avgerandi, at vit eru ambiti­øs, síggja møguleikar í okkara lokalu dýrgripum og gagn­nýta teir til fulnar. Hetta ger, at vit halda fast í okkara sam­leika, samstundis sum vit megna at fylgja við tíðini. Ein kom­muna skal ikki bara veita fysisk­ar karmar til virksemið á staðnum. Tað er umráðandi, at kommunan eisini stimbrar og eggjar fólki til at fylla teir fysisku karmarnar við gevandi inni­haldi, mentan, list og við søguni, sum skapar okkara felags samleika. Aðalmálið er, at øll skulu kenna seg aftur og trívast í Sjóvar kommunu, sig­ur Marjun á Fríðriksmørk Berbis­á.