hósdagur 15. oktober 2020síða 19
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 16. OKTOBER 2020
SOSIALURIN 73
19
UMHVØRVIS- OG VINNUMÁLARÁÐIÐ
Løgfrøðingur til Umhvørvis- og vinnumálaráðið
Umhvørvis- og vinnumálaráðið søkir
eftir løgfrøðingi til setan skjótast
gjørligt. Ert tú løgfrøðingur, og hevur
tú hug at arbeiða við lógarsmíði,
ráðgeving og málsviðgerð í landsins
fyrisiting, so er hetta starv kanska
nakað fyri teg.
Umhvørvis- og vinnumálaráðið er fyrisiting
hjá landsstýrismanninum í umhvørvis- og
vinnumálum. Ráðsuppgávurnar fevna um
at ráðgeva landsstýrismanni og leiðslu, at
umboða ráðið í tvørgangandi samstarvi,
og at lýsa og avgreiða mál, ið hoyra
stjórnarráðnum til.
Førleikar
Tú hevur løgfrøðiligt embætisprógv. Tú
hevur áhuga fyri økjunum, ið Umhvørvis-
og vinnumálaráðið umsitur, og ynskir at
arbeiða við at menna og dagføra økini. Tú
skalt duga væl at orða teg á føroyskum,
bæði í skrift og í talu, og er tað ein
fyrimunur, um tú hevur politiskt tev og
áhuga fyri samfelagsviðurskiftum sum
heild.
Arbeiðsuppgávur
Sum fulltrúi kemur tú at arbeiða
sjálvstøðugt. Høvuðsuppgávurnar verða
kærumálsviðgerð, løgfrøðilig ráðgeving,
lógar- og kunngerðarsmíð, málsviðgerð,
gera hoyringssvar, umframt at umboða
stjórnarráðið í arbeiðsbólkum og
samstarvsfora.
Talan er um eitt fast starv, ið fevnir serliga
um kommunumál umframt náttúru-,
og umhvørvismál byggi-, lendis- og
býarskipanarøkið.
Starvið er mennandi og við skiftandi og
fjølbroyttum uppgávum. Hóast starvið
eru sjálvstøðug og ábyrgdin stór, so
verða uppgávurnar loystar í toymum og í
samstarvi við aðrar starvsfelagar í ráðnum.
Lønar- og setanartreytir
Starvið verða sett sambært sáttmála
millum Fíggjarmálaráðið og Búskapar- og
løgfrøðingafelagið. Setanin fevnir um
Umhvørvis- og vinnumálaráðið og stovnar
undir tí, umframt Løgmansskrivstovuna og
onnur stjórnarráð.
Umsókn við avriti av prógvum o.ø.
skal sendast til:
UMHVØRVIS- OG VINNUMÁLARÁÐIÐ
Gongin 7
FO-100 Tórshavn
ella umvegis teldupost á uvmr@uvmr.fo
Umsóknarfreist
Umsóknir skulu vera okkum í hendi í
seinasta lagi 28. oktobur 2020, kl. 12:00.
Nærri fæst at vita um starvið við at venda
sær til Hilmar Høgenni, deildarstjóra,
tlf. 558090 ella umvegis teldupost til
hilmarh@uvmr.fo.
Umhvørvis- og vinnumálaráðið umsitur alimál, arbeiðsmarknaðarmál, arbeiðsumhvørvismál, brunaumsjón, búnaðarmál, byggimál, einkarætt, elveitingarmál,
ferðavinnu, fólkayvirlit, handilsmál, integratiónsmál, jarðfrøði, kavaramál, kolvetni, kommunumál, tó ikki inntriv mótvegis kommunum vegna landsbúskapin og
kommunalútjavning, kort- og landmátingarmyndugleika, lendisskipan, matrikulering og sundurbýti, merki, mynstur, náttúrumál, navnamál, oljumál, orkumál,
samskiftismál, sjóvinnumál, skógarmál, sundurbýti, tinglýsing, tónleikavinnu, tryggingarmál, umhvørvismál, útjaðaramál, útskifting, vanlukkutryggingarmál,
veðurlagsmál, veterinermál, vinnufeløg og vinnumál, og veitir landsstýrinum ráð, tryggjar haldgott grundarlag og ger hugskot til veruleika.
og sendi hann til útheimin
2021
Tel. 34 18 00 ∙ bokhald@sos.fo
Umbiðið
kalendarin nú