hósdagur 15. oktober 2020síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 16. OKTOBER 2020
SOSIALURIN 73
12
TERJI NIELSEN
MYNDIR: ÁLVUR HARALDSEN
F
yrr í vikuni kom føroyski
europameistarin heim
til Føroya á vitjan, og
mikudagin var miðving
urin Sverri Sandberg Nielsen til
móttøku hjá løgmanni, Bárði
á Steig Nielsen. Løgmaður
heilsaði Sverra og ynskti honum
tillukku við sigrinum og segði, at
tað var ein heiður at sleppa at
heilsa uppá
- Tað er eitt satt ítróttarbragd,
sum tú hevur framt, og tað
prógvar, at við treiskni og vilja
ber alt til, segði Bárður à Steig
Nielsen í røðu sínari til mót
tøkuna.
Løgmaður legði eisini afturat,
at hóast Sverri umboðaði
Danmark til europameistara
heitið, so hevði tað týdning fyri
okkum sum tjóð at fáa slík úrslit.
Føroyar vóru ikki gloymdar
Tú hevði eisini føroysku litir
nar á bátinum, so Føroyar
vóru ikki gloymdar. Tað er
eisini umráðandi fyri okkum
menniskju og ikki minst okkara
ungdóm, at vit hava fyrimyndir
sum teg. Og eg má viðganga, at
eg eri sera spentur til OL í Tokyo
komandi ár og fari at fylgja væl,
hvussu tað fer at ganga tær, segði
Bárður á Steig Nielsen í røðu síni
fyri europameistaranum.
Sjálvur er løgmaður gamal
róðrarmaður, og tí var upplagt
at spyrja løgmann, um tað var
nakað heilt serligt at hava eina
slíka hátíðarløtu fyri einum
ítróttarfólki, sum hevði staðið
seg so væl innan róður.
Tað er eitt lítið sindur serligt.
Men eg eri øgiliga áhugaður í
allari ítrótt sum heild. Men tað
er hugaligt at fáa slík úrslit. Eg
haldi eisini, at tað er ein lívs
lærdómur at standa saman og
stríðast, og tað hevur hjálpt
mongum ungdómi á leiðini,
segði løgmaður.
Bárður á Steig Nielsen heldur,
at tað er nakað heilt serstakt, tá
ið man sum Sverri Sandberg
Nielsen fullkomiliga gevur sítt
lív til róðurin.
Tað man mangan vera
einsligt, men tað er umráðandi,
at man hevur ein stuðlandi
felagsskap rundan um seg, segði
løgmaður.
Arbeiða við føroyskum
OL-limaskapi
Tá ið føroyski europameistarin
komandi ár fer at kappast til
Olympisku Leikirnar í Tokyo í
Japan, verður tað umboðandi
Danmark eins og hann gjørdi
til Europameistarakappingina
í Poznan farna vikuskifti. Men
hvussu gongur við at fáa før
oyskan limaskap í altjóða
olympisku nevndini, spurdu vit
løgmann.
Tað arbeiðið er í gongd, og tað
er serliga ÍSF, ið arbeiðir við tí.
Tað tekur tíð, men vit hava fingið
stuðul frá nógvum síðum, serliga
her í okkara nærumhvørvi. Mill
um annað stuðla danir okkum í
hesum arbeiði, og eg haldi eisini,
at krúnprinsurin, sum situr í
altjóða olympisku nevndini,
eisini stuðlar okkum, segði
Bárður Steig Nielsen.
TERJI@SOSIALURIN.FO
LØGMAÐUR
LØGMAÐUR HEIÐRAÐI
HEIÐRAÐI
EUROPAMEISTARAN
EUROPAMEISTARAN
Mikudagin var skipað fyri lítlari
samkomu í Tinganesi, har Bárður
á Steig Nielsen, løgmaður,
heiðraði europameistaran
Sverra Sandberg Nielsen