Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-10-13, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. oktober 2020síða 32

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

MIKUDAGUR 14. OKTOBER 2020 · NR. 72 Sosialurin 32 EYSTUROY Árni Gregersen Tað er samtykt í Eystur­kom­ munu, at farast skal undir at byggja nýggjan barnagarð við Gøtugjógv. Hetta er ein risastór men neyðug íløga, millum annað tí at talið av børnum veksur í kommununi. -Hetta er ein íløga fyri 54 milljónir krónur. Tað ljóðar ómeta­liga nógv – og er tað eisini – men tá ið vit hugsa um, at her er alt talt við, so er barna­garðurin helst ikki nógv dýrari enn aðrir barnagarðar, sigur Jóhan Christiansen, borgar­stjóri. Tað var kjak í kommununi um farast skuldi undir verk­ ætlanina og tá ið endaliga av­gerðin skuldi takast, hildu summir býráðslimir, at hon skuldi minkast nakað. Men tá ið avtornaði, var samtykt at fara undir verk­ ætlanina, sum hon fyrilág, tí alt sum hoyrir til barnagrðin er tikið við í verkætlanina. Vinna Bæði í Gøtu og Leirvík vóru sam­feløgini nógv tengd at sjón­um og skipum. Soleiðis er tað framvegis við Varðanum og uppsjóvarflotanum hjá teim­ um sum størsta fyritøkan. Varðin er tí eisini partur av einari stórari byggiætlan, sum kommunan, Varðin og Mest ætla at fara undir á Tjørnu­nesi á Skálafjørðinum - nakað inn­ an­fyri bygdina Undir Gøtueiði. Uppgávan hjá kommununi er fyrst og fremst at fáa lendi til vega og annars tey loyvir, sum skulu til eina slíka verkætlan. Varðin hevur ætlanir um at gera ein langan bryggjukant, har skipini hjá teimum kunnu liggja, meðan Mest hevur ætlanir um at byggja ein størri dokk á økinum. Eina dokk, sum tekur øll føroysk skip. -Jú hetta er ein verulig ætlan, sum vit arbeiða við í fullari ferð, sigur Jóhan Christiansen, borgar­stjóri. -Faktisk er tað so, at eg havi lovað, at kommunan fær øll loyv­ini til vega, áðrenn hetta bý­ráðið leggur frá sær, sigur hann. Hann vil treyðugt siga enn, hvat tað fer at kosta kom­mun­ uni at vera partur av verk­ ætlanini, men ætlanin er, at fáa eitt gott og stórt vinnu­øki á Tjørnunesi til vinnu­fyri­tøkur­ nar í kom­mun­uni. Enn er ongin tíðarætlan al­ manna­kunngjørd enn at ætlan­ in er at fáa øll loyvir til vega í ár. Nógvar vinnufyritøkur Umframt Varðan eru nógvar aðrar fyritøkur í kommununi. Á havnarlagnum í Norðragøtu heldur Fiskavirki til, har nógv fólk starvast hvønn einasta dag. Bakkafrost hevur aling á Gøtuvík og heldur eisini til í Norðra­gøtu. Í Leirvík er Tavan, men Leir­ vík er gomul útróðrarbygd, so haðani rógva eisini fleiri nýggjari útróðrarbátar út. Í Gøtudali er ein stór fyritøka við lastbilum og trailarum, um­ framt nýggja bilverkstaðið, sum serliga hevur lagt seg eftir at gera plátuskaðar. Summar vik­ur sproyta tey um 100 bilar í nýggja virkinum. Nakað longri uppi í dalinum er bóndin í ferð við at byggja eitt nýtt, stórt fjós. Janus Joen­ sen, bóndi, er millum teir 18-19 bóndurnar, sum framvegis hava neyt og syrgir fyri, at mjólk fæst frá MBM hvønn dag. Fleiri smærri virkir eru eisini. Til dømis er prent­ smiðjan Estra í Syðrugøtu og menn­ingarfyritøkan innan taraaling, Ocean Forrest. Sjókovin, sum er ein greiningar og ráð­gev­ingar­ fyritøka heldur til í Leirvík og í Gøtudali er eitt annað verkstað, sum fyrst og fremst tekur sær av lastbilum. Fleiri byggifyritøkur eru í kommununi og í grótbrotinum í Leirvík er ein betongblandstøð og í grótbrotinum í Norðagøtu heldur smiðjan Away til. Omanfyri grótbrotið í Syðru­ gøtu verður eisini arbeitt við jarð­arbrúki og har hendir stór menning. -Kommunan er fjøltáttað, so eg haldi, at vit eiga at vera væl nøgd, sigur Jóhan Christiansen. STÓRAR ÍLØGUR LIGGJA EISINI FYRI FRAMMAN Sjálvt um nógvar íløgur eru gjørdar seinastu 12 árini, so eru íløgur fyri framman eisini Tavan heldur til á byrggjuni í Leirvík. Har leggja eisini útróðrarbátarnir at Á Fiskiavirkinum í Gøtu starvast nógv fólk hvønn einasta dag