Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-10-13, síða 44
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. oktober 2020síða 44

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 14. oktober 2020 · Nr. 72 44 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tróndur Arge – Tórsvøllur Tað eru tríggir minuttir spæld­ir útyvir teir 90, tá Ivaylo Stoya­ nov úr Bulgaria bríkslar fyri seinastu ferð. At kalla allir spælararnir á vøllinum húka, ella seta seg niður í løtuni aftaná. Ein lætti tykist síggjast á før­ oysku spælarunum. Tað hevur verið trýst á seinastu løtuna, og tað er ikki ongin orka eftir. Lettland spælir heilt víst fyri at vinna, tí støðan í bólkinum er til okkara fyrimun. Teir eru sterkir í nærdystunum og føroyska liðið hevur av­bjóð­ ingar í deyðbóltunum. Seinastu fimm minuttirnar fær Odmar Færø, føroyski málskjúttin, ikki spælt við fullari ferð, og tað merk­ir eisini seinastu løtuna. Tað bleiv ongantíð lætt móti Lett­landi. Gilli, Odmar og Klæmint inn Føroyska landsliðið venur bara eina ferð á Tórsvølli und­ an dystinum. Teir spæla móti Danmark mikukvøldið undan. Ein kropsliga krevjandi dyst­ ur, sum endar við 4-0 sigri til vertirnar í Herning. Fríggja­ dagin er venjing á Tórsvølli, men tað er vónleyst at fáa nakra informatión um liðið, og hvørjar tankar Håkan Ericson, lands­liðs­venjari, hevur um komandi dyst. Ein tíma undan dystarbyrjan kemur liðuppstillingin. Mest óvæntað er afturvalið av Andreasi Lava Olsen, sum eisini byrjaði í Herning tríggjar dagar fram­manundan. Hann bleiv rokn­aður sum ein innskiftari á landsliðnum, men hevur nú byrjað í tveimum av fýra dystum undir nýggju leiðsluni. Nýggjur í álopinum er Klæmint A. Olsen, ið ikki var við í Dan­ mark. Patrik Johannesen dett­ ur út á bonkin. Gilli Rólantsson kemur inn á høgra bakkin og Odmar Færø verður nýggjur makkari hjá Sonna Ragnar Nattestad í mið­verjuni. Jóannes K. Daniel­ sen og Heini Vatnsdal byrja á bonkinum. Brandur má út Føroyska liðið byrjar dystin væl. Vit hava nøkur álop og leggja eitt ágrýtið trýst á gest­ ir­nar, sum ikki megna at svara aftur fyrstu løtuna. Aftaná 11 minuttir setur Brandur Hend­ riks­son seg niður á vøllin. Hann tekur seg til andlitið og boð koma beinan vegin um, at hann skal skiftast út. Hann er ringur í høvuðpínu og tað ávirk­ ar eisini sjónina. Inn kemur Gunnar Vatnhamar. Tað ávirkar spælið, at okkara besti bóltspælari má av vølli­ num. Tað sæst fleiri ferðir, at hann hansara eginleikar at venda á miðvøllinum og spjaða spæl­ið mangla. Sterkir lettar Løtuna aftaná fáa vit eina ábending um, at lettar ikki eru lættir at fáast við. Tvær ferðir eru teir nær við at skora eftir deyðbóltar, har teir vísa styrki í nærdystunum og luft­ dystunum. Føroyska liðið er ávarað, men tað eydnast ikki at verja fyri, tá 25 minuttir eru spældir. Eitt heldur vandaleyst frí­ spark verður lyft inn í brots­ teigin, men har vinna lettar bóltin og skjóta hann í málið í aðru atløgu. Lettland hevur sett seg á dystin og tað kennist eitt vónbrot fara gjøgnum áskoðar­arnar á Tórsvølli. Mál­skjútti er Janis Ikaunieks. Odmar svarar aftur Ein løtu eru langt á mál. Brand­ ur Hendriksson er skiftur út, føroyska liðið hevur torført við at vinna kropsligu tvídystirnar og dreymarnir um at økja frástøðuna í oddinum í Bólki 1 í deild D í Nations League fána. Tað ganga bara tríggir minuttir, so er hornaspark í høgru. Jóannes Bjartalíð send­ ur bóltin innfyri og liðfelagið í KÍ, Odmar Færø, skallar bóltin í málið. Hetta er fyrsta málið hjá Odmari Færø á landsliðnum. -Eg havi skorað okkurt mál í landskappingini, og á lands­ liðnum hava eisini fleiri stórar og sterkar menn í luftini. Tað kundi tað sama verið ein hin­ um, men at tað var eg í dag – tað var bara deiligt. Eg fyristillaði mær, at eg vann bóltin og tað gjørdi eg tíbetur eisini, sigur Odmar Færø. Millimetrar frá sigrinum – og tapinum F ø r o y a r e r u næsmast at vinna d y s t i n . Tað er stutt fyri tíð, tá Klæmint A. Olsen legg­ur ból­tin inn­fyri til innskifta Jóan Símun E d ­m u n d s ­s o n , sum skorar. Tíverri verður Klæ­mint A. Olsen veittraður fyri rangstøðu, men tað á marki­num. Føroyska liðið hevði eisini okkurt skot og royndi í løtum at leypa á, men tað var ein lætti tá dómarin bríkslaði fyri sein­astu ferð. Lettland hevði fleiri møguleikar enn vit, og nakrar ferðir var heilt nær við, at gestirnir fingu tað, sum teir komu eftir. Millum teir troyttu spælararnar á føroyska liðnum var málskjúttin Odmar Færø, sum seinastu løtuna fekk krampa. -Eg klári ikki at hugsa um annað enn hvussu troyttur eg eri. Eg fekk krampa og setti meg niður, men fekk so at vita at vit onga útskifting høvdu eftir. So var bara eftir at reisa seg uppaftur og spæla víðari. .Vit iðra okkum sjálvandi, tí vit ætla at vinna, men vit fáa eitt stig og eg fekk mítt fyrsta mál, sigur Odmar Færø. Føroyar hava nú sjey stig eftir trý umfør. Lettland hev­ ur trý stig, meðan Malta og Andorra hava tvey stig í part. Týskvøldið 13. oktobur spælir Før­oyar móti Andorra á Tórs­ vølli. Nations League: Tað var ein lætti at hóma, tá dómarin bríkslaði fyri seinastu ferð. Føroyska landsliðið vann sær eitt stig á Tórsvølli leygardagin, men tað var eftir ein drúgvan dyst, har gestirnir vóru sterkari enn okkara Fótbóltur Dysturin hesa vikuna... Føroyar-Lettland 1-1: LETTLAND LETTLAND GJØRDI GJØRDI TAÐ IKKI LÆTT TAÐ IKKI LÆTT