hósdagur 15. oktober 2020síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 16. OKTOBER 2020
SOSIALURIN 73
16
PÆTUR HJALMAR EVENSSON
A
t hava fíggjarligt
frælsi, vera sín egni
stjóri og arbeiða
heimanífrá nakrar
tímar um vikuna ljóðar sum
ein dreymur. Og umframt góða
løn eru ókeypis ferðir og goldin
bilur ikki hissini snøklar at fáa
við sínum starvi - eitt starv sum
ein og hvør kann fáa. Tað ljóðar
næstan for gott til at vera satt.
Men hendan fantastiska møgu
leikan hava óvanliga nógvir før
oyingar fingið eftir hondini - ser
liga ungar kvinnur.
Tað byrjar typiskt við, at
ein seljari setur seg í samband
við teg á sosialu miðlunum og
fortelur tær um møguleikan
at blíva tín egni stjóri og fáa
eitt betri lív. Tú fært kanska at
vita, at tú hevði egnað teg væl,
tí viðkomandi sær eitt stórt
potentiali í nettupp tær. Men
tú fært ikki at vita beinanvegin,
hvat starvið heilt konkret snýr
seg um, men bara at tað verður
leitað eftir nýggjum fólki fyri
tíðina. Freistandi ljóðar tað í
øllum førum - serliga um tann,
ið vendir sær til tín, er familja,
vinfólk ella kenningur.
Møguleikin snýr seg í stuttum
um at blíva sjálvstøðugur seljari
av ymsum produktum innan eitt
nú húð- og hárrøkt, og tað eru
eftir hondini nógvir av hesum í
Føroyum. Fyritøkurnar handan
hetta konseptið byggja sum
oftast á tað sokallaða Network
Marketing - eitt handilskoncept,
har selt verður beinleiðis frá
framleiðara til kunda gjøgn
um eitt breitt netverk av sjálv
støðugum seljarum. Ein av
teimum kendastu fyritøkunum
við Network Marketing kallast
Forever Living, sum er ein stór
altjóða fyritøka, ið er førandi
innan framleiðslu og sølu av
produktum frá plantuni Aloe
Vera.
Stóri spurningurin er so, um
tað veruliga ber til at røkka tín
um dreymum um fíggjarligt
frælsi so skjótt, sum tú fært
varhugan av, áðrenn tú játtar
at blíva partur av Forever Living
ella øðrum líknandi.
Milja brýtur tøgnina
Ein av teimum førandi Forever-
seljarunum í Føroyum seinasta
árið hevur verið 24 ára gamla
Milja Kristina Pattinson Joensen.
Men aftaná at hava verið partur
av hesum virkseminum í knapt
eitt ár, hevur hon nú valt at
venda Forever Living bakið.
– Eg vaknaði og sá, hvussu
langt úti hetta er, sigur unga
gøtukvinnan Milja, sum í dag býr
í Funningsfirði við sínum sjeiki
og teirra tveimum børnum.
– Tað er frekt at lúgva og bara
siga hálvar sannleikar, tá mann
roynir at fáa fólk uppí sítt virk
semi. Tey prenta ein dreym í
høvdið á fólki, sum ger, at øll fara
eftir málinum at blíva millioner.
Men tað er bara ikki pláss fyri
øllum at vera millionerar í senn,
sigur hon avgjørd.
– Mann skal vita, hvat tað
inniber at blíva partur av For
ever Living, tí tað er sera ósann
líkt, at mann fær nakað burturúr
tí, sigur hon.
Manglaði eitt arbeiði
Alt byrjaði við, at Milja bleiv
bjóðað til eitt sokallað kunda
kvøld við einum seljara, sum
vísti ymisk produkt fram og
fortaldi um Forever Living.
Milja, sum altíð hevur elskað
Aloe Vera, keypti nokkso nógv
produkt sjálv, og hon læt bara
heilt væl at.
Eina tíð seinni, tá Milja var
liðug at vera í barsli, leitaði hon
eftir einum starvi at hava aftrat
skúlanum. Í hesum sambandi
kom hon í tankar um hetta
kundakvøldið.
– Eg mintist, at hon hevði
sagt, at væl væl ber til arbeiða
heimanífrá og tjena nakrar
eyka túsund krónur við at
selja produkt. So skrivaði eg til
hennara fyri at hoyra nærri, for
telur Milja.
– Hon segði, at hon helt, at
hon hevði eitt gott pláss til mín.
Tað virkaði, sum eg spurdi í røttu
løtu, og at eg var heppin.
LOKKANDI
LOKKANDI
DREYMURIN
DREYMURIN UM
UM
FÍGGJARLIGT
FÍGGJARLIGT
FRÆLSI SPØKIR
FRÆLSI SPØKIR
Í FØROYUM
Í FØROYUM
"Mann skal vita, hvat tað inniber at blíva partur av Forever
Living, tí tað er sera ósannlíkt, at mann fær nakað burturúr
hesum”. Tað sigur 24 ára gamla Milja K. Pattinson Joensen,
sum hevur verið millum tey ovastu í føroysku føðiketuni
fyri eitt handilskonsept við vælveru-produktum