Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-10-15, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. oktober 2020síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJAGUR 16. OKTOBER 2020 SOSIALURIN 73 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 14 EIRIKUR LINDENSKOV Tað leikar uttan iva hart á hjá løg­manni í hesum døgum, nú rætt­indi hjá samkyndum aftur eru komin á skrá. Nógv er broytt í Føroyum síð­ ani Kristiligi Fólkaflokkurin fór í hern­að ímóti samkyndum í 1988, tá lands­stýrið hjá Atla Dam legði upp­skot fyri tingið um eina mein­a­leysa broyt­ing í borgarligu revs­i­lógini, grein 266b, sum gekk út upp­á, at nú var ikki longur loyvt at happa fólk, tí tey vóru sam­kynd. Hetta skapti mikla øsing. Ein lands­ stýr­is­sam­gonga slitnaði, áðr­enn Løg­ting­ið við ein­ um braki feldi upp­skoti, sum bara fekk eina at­kvøðu. Og hon var frá ein­astu kvinnu á tingi, Karini Kjøl­ bro. Allir menn­inir feldu upp­skot­ið, sum varð at kalla mett sum sið­a­mis­ brot og sum tað størsta av øll­um: At Løgtingið við hesum blá­ stemlaði homo­seks­u­alitet sum nakað nátúrligt. Tey atfinningarsomu høvdu helst rætt. Hetta meinaleysa upp­skotið – tað hevði onga djypri pol­itiska meining, enn sum ein kong­alig fyriskipan úr Dan­mark, fekk stóra ávirkan og var helst beinleiðis orsøkin til, at homo­seks­u­aitetur var blá­ stempl­að­ur í rættiliga kon­serv­a­ tivu Føroyum 28 ár seinni. Hava løgmaður og Kaj Leo gloymt at teir eru ímóti? Hóast ein meiriluti á tingi í 2016 sam­tykti broytingarnar í hjún­a­ bands­lóg­ini soleiðis, at maður kann gift­ast manni og kvinna kann gift­ast kvinnu, so er hevur hes­in meir­i­lutin ikki valdið í ting­i­num í dag – hóast mong kanska halda tað. Tað tykist eisini, sum um løg­ mað­ur hevur gloymt, at hann og flokk­ur hansara atkvøddu ímóti hes­um í Løtinginum. Tað tykist eis­ini, sum um Kaj Leo Holm Jo­ hann­e­sen eisini hevur gloymt at hann atkvøddi ímóti hesum í Løg­ting­i­num. Johan Dahl hevur so ikki at­ kvøtt ímóti, tí hann var ikki ting­ mað­ur undir seinastu samgongu. Gamaní er rákið vent. Fólkið tek­ur í stóran mun undir við broyt­ing­ini í hjúnabandslógini – sam­an­borið við ræðsluna fyri broyt­ing­ini í grein 266b í 1988. Men nógv taka framvegis ikki undi­r við hesum broytingum. Støðan kann beinleiðis ávirka býráðsvalið í Havn Um vit taka úrslitið av seinasta løg­tingsvali, so valdi fólkið eitt løg­ting, sum er ímóti broyt­ing­u­ num í hjúnabandslógini. Fólkið valdi eisini fleiri politikarar, sum lov­aðu, at teir fóru at rulla hjún­ a­bands­lógina aftur. At broyta hana til aftur til tað gamla, at hjún­ar­bandið er millum mann og kvinnu. Tað er ikki hent, og einki er sum bend­ir á, at Miðflokkurin og teir part­ar av Fólkaflokkinum og Sam­bans­flokkinum, sum eru av somu hugs­an, ætla at gera nakað við at rulla hjúnabandslógina aft­u­r­aftur. Fólkaflokkurin skrivaði søgu, tí floks­ins borgarstjóri í Havn var hin fyrsta at gifta samkynd. Og tað gjørdi hon við gleði og stolt­leika, segði hon, hóast hon tann 29. apríl í 2016 var ein av teim­um 14, sum atkvøddu ímóti lóg­ar­upp­skot­i­num um at loyva sam­kyndum at giftast. Júst støðan hjá Fólk­a­flokk­i­ num og Sambandsflokkinum kann fáa bein­leiðis ávirkan á bý­ ráðs­val­ið í Havn – tí í Havn hava fólk eina liberalari hugsan um hesi við­ur­skifti, enn Fólka­flokk­ ur­in og Sambandsflokkurin hava. Annika Olsen kann eisini koma í ta støðu eftir nýggjár – um hon fellur sum borgarstjóri í Havn – at hon í løgtinginum fer at at­kvøða ímóti at geva sam­ kynd­um hesi um røddu rættindi Tað verður tí ikki nøkur løtt upp­gáva hjá løgmanni, Kaj Leo Holm Jo­hannsen og Johan Dahl at sam­tykkja tær fylgjulógir, sum eru neyð­ugar fyri at geva sam­kynd­um hjúnum somu for­ eldra­rætt­indi, sum hinskynd hava. Fyri tað fyrsta eru allir sam­ gong­u­flokk­ar­nir ímóti upp­skot­i­ num. Fyri tað næsta er ikki semja millum sam­gongu­flokk­ar­ nar at fremja málið. Tað merkir, at øll í samgonguni kunnu í roynd og veru leggja veto ímóti, at nak­að tingfólk úr nøkrum sam­gongu­flokki samtykkir eitt slíkt and­støðuuppskot. Einki hevur verið at frætt úr Fólka­flokk­inum, men vit meta, at støðan har er óbroytt síðani 2016. Flokk­urin er ímóti at loyva sam­kyndum at giftast og vil tí neyv­an hjálpa teimum at fáa tey rætt­indi sum foreldur, ið teimum nú tørva. So Fólkaflokkurin at­ kvøð­ur ímóti við øllum sínum 8 at­kvøðum. Miðflokkurin offrar ikki tilverugrundarlagið Miðflokkurin atkvøður sjálv­andi ímóti. Tað er floksins DNA – floks­ins tilverugrundarlag – at Greining Greining: Johan Dahl kann fella samgonuna – men Kristin Michelsen bjarg­ar henni helst á mál­strikuni. Beiskleikin í­móti Aksel V. Johann­e­sen vigar helst meira hjá fyrrverandi javn­að­ar­mann­i­num á Tvør­oyr­i enn rættindi hjá sam­kynd­um foreldrum JOHAN DAHL HÓ KRISTIN MICHEL Kristin Michelsen er helst fram­veg­is so beiskur inn á Aksel V. Jo­hannesen, at hann heldur fellir upp­skot­ið um at javnseta samkynd for­eld­ur enn at lata Aksel V. Jo­hann­sen fáa møguleika at skipa nýtt lands­stýri