týsdagur 13. oktober 2020síða 42
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 14. oktober 2020 · Nr. 72
42
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
List og bøkur til sølu
Vegna flyting selist list eftir m.a.
J. Waagstein, Chr. í Geil, Gudmund Hentze,
Eivindi Mohr og øðrum.
Somuleiðis hópin av føroyskum
antikvariskum bókum.
Ring tel. 59 22 67
Alt á einum stað
Vit útinna allar uppgávur í sambandi
við eina jarðarferð frá byrjan til enda
• Kistur
• Sangir, blómur og kransar
• Sangarar (í Tórshavn)
• Ervi
• Líkflutningur til og úr Føroyum
• Líkbrenning (Kremering)
Tel. 51 17 23
www.gravarhjalp.fo
TØKK
Asbjørn Ejdesgaard
f. 28.11.1939 - d. 05.04.2020
Hjartaliga takka vit øllum, sum sýndu
samkenslu, tá ið elskaði beiggi, svágur,
mammu og pápabeiggi okkara andaðist og varð
jarðaður.
Tøkk til Emil Olsen, prest fyri góð og
troystarrík ord. Tøkk til tykkum sum fylgdu
Asbjørn til hansara seinasta hvíldarstað.
Tøkk fyri uppringingar,heilsanir, kransar og
minnisgávur til Javna.
Eina serliga tøkk veita vit tykkum á
Korndalsbýlinum, sum vóru so væl um
Asbjørn, tá tíðina, hann var har.
Familjurnar vegna
Karin
TØKK
Hjartaliga takka vit øllum tykkum, sum sýndu
samkenslu, tá ið kæri maður, pápi og abbi
okkara,
Karsten Holm
doyði og fór til gravar.
Berit og synirnir.
TØKK
Hjartaliga takka vit øllum, sum sýndu
samkenslu, tá okkara elskaði pápi, maður, abbi
og verpápi, brádliga andaðist og flutti heim til
Harran.
Zacharias Hammer
13. oktobur 1951 - 9. juni 2020
Av hjarta takka vit familju, vinum og
kenningum fyri alla umsorgan og troystarríkar
heilsanir. Takk til tykkum øll, ið hjálptu til á
ein hvønn hátt, bakaðu og vitjaðu. Ein tøkk til
Ebenezer, sangkórið, MC Restorff, undurspæl,
berarar og EVR, ið stroymdu jarðarferðina.
Ein serlig tøkk til Eivind av Reyni, John Í
Skemmuni, Poul Jóhan Djurhuus og Jógvan
Zachariassen fyri góð og troystarrík orð í
Ebenezer og á grøvini.
Takk fyri blómur, kransar og minnisgávu til
Lívdina.
Takk til tykkum, ið fygldu Zachariasi til
hansara seinasta hvíldarstað.
Familjurnar vegna
Monja, Margretha, Anita, Helena og
Gullborg
TØKK
Hjartaliga takka vit øllum, sum sýndu
samkenslu, tá kæra mamma, vermamma, omma
og langomma okkara
Gynvor Jacobsen
f. 16. desember 1924 - d. 24. juni 2020
andaðist og varð jarðað.
Tøkk til prest, Mariu Summers Við Skipá,
fyri vøkur og troystarrík orð í kirkjuni, og til
kirkjutænarar og gravarar.
Tøkk til kórleiðara, kirkjukór og sangarar, sum
sungu til kórseting og jarðarferðina.
Takk fyri heilsanir, blómur og kransar.
Tøkk til tykkum á Heiminum á Grønanesi, sum
høvdu umsorgan fyri henni og javnan vitjaðu
hana seinastu árini.
Hjartans tøkk til øll, sum hjálptu í samband við
jarðarferðina og ervið, og sum fylgdu henni til
hennara seinasta hvíldarstað.
Maria, Helgi, John og Páll við familjum
Aðalfundurin 2019
verður 28.10.2020,
sambært lógum felagsins.
Tíð og stað verður
kunngjørt seinni.
Nevndin