hósdagur 15. oktober 2020síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 16. OKTOBER 2020
SOSIALURIN 73
21
Frammi í Dal 166 – 410 Kollafjørður
Tlf. 47 90 00 - T-post: bst@bst.fo
W W W . B S T . F O
YRKISSKEIÐ INNAN
LANDBÚNAÐ
Mentamálaráðið skipar í samstarvi við Búnaðarstovuna
fyri Yrkisskeiði innan landbúnað, sum gevur rætt til at
festa landsjørð, uttan tey festi, ið hava mjólkneyt.
Undirvísingin fer fram á Búnaðarstovuni í Kollafirði
og byrjar 27. oktober 2020 kl. 19.00. Undirvíst verður
týskvøld og hóskvøld kl. 19.00 - 22.15.
Skeiðið verður eisini boðið út sum fjarlestur, so at tey,
ið hava óhøgliga farleið, eru til skips ella uttanlands,
kunnu fylgja undirvísingini á netinum. Búnaðarstovan
leggur tó dent á, at fjarlestrarmøguleikin er eitt
eyka tilboð, ið ikki eigur at verða raðfest fram um
undirvísingina í skúlastovuni.
Skeiðið er 220 undirvísingartímar og fatar um 6
skeiðspartar, umframt eina skrivliga verkætlan. Skeiðið
heldur á til á sumri 2021. Hvør skeiðspartur endar við
próvtøku. Eisini eru nakrar verkligar venjingar.
Skeiðið kostar kr. 3.500,-. Skeiðsgjaldið skal vera
goldið á kontu 6460-171.966.3 í BankNordik, áðrenn
skeiðið byrjar. Skeiðsluttakararnir rinda sjálvir fyri
bøkur.
Búnaðarstovan skipar fyri tí praktiska í sambandi við
skeiðið. Luttakarar, ið ynskja at melda seg til skeiðið,
skulu boða frá luttøku í seinasta lagi fríggjadagin
23. oktober 2020. Boðast skal frá við teldubrævi til
bst@bst.fo ella við at venda sær til skrivstovuna á
Búnaðarstovuni tlf. 47 90 00. Tá meldað verður til,
skulu navn, bústaður, teldupostur, telefonnummar og
P-tal upplýsast.
Fólk, sum tørva hetta skeiðið í sambandi við ítøkiliga
avtalu um festaraskifti, hava framíhjárætt.
Til Áargarð á Sandi, verður søkt eftir røktarstarvsfólkið og
fólki til reingerð og køk.
Til røktina verður søkt eftir starvsfólki við heilsufakligari
útbúgving. Setanarbrøkurin er 0.7 í skiftandi vaktum og
annað hvørt vikuskifti.
Til reingerð verður søkt eftir fólkið, mánadag til fríggjadag.
Arbeiðstíðin er frá kl: 8.00-12.00.
Til køkin verður søkt eftir fólkið mánadag, týsdag,
leygardag og sunnudag aðru hvørja viku, Arbeiðstíðin er frá
kl: 9.00-13.00. Umsøkjarar við viðkomandi útbúgving ella
royndum hava fyrimun.
Til allar stovnar og útiøki verður søkt eftir avloysarum.
Vit hava tørv á avloysarum. Umsøkjarar við viðkomandi
útbúgving ella royndum hava fyrimun. Øll fáa góða
upplæring.
Sum avloysari avger tú sjálv / sjálvur, hvussu nógva tíð tú
ynskir at arbeiða. Vit hava tørv á álítandi fólki, ið ynskja at
gera mun í lívinum hjá okkara eldru borgarum.
Til Sambýlið Skerið í Skopun hava vit somuleiðis tørv á fólki
til køkin annað hvørt vikuskiftið. Arbeiðstíðin er frá kl: 9.00-
13.00. Umsøkjarar við viðkomandi útbúgving ella royndum
hava fyrimun.
Førleikakrøv:
•
Prógv, møgulig autorisatión, upplýsingar um
starvsroyndir og viðmæli.
•
At tú er jalig/ jaligur og hevur lætt við at umstilla teg
•
Góð tvørfaklig samstarvsevni
•
At tú brennir fyri arbeiðinum við eldri og menniskjum
við skerdum førleikum
Vit kunnu bjóða:
•
Góða upplæring
•
Eitt gott arbeiðsumhvørvi við góðum starvsfelagum.
Setanarviðurskifti:
Størvini verða sett sambært sáttmála við KAF/
Fíggjarmálaráðið og avvarðandi feløg.
Um tú ynskir at vita nærri um størvini, er tú vælkomin
at seta teg í samband við økisleiðaran Randarsól
Kristiansdóttir, telefon 793601 ella teldupost ot@ot.fo
Umsókn
Skrivlig umsókn við avritum av prógvi v.m. skal verða okkum
í hendi í seinasta lagi 29.10.-2020.
Umsóknin skal sendast til
Økistænastuna í Sandoyar Sýslu,
Miðgøta 8, Fo-210 Sandur
ella á teldupost ot@ot.fo
Att: Randarsól Kristiansdóttir
Økistænastan í
Sandoyar Sýslu søkir
eftir starvsfólkum