týsdagur 13. oktober 2020síða 46
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 14. oktober 2020 · Nr. 72
46
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Nøgdur við
úrslitið – ónøgdur
við spælið
- Aftaná at hava hugsað eina
løtu um tað aftaná dystin, so
eri eg nøgdur við javnleikin
sum dystur útviklar seg í
seinna hálvleiki, og at vit
klára at halda frástøðuna
niður til Lettland í bólkinum.
Leikliga, serliga tá hugsað
verður um seinna hálvleik,
eri eg ikki nøgdur, sigur
Håkan Ericson, sum mátti
skifta Brandur Hendriksson
út eftir 11 minuttir.
-Tað er klárt, at tað
er avbjóðandi at ein av
spælarunum,
ið
byggir
okkara spæl upp, má av
vøllinum so tíðliga. Soleiðis
er fótbóltur og tú mást
tillaga teg, sigur Håkan
Ericson, sum viðurkennur
styrkina hjá Lettlandi upp á
deyðbóltar.
-Vit
hava
eina
ætlan
um hvussu vit skulu verja
í deyðbóltum, og tað eru
nakrar
tilvildir
í
eisini
ráða, men vit mugu eisini
viðurkenna
at
teir
eru
sterkir. Her mugu vit eftir
førimuni verja fyri, við at
steðga
renningunum
og
halda teimum vekk, sigur
landsliðsvenjarin, ið eisini
viðurkennur at menn eru
slitnir til dystin.
-Eg haldi tað eru nakrir
spælarar, sum ikki eru heilt
í dystarform í dag. Lettlandi
hevði
bara
nakrar
fáar
spælarar, sum spældu móti
Montenegro fyrr í vikuni og
tað ger mun. Fleiri av okkara
hava spælt móti Danmark,
sum er ein torfør uppgáva,
sigur Håkan Ericson leggur
at enda afturat:
-Tað er væl hugsandi,
at vit kundu havt deilt
spælitíðina øðrvísi, men vit
hava stutta tíð at fyrireika
liðið og tað eru hesir, sum
eru spælir inn til spælistílin
í løtuni. Tað er heldur ikki
vist, at fleiri útskiftingar
høvdu
gjørt
heildar
myndina betri, hóast tat
orkan kanska hevði verið
betri.
Tróndur Arge – Tórsvøllur
Tað føroyska avrikið var ikki
sannførandi móti Lettlandi.
Fáir spælarar spældu yvir
miðal. Serliga gekk tað til tíðir
illa fram eftir vøllinum, tá vit
skuldu byggja spælið upp.
Hinvegin, so var miðverjan
stinnur í tvídystunum, og ser
liga Sonni Ragnar Nattestad
útmerkaði seg.
Spælarametingar hesa ferð
eru á miðal og beint yvir. Tað
er íroknað, at Føroyar spældu
móti Danmark mikukvøldið,
og at Lettland er eitt rímiliga
sterkt lið. Tí nýtist 1-1 ikki at
vera eitt vánaligt úrslit.
Teitur M. Gestsson 7.5
Málverjin stóð aftur royndina.
Hann var ósekur í málinum
og hevði eisini onkra bjarging.
Hann útmerkar seg við spæli í
føtrunum. Tað kemur liðnum
til
góðar,
tá
verjan
bleiv
kroyst og mátti spælt aftur
til málverjan, sum bæði hann
avlevera og sparka langt. Er við
at spæla seg í landsliðshitan.
Gilli Rólantsson 6
Høgri bakkurin hevur ikki
spælt nógv í ár, og tað sást
eisini til tíðir á avrikinum.
Hann hevði sína bestu løtu
tíðliga í dystinum, har hann
eisini vísti fram sína ferð
og góðu innlegg. Ein Gilli í
toppform kann meiri enn tann
Gilli, sum spældi leygardagin á
Tórsvølli.
