Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-10-15, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. oktober 2020síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 16. OKTOBER 2020 SOSIALURIN 73 18 sent, skuldi ein avtala um eitt stutt telefonprát gerast. Undir telefonprátinum sat mín upline klár til at taka yvir og forklára, so viðkomandi fór at keypa start­kassan. Skjótast vaksandi toymi í verðini Metodurnar vóru effektivar, og tað gekk væl hjá Milju. Hon fekk beinanvegin rekrutterað tveir nýggjar seljarar, og aftaná eina viku hevði hon skaffað 17 fólk í sítt toymi. Øll hesi vóru so undir Milju, sum merkir, at hon sum teirra vegleiðari tjenti pengar uppá teirra avrik. Aftaná eina tíð byrjaði hon eisi­ni at læra síni downlines at rekruttera fólk - júst eins og hennara ovastu høvdu gjørt við seg í byrjanini. Og nú gekk tað bara ein veg fyri føroysku seljararnar. – Okkara toymi vaks øgiliga skjótt. Vit vóru heimsins skjót­ ast vaksandi toymi í eina tíð, sigur Milja. Tá tað koyrdi upp á sítt besta, hevði Milja umleið 80 fólk undir sær, sum var ein stórur partur av før­oyska Forever-netverkinum. Okkurt ruggaði ikki rætt Við tíðini bleiv Milja eitt sindur meira skeptisk um hetta virk­ semið, tí fleiri reyðar lampur byrj­aðu at blunka. Serliga vakti tað undran, tá hon fann útav, at hon treyðugt slapp at skriva nakað negativt um Forever. – Øll vórðu biðin um bara at geva positivitet víðari, og um mann hevði okkurt negativt at siga, so skuldi mann bara siga tað við sín upline. Tað var ein so­vorðin giftigur positivitetur yvir øllum kulturinum har. Eg rokni við, at hetta er ein máti at fáa fólk at lata vera við at tosa ringt um tær myrku síðurnar við For­ever. – Mann verður eitt nú biðin um at sletta fólk, sum vísa nakað slag av negativiteti á sosialu miðlun­um, tí mann skal fylla høvdið við positiviteti, sigur Milja, sum ikki fylgdi hesum til­ mæli­num. – Vit blivu eisini róst upp til skýgg­ini, tí vit kláraðu okkum so væl. Men aftaná eina tíð, tá onkur annar kláraði seg betur, so blivu vit gloymd og fingu ikki somu viðurkenning longur. Einki yvirskot uppá sølu Milja mátti viðurkenna, at tað var nærum ógjørligt at fáa yvir­ skot við bara at selja. – Mann kann ikki koma uppí og tjena beinanvegin. So skal mann vera ein øgiliga dugna­lig­ ur seljari og einki brúka sjálvur av produktunum, sum mann ann­ars verður biðin um, sigur Milja og vísir á, at tollurin eisini er dýrur. – Eg havi verið við í næstan eitt ár, men havi enn ikki havt yvir­skot av sølu. Tað einasta, sum hevur givið mær yvirskot, hevur verið bonus frá toyminum hjá mær, tí eg hevði so nógv und­ ir mær. Men hetta samsvarar ikki við tað, sum mann fær at vita, áðrenn mann byrjar sum seljari. Tí tá kann mann sambært Milju fáa at vita, at mann kann ar­ beiða heilt lítið og fáa nakrar eyka túsund krónur. – Hetta, sum mann fær at vita í byrjanini, er lygn. Og tað finnur mann fyrst út av, tá mann er komin uppí. Hetta er eitt 24/7 arbeiði, um mann vil hava nakað burturúr, sig­ur Milja Pattinson. Bleiv manipulerað til at halda fram Øll hesi ávaringarteknini gjørdu, at Milja vildi gevast. Tað kendist skeivt, tað lønti seg ikki, og hon brúkti alt for nógva tíð til hetta. – Hetta var einki, eg ætlaði at gera, tá eg kom uppí. Men eg tordi ikki ordiliga at siga nei til tey tingini, sum eg bleiv spurd um at gera. Um mann segði nei, fekk mann at vita, at mann var ”ótakk­samur”, sigur Milja. Hvørja ferð hon ætlaði at gevast, so bleiv hon sannførd um tað mótsatta. – Eg bleiv mint á mín dreym um fíggjarligt frælsi og fekk alla­ tíð at vita, at eg manglaði bara nøkur fá stig til at blíva meira frí. “Um tú kempar ordiliga hart nú, so fært tú alla ta tíð, tú ynsk­ir saman við børnunum um eini fimm ár”, bleiv sagt. Hesin dreym­urin bleiv prentaður inn í høvdið á mær, og tað fekk meg at halda fram, fortelur Milja við greiðu niðurstøðuni: – Tað bleiv kallað motivatión. Men tað er tað ikki. Hatta er mani­pulering. "Takk" og farvæl Milja valdi at síggja burt frá hes­ um dreyminum og prøvaði at hyggja at sínari egnu støðu við kritiskum og realistiskum eyg­ um. Tí gavst hon sum seljari og vink­aði farvæl til Forever Living í september. Eitt sindur aftaná hittust nakrir av teimum fremstu seljar­ un­um í Føroyum einum í kjatt- bólki, tí tað var komið út í orð, at fleiri vóru ónøgd. – Øll vaknaðu. Vit fortaldu hvørjum øðrum alt møguligt, sum vit ikki tordu at siga við hvønn annan áðrenn. Vit sleptu øllum leysum og steðgaðu við at vera robottar. Tað vísti seg, at eingin okkara tók undir við hes­ um mátanum at arbeiða uppá í føroyska toyminum, sigur Milja, sum eisini legði eina dagføring út á Instagram, har hon vísti sína ónøgd um Forever. Milja væntar, at tað í løtuni eru umleið 200 Forever-seljarar í Føroyum. – Føroyingar kennast og hava álit á hvørjum øðrum, og tað er nokk tí, at tað hevur breitt seg so skjótt. Men tað er verri enn so helvtin, sum eru aktivir seljarar. Tey flestu eru givin, tí tað ikki løn­ar seg, og eg vænti eisini, at fleiri góvust, tá eg talaði at á Instagram. Alt handlaði um at fáa fleiri fólk uppí Tess longri Milja hevur verið vekk frá Forever, tess meira leggur hon merki til. – Eg síggi ikki tænastuna í hes­um, um tað viktigasta er at síggja øll rundan um seg sum eitt potentiali ella ein kunda. Tað má vera meira erligt enn hatta. Tað kann ikki vera rætt, at mann skal út at jagstra kundar og down­lines. Einasta endamálið við rekruttering er at fáa seg sjálvan at veksa, sigur Milja. Men har eru eisini positivar síður við Forever Living, heldur hon. – Tað er ikki so svart og hvítt. Mær dámar enn væl produktini. Tað er eisini cool nokk at vera selj­ari, um mann veit, hvat tað er mann er í, sigur Milja. Hon hevur tó valt at stíga fram við hesum fyri at ávara onn­ur um metodurnar í hesari bransju­ni. – Eg eri ikki betri enn nakar annar. Eg trúgvi veruliga, at tað eru seljararnir, ið eru størstu ofrini. Eg vil bara ávara fólk og siga, at hóast Forever Living er eitt lógligt konsept, so eru tað fólkini og kultururin, sum oyði­ leggja tað, sigur Milja Kristina Pattinson Joensen. FOREVER LIVING: – VIT HARMAST UM HETTA Í Forever Living harmast tey um ta keðiligu uppliving, sum fyrrverandi Forever-seljarin Milja K. Pattinson Joensen hevur haft við Forever. Samstundis kenna tey einki aftur til tær metodurnar, sum hon kallar manipulerandi, tí tey ynskja, at alt skal fara etiskt rætt fram Forever Living er ein stór altjóða fyritøka, og tí er trupult at hava skil á, hvussu hvør einstakur seljari velur at skipa sítt arbeiði og sínar metodur. – Tað er sera harmiligt at hoyra, at hesin seljarin hevur haft hesar upplivingar við sínum arbeiði. Endamálið við Forever er sum so tað mótsatta - at geva møguleikan fyri at uppbyggja sína egnu fyritøku við frælsinum at velja nær, hvar og hvussu nógv mann vil arbeiða, sigur Fredric Alerstam, sum er Country Manager í Forever Living. – VIT HAVA GREIÐAR REGLUR Milja K. Pattinson Joensen finst serliga at tí, at mann fær lovað gull og grønar skógir, áðrenn mann fer uppí Forever, tí hetta passar sambært henni ikki. Men meiningin er sambært Fredric Alerstam ikki at lova nakað, sum ikki er realistiskt. – Forever hevur greiðar reglur um, at okkara seljarar ikki mugu koma við yvirdrivnum pástandum um inntøkumøguleikar og arbeiðsinnsats, tá teir rekruttera nýggjar seljarar. Allar upplýsingar um inntøkumøguleikar skulu vera sannar, realistiskar og grundaðar á fakta, sigur hann og vísir á, at tað væl ber til at fáa okkurt burturúr sum seljari. – Tað kann geva sera fín úrslit at arbeiða sum sjálvstøðugur fyri Forever, m.a. orsakað av ferðum, útbúgving og stuðli til bil-leasing. Men tað krevur eisini nógv arbeiði - sum vit eru sera opin og erlig um. Vit kunnu ongantíð garantera succes. Vit kunnu harafturímóti bjóða ein møguleika fyri at byrja egna fyritøku uttan risiko og kapitalíløgur, sigur Fredric Alerstam. – Forever arbeiðir sera tilætlað fyri at mótvirka øllum brotum, bæði fyri at verja okkara kundar, seljarar og vørumerkið hjá Forever, sigur hann. YVIRSKOT OG REKRUTTERING Sambært Milju K. Pattinson Joensen, sum hevur verið seljari í næstan eitt ár, so er tað nærum ógjørligt at fáa yvirskot einans við sølu - mann má rekruttera nýggj fólk fyri at fáa nakað burturúr, sigur hon. – Allir seljarar, sum selja produkt, hava yvirskot - tey keypa produktini inn fyri ein lægri prís, enn tey skulu selja tey fyri. Seljararnir fáa 30-48% í avsláttri uppá tey produkt, tey keypa inn, treytað av, hvussu nógv tey umseta. Vinningurin fer til seljaran, sigur Fredric Alerstam. Men hví siga seljarar nærum einki um rekruttering, fyrr enn nýggi seljarin er komin uppí? – Í okkara reglugerð forklára vit týðuligt, at okkara seljarar altíð skulu vera opnir og erligir í sínum samskifti. Tað er tó umráðandi at undirstrika, at hin einstaki seljarin sjálvur ger av, um viðkomandi vil arbeiða við rekruttering ella ikki, sigur Fredric Alerstam, sum heldur einki kennir til, at seljarar biðja sínar downlines um at sletta negativitet frá sosialu miðlunum, sum Milja Pattinson vil vera við. Tá vit spyrja, hvussu nógv hava eitt so stórt yvirskot, at tey kunnu liva av tí, er svarið soljóðandi: – Tey flestu arbeiða við Forever sum parttíðarstarv, ella hava tey tað við síðuna av sínum vanliga arbeiði, sigur Fredric Alerstam.