Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-10-15, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. oktober 2020síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 16. OKTOBER 2020 SOSIALURIN 73 17 Hóast Milja frá byrjan av helt hetta virka eitt sindur mystiskt, so vann vónin á ivanum, og hon gjørdi av at blíva partur av Forever Living. Bleiv partur av einum størri netverki Milja fekk eina Forever-kontu og keypti tann sokallaða start­ kassan við ymsum produktum, sum hon antin kundi brúka sjálv, vísa fram ella selja víðari. Hon bleiv partur av einum stór­ um skandinaviskum toymi, sum kallaðist Team Empire Builders, og so fekk hon eisini ein support- bólk og luttók í online-venj­ ingum við videokjatti tríggjar ferðir um vikuna. – At byrja við var alt so posi­ tivt, og eg føldi meg vælkomna. Eg lærdi skjótt, at øll í Team Empire Builders nýttu ein ser­ ligan hátt at arbeiða uppá, sum hevði gjørt okkum til skjót­asta vaksandi toymið í Norður­ londum. Seljarin, sum hjálpti Milju at koma uppí Forever, bleiv henn­ ara vegleiðari - ella upline, sum tað eisini eitur. Umframt veg­ leið­ing inniber tað, at vegleiðarin fær prosentir av tí, sum Milja sum nýggjur seljari fór at selja. Vegleiðarin hjá Milju hevði so eisini sín egna vegleiðara - og hon var tann ovasta í føroyska For­ever-hierarkiinum. Skuldi rekruttera nýggj fólk í toymi Milja fekk bjóðað møguleikan at gera ein sokallaðan “top 10”, sum snúði seg um at finna 10 potentiellar nýggjar seljarar, har endamálið var at fáa tær at ar­beiða undir Milju við henni sum vegleiðara. Hon fann so 10 fólk og koyrdi tey øll í 10 ymsar Messenger-samrøður saman við sær og hinari ovastu. – Eg skrivaði eini boð, sum fekk tey at føla seg speciell. Segði at eg sá stórt potentiali í teim­um, og at tey riggaðu per­fekt til hetta. Og at møguleiki var fyri ókeypis ferðum, bil-bon­us og øðrum, viðgongur Milja og leggur dent á, at alt, sum hon skrivaði, var niðurskrivað fram­man­undan av øðrum hægri í skipan­ini, og at hon bara gjørdi, sum varð sagt. – Eg skuldi ikki nevna "Forever Liv­ing" í fyrstu boðunum. Og eg mátti ikki skriva meira enn eini boð, tí mín upline skuldi taka yvir og føra samrøðuna víðari, so eg kundi hyggja og læra, fyri at eg seinni kundi gera tað sama. Eg skuldi eisini vera klár at senda mínum uplines screenshot, um tey "potentiellu" sendu mær eini privat­boð, minnist Milja. Aftaná hon hevði eygleitt rekrutt­er­ings-teknikkin, slapp hon at royna seg við at skriva til fólk sjálv. Hetta kallaðu tey RGI- teknikk, og hægri úr hierarki­ num varð viðmælt at skriva til eini 10 fólk um vikuna. – Meginreglan var at fáa fólk at siga ja til at síggja eitt video­ brot, sum skuldi ”forklára alt”. Men áðrenn videobrotið varð