týsdagur 13. oktober 2020síða 33
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
EYSTUROY
MIKUDAGUR
14. OKTOBER 2020 · NR. 72
Sosialurin
33
Árni Gregersen
Jóhan Christiansen hevur á
nýggjárinum sitið 12 ár, sum
borgarstjóri í Eysturkommunu.
Við øðrum orðum er hann
einasti borgarstjóri, sum hev
ur verið í samanløgdu kom
mununi.
-Tað er altíð lættaari sjálvur
at leggja frá sær enn at onnur
gera tað fyri seg, men eg haldi
at tíðin hjá mær er farin nú,
sigur hann.
Hann hevur arbeitt við at
leggja kommunurnar saman í
praksis gjøgnum hesi 12 árini
og tað hevur eftir hansara
fatan gingið hampuliga væl.
-Hetta hava verið 12 góð ár,
sum eg eri ómetaliga glaður
fyri, sigur hann.
Bóndast
Jóhan Christiansen er barn
føddur í Leirvík, men mamman
er frá Gøtugjógv.
Og tað er júst har hann fæst
við seyð. Hann hevur yvirtikið
tvey smá festir í bygdini og
hevur umleið 90 áseyðir har.
-Eg røkti eisini fyri ver
móður, leggur hann smílandi
afturat.
Sum flestu kunnugt, so er
tað torført at vinna sær livi
breyð gjøgnum so smá seyða
hald, tí hyggur hann seg um
eftir øðrum at fáast við, nú
borgarstjóratíðin er farin.
-Eg havi keypt mær ein lítlan
deksbát, sum eitur Brimnes.
Tað er ikki tí eg ætli mær at
fara at rógva út, men eg kundi
hugsa mær at fara at fáast við
ferðavinnuna, sigur hann.
-Eg eri rættuliga spentur
uppá, hvussu ferðavinnan fer
at menna seg og kundi hugsa
mær at gerast ein partur av
henni, sigur fyrsti og hig
artil einasti borgarstjórin í
Eysturkommunu.
FER AT BÓNDAST
OG FÁAST VIÐ
FERÐAVINNU
Fráfarandi borgarstjórin í Eysturkommunu
fæst nógv við seyð og nú ætlar hann
eisini at fara í ferðavinnuna