Odmar Færø 7.5
Málskjútti og stinnur í verju
støðu. Miðverjin fekk kjansin
hesa ferð og tók av. Hann
arbeiddi hart í verjustøðu og
einu ferðina átti hann eina
stórutá, sum bjargaði okkum
eitt mál. Tað var eisini hann,
sum fór framvið í horna og
skoraði til 1-1, bara tríggjar
minuttir eftir at Lettland kom
á odda, javnaði. Gav seg so
nógv, at hann ikki fekk spælt
seinastu minuttirnar.
Sonni Ragnar Nattestad 8
Dagsins
maður
á
Tórsvølli
leygardagin. Kom veruliga til sín
rætt við at rudda vekk og sleppa
upp í fleiri luftdystir. Hann er á
altjóða stigi, tá hann spælir væl
og tað gjørdi hann leygardagin.
Uttan Sonna Ragnar Nattestad
hevði føroyska liðið havt fleiri
trupulleikar. Serliga hæddin
og strykin í luftdystunum, tá
Lettland sendi deyðbóltar inn
fyri. Ein uppreisn frá dystinum
móti Danmark.
Viljormur Davidsen 7
Kom væl frá uppgávuni á
vinstra bakki. Er aftur tryggur á
bóltinum, har hann dugur væl at
sleppa sær einfalt av við bóltin.
Kom eisini fram við í nøkrum
støðum og stóð væl í verjustøðu.
Tað hava verið nakrir hektiskir
dagar hjá Viljormi, sum mundi
blivi seldur til Silkeborg fyri eini
viku síðan.
Jóannes Bjartalíð 5.5
Átti uppleggið til málið hjá okk
um við góðum hornasparki,
og hevði frammanundan gott
skot frá brotsteigarmarkinum.
Tóktist
betri
fyri
enn
í
dystinum móti Danmark. Fekk
meiri ábyrgd í uppspælinum
og serliga við deyðbóltunum,
eftir at Brandur mátti av vølli
num. Håkan Ericson vísur
honum stórt álit, men tað er
sum Jóannes manglar tað sein
asta, fyri at fáa sítt ordiliga
gjøgnumbrot. Vónandi kemur
tað móti Andorra.
Hallur Hansson 6
Liðskiparin er ein fyrimynd
og stríðsmaður, sum tekur
ábyrgd á vøllinum. Hann legg
ur altíð nógvar metrar eftir
sær og tað er ilt at fílast á av
rikini hjá monum, men uttan
Brand Hendriksson við sína
lið, so manglaði okkurt á
miðjuni. Hallur kemur nakrar
ferðir í støður, har spælið
helst skal vendast, men tað
eydnast ikki. Er næstan altíð
íblandaður í góðu løtunum á
bóltinum, nú manglar bara í
at fáa umsett fleiri av støðum
til málmøguleikar. Hevði eisini
eitt drønskot.
Brandur Hendriksson 5.5
Torført at geva ein meting
eftir 11 teir fyrstu minuttirnar
á vøllinum. Hann gav tekin um
ta løtuna hann var á vøllinum,
at hann var í sínum vanliga
góða spælilag. Er á bóltinum og
leitar eftir spælimøguleikum.
Var saknaður, tá hann fór út.
Sølvi Vatnhamar 5
Hevur fingið fult álit undir
Håkan Eriscon og tað er ikki
so løgið. Er ein drúgvur tænari,
sum fluttur meiri inn á sentrala
miðvøllin. Hetta var kanska
ikki
hansara
besti
dystur,
men er sum altíð skilagóður í
avleveringsspælinum.
Andreas Lava Olsen 5
Vinnur nógvar nærdystir og
helst hevur verjan hjá Lett
landi fingið ilt nakrar ferðir.
Kom tó ikki til teir stóru mál
møguleikarnar. Bara í løtum fáa
vit at síggja tann Andreas Lava
Føroyska landsliðið spældi ein miðal dyst móti Lettlandi, sum
eisini endaði við javnleiki. Tað sæst á spælarametingunum,
at tað er verjan, sum stendur sterkast í hesum dystinum.
Tað sigur eisini eitt sindur um, at Lettland stóð væl
Spælarametingar:
SONNI STÓÐ
SONNI STÓÐ
STERKUR
STERKUR Í Í
MYNDINI
MYNDINI
Håkan Ericson: