Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-10-13, síða 47
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. oktober 2020síða 47

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

47 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 14. oktober 2020 · Nr. 72 Føroyar høvdu spanska risan á knøunum Spania telur millum størstu fótbóltstjóðir í Europa og heiminum, og U-21 landsliðið hjá Spania eigur somu støðu, sum besta landsliðið og stór­ feløgini Real Madrid og Bar­ ce­lona. Spania var væl meiri á bóltinum í fyrra hálvleiki, men tað eydnaðist ikki at um­seta yvirvágina til mál. Før­oyska liðið var sera væl skipað, og fram ímóti steðgi­ num spældi heimaliðið seg til onkran málmøguleika. Spurningurin var so, hvussu tað fór hilnast í seinna hálvleiki, tí føroysku spælar­arnir høvdu runnið so nógv og brúkt nógva orku. Føroyar áttu fyrsta góða møgu­leikan í seinna hálvleiki, men tað var Spania, sum legði seg á odda. Hóast føroyingarnir fingu mál ímóti sær, so vísti føroyska liðið í seinna hálvleiki framúr avrik. Hetta man vera eitt tað besta av­ rikið, sum nakað føroyskt landslið hevur megnað ímóti so stinnum mótstøðuliði. Verjan var alla tíðina stak væl skipað, og spaniólar fin­ gu ikki høvi at spæla seg til nógvar møguleikar. Rói Zachariasen var stinn­ ur í málinum, Sámal Johan­ sen og Ólavur Niclasen vóru skilagóðir og kaldir miðverjar, og Ari Olsen og Daniel Johan­ sen vóru framrættaðir vong­ verjar, sum bjóðaðu seg til og megnaðu at sneiða framvið mótstøðumonnum. Á sentrala miðvøllinum spældu Stefan Radosavljevic og Hjalti Kárason Djurhuus stak væl. Ofta plagar at verða sagt, at stóri munurin á føroyskum spælarum og útlendskum stjørnum er skjótleikin. Tí var tað huga­ ligt at staðfesta, at var mun­ ur­in ikki tann stóri. Tað sást, tá ið Føroyar spentu álops­ bogan, og ein av sponsku stjørn­unum brádliga var leys­ur í vinstru. Tá spurtaði Hjalti K. Djurhuus, yvirhálaði og tók bóltin av honum. Petur Knudsen var lið­ for­maður og sentrali fram­ rættaði miðvallarin, og bæði hann og Adrian Justinussen og Lukas Giessing megnaðu støðugt at pressa sponsku verju­na og mynda støður og møgu­leikar. Pætur J. Petersen arbeiddi nógv í fremstu ódnini. Tíðliga í seinna hálvleiki endaði fínt álop við, at hann varð spæld­ ur leysur í høgru og royndi seg úr spískum, men mál­ verjin bjargaði. Hetta var framúr føroyskt avrik, ið eigur at teppa øll tey á meginlandinum, sum tosa um, at Føroyar og aðrar smá­tjóðir ikki eiga at spæla saman við teimum stóru. joannes@sosialurin.fo Olsen, sum vit elska at síggja. Í fullari ferð móti málinum. Klæmint A. Olsen 5 Kemur ikki ordiliga til sín rætt hesaferð, men ótrúliga nær við at eiga upplegg til avgerandi mál, sum tó verður dømt fyri rangstøðu. Endurtøkurnar tykjast vísa, at hann var ikki rangstaddur. Vit koma ikki ordiliga til innleggini, har rituvíkingurin trívist best. Gunnar Vatnhamar 5 (Inn 11.min) Kom inn tíðliga í dystinum, men fann seg ongantíð til ræt­ t­is. Slapp at vísa styrkju nakr­ ar ferðir, men hevði tað nak­að trupult á bóltinum. Er ein góð týpa til landsliðið, men hann er nokk ikki maðurin, ið er ætlaður at avloysa Brand Hendriksson, tá hann er skadd­ur. Rógvi Baldvinsson 5 (Inn 65.min) Fekk sínar fyrstu minuttir undir Håkani Ericson. Kom inn á verjukenda miðvøllin, har tað var brúk fyri fólkið upp á hetta tíðspunktið í dystinum. Endaði í miðverjuni, tí Odmar Færø ikki fekk spælt meir. Jóan Símun Edmundsson 5.5 (Inn 65.min) Kom inn í álopinum og skoraði eitt mál, sum tíverri bleiv dømt fyri rangstøðu. Vísti í løt­um góðan bóltførleika og egin­ leikar at fáa smáspæl at sita væl, men misti eisini ein bólt, sum mundi endað við einum vanda­miklum mótálopi. Jóannes K. Danielsen 6 (Inn 82.min) Kom inn seinastu minuttirnar á høgra bakki og gjørdi tað væl. Vann onkran bólt og var partur av góðum uppspæli eisini. Ringt at koma inn sum høgri bakk­ur, tá liðið er kroyst, men hann er eftirhondini eitt trygt landsliðskort. Patrik Johannesen 5 (Inn 82.min) Kom inn á vinstra vongin og legði nógv fyri. Hevur vunnið sær álit frá Håkan Ericson í øðrum dystum sum áleypari, men nú kom hann inn á vinstra vong­in, har hann spælir fyri KÍ. Håkan Ericson 5 Landsliðsvenjarin arbeiðir fram­vegis móti einum nýggj­ um spælistíli, har vit verja longur frammi á vøllinum. Tað kann til tíðir kosta í verjustøðu, men málið er at landsliðið yvir tíð skal skapa fleiri mál­ møguleikar. Innskiftingin av Gunnari Vatnhamar og saman­ setingini á miðjuni riggaði ikki so væl. Tí endar Håkan Ericson á einum 5-talið. Góðkend, men ikki so nógv meir enn tað. Føroyar – Lettland Mál: 2-2 Skot: 5-13 Skot á mál: 3-1 Spælbýti: 54%-46% Avleveringar: 468-423 Rættar avleveringar: 349 (75%) – 302 (71%) Rættar avleveringar: 75%-71% Gjørd fríspørk: 14-11 Gul kort: 1-3 Hornaspørk: 4-7 Rangstøður: 2-1 Føroyar – Spania 0-2 (0-0) U-21 EM undankappingardystur 0-1: Brahím Diaz 51. 0-2: Brahím Diaz 91. Føroyar: Rói Zachariassen – Ari Olsen, Samuel Johansen Chukwudi, Ólavur Niclasen, Daniel Johansen – Stefan Radosavljevic (Ragnar Samuelsen, 81.), Hjalti Kárason Djurhuus – Lukas Giessing, Petur Knudsen (Arnbjørn Svensson, 85.), Adrian Justinussen – Pætur J. Petersen Á beinkinum: Bárður á Reynatrøð, Dann Fróðason, Hanus Sørensen, Steffan Løkin, Noah Mneney, Pætur Skipanes og Andri Julin Benjaminsen. Venjari: Sámal Erik Hentze U21: