Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-10-15, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. oktober 2020síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJAGUR 16. OKTOBER 2020 SOSIALURIN 73 15 Men gera tey fýra so, sum Sam­bands­flokkurin gjørdi í 2016, so stend­ur á goml­um nøglum, og so hev­ur Krist­in Michelsen av­gerð­ina, um samgongan skal bjarg­ast, ella um Aksel V. Jo­hann­e­sen fær høvi at skipa nýggja samgongu. Tann kjansin letur hann neyv­an arvafíggindanum! vera í­móti øllum slíkum. Flokk­ urin er stutt sagt ímóti øllum, sum hev­ur við LGBT at gera. Tal­ an er púra greið. Miðflokkurin at­kvøð­ur ímóti við sínum báðum at­kvøð­um í tinginum. Løgmaður og Kaj Leo Holm Jo­han­n­esen hava ikki at­kvøðu­ rætt í Løgtinginum. Men tað hev­ur Johan Dahl, sum hevur lov­að, at hann fer at atkvøða fyri ein­um møguligum and­støðu­ upp­skoti, sum vit nú vita verður latið Løgtinginum í næstu viku. Um Johan Dahl atkvøður við and­støð­uni, so hevur andstøðan 16 at­køvður. Javnaðarflokkurin 7, Tjóð­veldi 6 og Framsókn 2. Við Jo­han verða tær 16. Nú vantar ein at­kvøða í at samtykkja upp­ skot­ið. Um eingin annar úr Sam­ bands­flokkinum ger sum Johan Dahl, so stendur og fellur upp­ skot­ið við Kristini Michelsen úr Sjálv­stýris­flokkinum. Tað er ilt at meta um, hvat Sjálv­stýr­is­flokkurin í dag heldur um sa­m­kynd. Fyri valið var hann í­móti. Báðir tingmenn floksins at­kvøddu ímóti. Kristin er mest ímóti Aksel Men Kristin Michelsen, sum í dag um­boðar Sjálvstýrisflokkin, var javn­að­armaður fyri valið. Og hann at­kvøddi fyri uppskotinum sam­an við øllum sínum tá­ver­ andi sam­gongufeløgum – og Ed­ mundi Jo­ensen og Magna Laks­ a­foss úr Sambandsflokkinum. Hvat Kristin Michelsen hugs­ ar um akt­u­ella málið er ó­greitt. Men um hetta mál­ið kann føra til sam­gongu­slit, so kann sam­ gong­an helst rokna við Krist­ini Mich­el­sen, sjálvt um hann ikki slapp við í sam­gong­ u­na. Tað er einki duls­mál, at Krist­ in Mich­el­sen hevur sera ring við­ u­r­skifti við Javn­að­ar­flokk­in, og at hann bein­leið­is hevur kastað hat­ur á Aksel V. Jo­hannesen – eft­ir at hann varð tveittur úr Javn­að­ar­flokk­i­num. Tí er meira sannlíkt, at hann offrar tey sam­kyndu og fellir mál­ið fyri at bjarga sam­gonguni. Harv­ið forð­ar hann fyri, at Javn­ að­ar­flokk­urin fær høvi at skipa nýtt lands­stýri ella ger­ast partur av ein­um nýggjum lands­stýri. Hvat siga tey nýggju í Sam­bands­flokkinum? Tað er tó ein líkning, ið líka skal ganga upp. Sam­bands­flokk­u­r­in hev­ur nýggja ting­mann­ing í dag. Tað er bara Magnus Ra­s­mus­sen, sum var á tingi seinasta valskeið, sum sam­an við Bárði Niel­sen, Kaj Leo Holm Jo­hann­e­sen og Bjørn Kals­ø, at­ kvøddi í­móti at loyva sam­kynd­um at gift­ ast. Har eru nú fimm fólk, sum ikki hava at­ kvøtt í mál­i­num: Fri­ modt Ras­mus­sen, Rósa Sam­u­el­sen, Jasp­ur Lang­gaard og Er­hard Jo­en­sen – og so Jo­han Dahl, sum hev­ur givið sína støðu til kenn­ar. Soleiðis atkvøddu tey Tá Løgtingið 29. apríl í 2017 atkvøddi um hjúnabandslógina fullu atkvøðurnar soleiðis: JA: 19 1. Páll á Reynatúgvu, Tjóðveldi 2. Hanna Jensen, Javnaðarflokkurin 3. Ruth Vang, Javnaðarflokkurin 4. Djóni Nolsøe Joensen, Javnaðarflokkurin 5. Kristianna Winther Poulsen, Javnaðarflokkurin 6. Helena Dam á Neystabø, Javnaðarflokkurin 7. Bjarni Hammer, Javnaðarflokkurin 8. Kristin Michelsen, Javnaðarflokkurin 9. Hilbert Elisson, Javnaðarflokkurin 10. Jónleif Johannesen, Javnaðarflokkurin 11. Sonja Jógvansdóttir, uttanflokka 12. Pauli Trond Petersen, Tjóðveldi 13. Óluva Klettskarð, Tjóðveldi 14. Bjørt Samuelsen, Tjóðveldi 15. Katrin Kallsberg, Tjóðveldi 16. Ingolf Sólheim Olsen, Tjóðveldi 17. Annita á Fríðriksmørk, Tjóðveldi 18. Magni Laksáfoss, Sambandsflokkurin 19. Edmund Joensen, Sambandsflokkurin NEI: 14 1. Kári Páll Højgaard, Sjálvstýri 2. Bárður Kass Nielsen, Sjálvstýri 3. Jógvan á Lakjuni, Fólkaflokkurin 4. Elsebeth M. Gunnleygsdóttur, Fólkaflokkurin 5. Annika Olsen, Fólkaflokkurin 6. Jákup Mikkelsen, Fólkaflokkurin 7. Jacob Vestergaard, Fólkaflokkurin 8. Jørgen Niclasen, Fólkaflokkurin 9. Jenis av Rana, Miðflokkurin 10. Bill Justinussen, Miðflokkurin 11. Bjørn Kalsø, Sambandsflokkurin 12. Magnus Rasmussen, Sambandsflokkurin 13. Kaj Leo Holm Johannesen, Sambandsflokkurin 14. Bárður á Steig Nielsen, Sambandsflokkurin ÓTTIR – MEN LSEN BJARGAR Hjá Miðflokkinum er støðan púra greið: Tað er sjálvt tilverugrundarlagið hjá Miðflokkinum at vera ímóti øllum rættindi til samkynd Hóast Kaj Leo Holm Johannesen og Bárður Nielsen vóru ímóti at loyva samkyndum at giftast, vilja teir nú tryggja samkyndum foreldrum rættindi sum onnur foreldur. Men tað sleppa teir bara ikki, tí teirra egna samgonga er ímóti at geva samkyndum nøkur sum helst rættindi. Johan Dahl hóttir, men tað er ikki nóg mikið