Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-10-13, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. oktober 2020síða 34

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

MIKUDAGUR 14. OKTOBER 2020 · NR. 72 Sosialurin 34 EYSTUROY Vilmund Jacobsen 30 ára gamla, Marjun á Fríð­ riks­mørk Berbisá, hevur fyri fyrstu ferð latið seg stillað upp til kommunuval, og hon er upp­ stillað í Sjóvar kommunu. Hon er gift við Fróða Otto Abra­ hamsen Berbisá, og saman eiga tey trý børn. Men, hvør er so unga kvinn­ an, sum nú bjóðar seg fram? - Í 2019 tók eg prógv sum cand.scient í molekylærbiologi, sum tað kallast - ella mýlafrøði - á Aarhus Universiteti. Í dag starvist eg sum vís­inda­ligt hjálparfólk í eini gransk­ing­ar­ verk­ætlan á Fróð­skapar­setri­ num, har vit granska í ymiskum viður­skift­um, sum kunnu vera orsøk til met­høga títtleikan av Crohn’s og Ulcerosa Colitis í Føroyum. Aftrat hálvtíðarstarvinum ger hon eisini ymiskt praktiskt arbeiði á Strandamáling. - Av tí, at bæði størvini eru fleksibul, riggar hetta stak væl hjá okkara familju, sigur hon. Trivnaður millum ung Men, hvat hevur so fingið Marjun á Fríðriksmørk Berbisá at stilla upp til kommunuval? - Sjóvar kommuna hevur gjørt eitt megnararbeiði sein­ astu árini, og stórar íløgur eru gjørd­ar í ansingarstovn, leigu­bú­staðir, útstykkingar og annað. Men, eg vil gjarna seta fokus á trivnað, mentan og um­ hvørvi. Hon vísir á, at í Sjóvar kom­ munu eru ómetaliga nógv søgu­liga spennandi støð, sum eftir mínum tykki skuldu verið virðismett hægri. - Sum bygdaráðslimur vil eg eisini verða við til at seta sjóneykuna á trivnaðin millum ung, tí tey ungu hava eftir mín­ um tykki ikki verið raðfest í langa tíð. Eg vil eisini eggja til, at fleiri umhvørvisvinalig átøk verða sett í verk, sigur Marjun á Fríðriksmørk Berbisá. Hvørji eru so hjartamálini hjá nýggja valevninum í Sjóvar kommunu? - Trivnaðurin millum tey ungu í kommununi skal takast í álvara. Eg vil verða við til at menna eitt innihaldsríkt, kreativt og trygt stað, har tey ungu kunnu verða eftir skúla­tíð. Eg hugsi um eitt stað við einum dugnaligum leiðara, sum hevur røttu førleikarnar til at verða um tey ungu, og sum for­eldrini hava álit á. Hetta skal verða eitt stað fyri øll, sigur hon. Marjun á Fríðriksmørk Berbi­sá heldur, at musikkskúlin á Strondum hevur alt ov fá ljóð­føri samanborið við kom­ munurnar rundanum Sjóv­ar kommunu. - Hetta er spell, tí starvs­ fólkini á dagstovninum Lítla­ fløtti eru fantastiska dugnalig til at leggja sang og tónleik í børnini. Tí havi eg eitt ynski um ein fjølbroyttan og dygd­ ar­góðan musikkskúla, ið kann stimbra og menna tón­leika­ evnini víðari. Søguligu dýrgripirnir Neyðugt er eisini at virðismeta søguligu dýrgripirnar í Sjóvar kom­munu hægri. - Sjóvar Fornminnafelag er gull vert, og teirra arbeiði skal avgjørt stuðlast í størri mun. Lokala søgan er umráðandi part­ur av okkara samleika og trivnaði og kann geva okkum eina kenslu av felagsskapi. Tí, hevur tað ómetaliga stórt virði fyri borgararnar í kommununi at varðveita, fortelja ella endur­ skapa okkara lokalu fornminni. Marjun á Fríðriksmørk Berbisá heldur, at støð sum fiska­stykkini í Tanga, kamp­ ur­in á Bergi, gálgin á Selatrað og trøllið við Sjógv eru nøkur dømi um lokalar søgur, sum eftir hennara tykki skulu meira fram í ljósið. Um hon verður vald, vil MARJUN TORIR AT HUGSA NÝTT - Ein kommuna skal ikki bara veita fysiskar karmar. Tað er umráðandi, at kommunan eisini stimbrar og eggjar fólki til at fylla fysisku karmarnar við gevandi innihaldi, mentan, list og við søguni, sum skapar okkara felags samleika, sigur ung kvinna, sum fyrstu ferð stillar upp til kommunuval Trivnaðurin millum tey ungu í kom­ mun­uni skal takast í álvara