hósdagur 15. oktober 2020síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 16. OKTOBER 2020
SOSIALURIN 73
13
TERJI NIELSEN
T
að gekk ikki long tíð,
frá tí at miðvingurin
Sverri Sandberg Niel
sen gjørdist europa
meistari í singlescullara á 2.000
metrum í rógving í Pólandi
sunnudagin, til leið hansara
gekk heim á klettarnar at
heilsa upp á føroyingar.
Fyri meg hevur tað alt at
siga at sleppa heim at vitja
eftir eina slíka kapping. Tá ið
tað hevur gingið gott hjá mær,
so gleði eg meg altíð at ringja
heim. Eg bæði hoyri og merki,
at fólk fylgja við, hvussu tað
gongur hjá mær, og at tey
gleðast mína vegna, tá ið tað
gongur væl. Tað er ótrúliga
deiligt at merkja, sigur Sverri
Sandberg Nielsen.
Æltaði at fáa
Merkið á bátin
Fleiri løgdu óivað til merkis, at
Sverri hevði føroysku litirnar
á bátinum hjá sær, tá ið hann
róði í Pólandi sunnudagin,
men upprunaliga ætlanin hjá
Sverra var eitt sindur størri.
Eg hevði ætlað at fingið mær
Merkið á bátin, men tað bar
ikki til, tí man sleppur ikki at
hava flaggið hjá einum øðrum
landi enn tí man umboðar á
bátinum hjá sær, greiðir hann
frá.
Sjálvur sigur hann, at tað
hevði borið til í sambandi við
einstakar kappingar, men ser
liga, tá ið tað snýr seg um OL,
ber slíkt als ikki til.
Danir høvdu tað annars fínt
við tí, um eg koyrdi Merkið á
bátin. Tað høvdu teir einki
ímóti, sigur europameistarin.
Fokuserar nú móti OL
Stóra málið hjá Sverra í ár var
annars OL, sum tó bleiv útsett í
eitt ár orsaka av korona, so eitt
skifti var alt avlýst, og hann
hevði einki konkret mál fyri
framman í ár.
Men so bleiv EM hóast alt,
og tað er tað einasta í ár, so eg
skrúvaði upp fyri blussinum
fram móti hesi kappingini.
Komandi ár verður tað so OL,
og so eftir at OL hevur verið,
er heimsmeistarakappingini á
skránni, greiðir miðvingurin
frá.
At Sverra gjørdist europa
meistari gevur eisini góðar
vónir um góð úrslit bæði til OL
og HM komandi ár.
Teir fremstu í heiminum eru
so at siga allir europearar og
vóru við nú um vikuskiftið. Har
er gamaní ein úr Ný Sælandi,
sum er sterkur, men eg ivist í,
hvussu sterkur hann er í løtuni,
sigur Sverri Sandberg Nielsen.
Um vikuskiftið fer mið
vingurin at kappast til danska
meistaraheitið, men annars
fer næsta tíðin við at fyrireika
komandi ár.
Tað verður eitt spennandi
ár, og tí ræður um at leggja alt
so væl til rættis sum gjørligt,
sigur Sverri Sandberg Nielsen,
europameistari, at enda.
Eg merki
stuðulin úr
Føroyum
Fyri Sverra Sandberg
Nielsen hevur tað stóran
týdning at sleppa at heilsa
uppá føroyingar. Tí hann
merkir greitt, at nógvir
føroyingar stuðla og fylgja
honum í rógvingini