Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-10-13, síða 43
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. oktober 2020síða 43

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

43 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 14. oktober 2020 · Nr. 72 Føroya Arbeiðarafelag skipar fyri skeiði fyri felagslimum, álitisfólkið og nevndarlimum, ið ikki hava verið á skeið áður. Hvat er skeiðið m.a. um ? • Álitisfólkaskipanin – (hvussu álitisfólk skulu veljast, uppgávurnar hjá álitisfólkum, vernd móti tilvildarligari uppsøgn og leikluturin hjá álitisfólkum tá talan er um sáttmálasamráðingar) • Frítíðarlógin – (m.a. frítíðarlønin, frítíðin, kann hald leggjast á frítíðarlønina og tá fólk gerast sjúk tá tey eru farin í feriu) • Leiðslurætturin hjá arbeiðsgevaranum - (hvat bestemmar arbeiðsgevarin ?) • Tá arbeiðsfólk gerast sjúk - (hvørjar reglur eru galdandi fyri tímalønt og fyri fastlønt) • Starvssetan og uppsøgn/burturvísing – (m.a. hvussu støðan er hjá løntakara tá koronasmittan ger, at fólk verða send heim og hvør munurin er millum uppsøgn og burturvísing) Nær verður skeiðið ? 24. – 25. November 2020, frá kl. 10:00-16:00 Hvar verður skeiðið ? Í fundarhøli 2, Tjarnardeild 7, 100 Tórshavn Tilmelding: Tilmelding er hjá lokala limafelagnum ella hjá Føroya Arbeiðarafelag á tlf. 31 21 01 ella við at senda ein teldupost til fafelag@fafelag.fo Skeiðið verður bert um nóg stór undirtøka er. Tilmelding í seinasta lagi fríggjadagin 13. November 2020 FØROYA ARBEIÐARAFELAG Stoffalág 17 - 100 Tórshavn - tlf. 31 21 01 www.fafelag.fo Skeið fyri álitisfólkið, felagslimum og nevndarlimum innan sáttmálaøki hjá FA Mykinesgøta 6 Postboks 3232 110 Tórshavn Tel 354913 gbt@gbt.fo www.gbt.fo Vit hava vognar... til bátaflutning til hestaflutning til mc-/bilflutning til maskinflutning Og vognar... sum eru innilokaðir sum eru opnir sum kunnu vippa ...tín trúgvi fylgisveinur BRENDERUP 1205 kann vippa og er sera væl umtóktur til mong endamál. Til dømis at koyra seyð, grind og fisk, eitt less av sandi ella skervi, og ikki minst rusk úr garðinum. Kann setast eftir enda, tá hann ikki verður nýttur, og fyllur tá lítið og einki. Ein sera hentur vognur at eiga. Vit umboða Brenderup viðfestivognar og bjóða alskyns sløg – bæði til vinnu og privat Setast eftir enda Við høgum síðum Við netsíðum Við høgari presending UMHVØRVIS- OG VINNUMÁLARÁÐIÐ Løgfrøðingur til Umhvørvis- og vinnumálaráðið Umhvørvis- og vinnumálaráðið søkir eftir løgfrøðingi til setan skjótast gjørligt. Ert tú løgfrøðingur, og hevur tú hug at arbeiða við lógarsmíði, ráðgeving og málsviðgerð í landsins fyrisiting, so er hetta kanska eitt starv fyri teg. Umhvørvis- og vinnumálaráðið er fyrisiting hjá landsstýrismanninum í umhvørvis- og vinnumálum. Ráðsuppgávurnar fevna um at ráðgeva landsstýrismanni og leiðslu, at umboða ráðið í tvørgangandi samstarvi og at lýsa og avgreiða mál, sum hoyra stjórnarráðnum til. Førleikar • Tú hevur løgfrøðiligt embætisprógv (cand.jur.). Tú hevur áhuga fyri økjunum, sum Umhvørvis- og vinnumálaráðið umsitur, og kundi hugsað tær at arbeitt við at menna og dagføra økini. Tú dugir væl at orða teg á føroyskum, bæði í skrift og í talu, og tað er ein fyrimunur, um tú hevur politiskt tev og áhuga fyri samfelagsviðurskiftum sum heild. Arbeiðsuppgávur Sum fulltrúi fert tú at arbeiða sjálvstøðugt. Høvuðsuppgávurnar verða kommunal eftirlitsmál, løgfrøðilig ráðgeving, lógar- og kunngerðasmíð, málsviðgerð, at gera hoyringarsvar umframt at umboða stjórnarráðið í arbeiðsbólkum og samstarvsfora. Talan er um eitt fast starv, sum serliga fevnir um kommunumál umframt náttúru- og umhvørvismál og byggi-, lendis- og býarskipanarøkið. Starvið er mennandi við skiftandi og fjølbroyttum uppgávum. Hóast starvið er sjálvstøðugt og ábyrgdin stór, so verða uppgávurnar loystar í toymum og í samstarvi við aðrar starvsfelagar í ráðnum. Lønar- og setanartreytir Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Búskapar- og løgfrøðingafelag Føroya. Setanin fevnir um Umhvørvis- og vinnumálaráðið og stovnar undir tí umframt Løgmansskrivstovuna og onnur stjórnarráð. Umsókn við avriti av prógvum o.ø. skal sendast til: Umhvørvis- og vinnumálaráðið Gongin 7 FO-100 Tórshavn ella við telduposti til uvmr@uvmr.fo Umsóknarfreist Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 22. oktobur 2020 kl. 12:00. Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Hilmar Høgenni, deildarstjóra, á tlf. 558090 ella við at skriva til hilmarh@uvmr.fo. Umhvørvis- og vinnumálaráðið umsitur alimál, arbeiðsmarknaðarmál, arbeiðsumhvørvismál, brunaumsjón, búnaðarmál, byggimál, einkarætt, elveitingarmál, ferðavinnu, fólkayvirlit, handilsmál, integratiónsmál, jarðfrøði, kavaramál, kolvetni, kommunumál, tó ikki inntriv mótvegis kommunum vegna landsbúskapin og kommunalútjavning, kort- og landmátingarmyndugleika, lendisskipan, matrikulering og sundurbýti, merki, mynstur, náttúrumál, navnamál, oljumál, orkumál, samskiftismál, sjóvinnumál, skógarmál, sundurbýti, tinglýsing, tónleikavinnu, tryggingarmál, umhvørvismál, útjaðaramál, útskifting, vanlukkutryggingarmál, veðurlagsmál, veterinermál, vinnufeløg og vinnumál og veitir landsstýrinum ráð, tryggjar haldgott grundarlag og ger hugskot til veruleika.