hósdagur 15. oktober 2020síða 22
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 16. OKTOBER 2020
SOSIALURIN 73
22
Óli Jacobsen
Óli Jacobsen
T
ann 15. oktober varð
Jógvan Kallsoy Mørk
øre á Eiði 80 ár. Jógvan
í Løðuni, sum hann
vanliga verður kallaður, er ein
serstakur maður, sum hevur
havt fleiri almenn álitisstørv,
sum hann hevur røkt ein
stóran part av lívinum. Hann
hevur verið við til at skapa
bygdasøgu og føroyasøgu í
kommunupolitikki og fyri so
vítt eisini heimssøgu í sínum
arbeiði á loranstøðini á Eiði.
Foreldrini vóru Óluva og
Jóannes Mørkøre. Pápin var
eiðismaður, men mamman
var úr Útistovu á Trøllanesi.
Sambandið við Kallsoynna var
meira enn hetta. Pápi Jóannes,
Herman, var giftur við Kathrinu
úr Mikladali.
Jógvan varð útbúgvin sum
radiomekanikari í Klaksvík.
Hetta gjørdist eisini hans
ara lívsstarv. Hann varð fyrsti
lærlingur hjá Marsteinfyri
tøkuni í Klaksvík.
Jógvan var nakrar túrir við
farmaskipinum hjá Kjølbro,
Karin K., men annars hevur
hansara lívsyrki verið á loran
støðini á Eiði.
Gott ummæli frá
amerikanskum
myndugleikum
Jógvan byrjaði í starvi hjá
Farvandsvæsenet á loranstøðini
tann 11. desember 1962. Far
vandsvæsenet rak støðina
vegna amerikansku vaktar-
og bjargingartænastuna. Her
starvaðist hann í heili 50 ár.
Støðin á Eiði var høvuðsstøð
fyri líknandi støðir í Íslandi, á
Jan Mayen, í Noregi og í Týsk
land. Tær sendu út navigatíóns
signalir við neyvleika uppá eina
skipslongd. Málið var víst fyrst
og fremst hernaðarligt, sum
nakað av politikki stóðst burt
urúr, men støðin kom eisini
trygdini hjá vanligu skipa
ferðsluni til góðar.
Loranstøðin kom at hava
stóran týdning á Eiði, tí
hon útvegaði fleiri nýggja
arbeiðspláss í eini tíð, tá ið hetta
var tiltrongt. Har hava arbeitt
upp til 33 fólk í senn.
Tað fluttu í hesum sambandi
12 húski til bygdina, og tað varð
ein nýggjur býlingur bygdur
til hesi starvsfólkini, sum eisi
ni fingu stóran týdning fyri
bygdina.
Sum frá leið og nýggj tøkni
kom fram á hesum øki, mink
aði eisini týdningurin av loran
støðini. Seinastu árini var
Jógvan einasta starvsfólk.
Í 2018 varð tann eyðkendi
masturin á Loranstøðini tikin
niður. Tá var sagt frá í fjøl
miðlunum:
Óskrivað regla, at
vit ikki spurdu
Loran C-støðin á Eiði var virkin
í 56 ár. Alt tíðarskeiðið sendi
støðin radiobylgjur, sum segði
skipum og flogførum, hvar tey
vóru stødd.
Sum fráleið hevði nýggj
tøkni, fylgisveinasignal og GPS,
tað við sær, at týdningurin av
Loran C minkaði.
Nýggjársaftan í 2015 var
støðin sløkt.
Og nú verður høga masturin,
sum hoyrdi til Loran C-støðina,
tikin niður.
Í heili 50 ár starvaðist Jógvan
K. Mørkøre á støðini.
- Tað hevur verið eitt gott
arbeiðspláss, og altíð var nokk
at gera, sigur hann.
Øll vóru kortini ikki fegin um,
at støðin var í Føroyum. Ført
var fram, at í eini krígsstøðu
hevði Loranstøðin verið eitt
upplagt hernaðarligt mál.
Jógvan K. Mørkøre sigur, at
hann ikki spurdi um, hvør brúkti
signalini. Hann hugsavnaði seg
um tann tøkniliga partin.
Fekk viðurkenning í USA
Tað er eingin ivi um, at Jógv
an var virðismettur av sínum
arbeiðsgevarum. Í eini frágreið
ing hjá United States Coast
Guard varð sagt:
“Teknikarin, sum er í starvi á
støðini, Jógvan Mørkøre, tykist
at hava góðan kunnleika til út
gerðina og hvussu hon riggar,
og hann hevur uppiborið eina
serliga viðurkenning fyri sín
innsats.”
Í eini aðrari frágreiðing verð
ur sagt: “Eg má leggja dent á,
at teknikarin Jógvan Mørkøre
eigur æruna fyri, at útgerðin
hevur verið sett upp uttan
nakað óhapp. Hann hevur eitt
óføra gott handalag við síni
handfaring av teirri ymisku
útgerðini”.
So Jógvan hevur uttan iva
rætt í tí, tá ið hann segði við
Dagblaðið í sambandi við, at
støðin bleiv 25 ár, at “henda
støðin hevur verið millum best
best riknu í heiminum”.
Drúgvur í kommununi
Jógvan hevur eisini havt áhuga
fyri samfelagsviðurskiftum.
Landspolitiskt er hann fólka
floksmaður, og hann bakkar
ikki fyri at siga sína meining
við floksfelagarnar, um tað skal
vera.
Hann hevur verið sera
drúgvur í sóknarstýrinum á
Eiði. Hann var valdur fyrstu
ferð í 1967, og við undantaki av
seks árum sat hann heilt fram
til 2012. Hetta gevur tilsamans
38 ár. Tískil hevur Jógvan verið
við til ta menning av Eiðis sókn,
sum vit síggja í dag.
Tað er eisini ein partur av
søguni, at pápi Jógvan, Jóannes,
eisini var limur í sóknarstýri
num og formaður frá 1922 til
1930. Pápi Jóannes, Hermann,
var í kommunustýrinum frá
1903 til 1910. Hesi trý ættarliðini
hava tískil verið tilsamans 54 ár
í kommunustýrinum.
Sjálvur var Jógvan formaður
frá 1971 til 1976. Grundað á bók
ina hjá Svenningi av Lofti
um Eiðis kommunu kunnu
nevnast nøkur av teimum
málunum, sum vórðu framd í
formanstíðini hjá Jógvani:
Í 1971 samtykkir kommunu
stýrið at gera veg út á Bø og at fáa
til vega eina útstykkingarætlan
til húsagrundir har úti.
Í 1972 varð samtykt, at
minnisvarði fyri sjólætnar
skuldi vera við gamla kirkju
garð. Minnisvarðin var vígdur í
1975. Hann var gjørd av Frithjof
Joensen og motivið var móður
við barni hyggjandi út á fjørðin
eftir pápanum, sum ikki kom
aftur.
Nú tað eru liðin 100 ár síðan
Frithjof var føddur kann stað
festast, at henda standmynd er
eins og alt annað hjá Fritjof eitt
meistarafelag.
Eftir áheitan frá ljósámonn
um varð samtykt at leingja at
løgubryggjuna við Ljósá við
10 metrum. Serliga brøðurnir,
Andrias og Poul Johannes
Poulsen, vóru so óførir útróðr
armenn, so hetta hevur bøtt væl
um teirra umstøður.
Eisini varð arbeitt við at
leingja bryggjuna við Svínáir.
Tikið varð av tilboðnum frá
Pihl & søn um at víðka havna
økið á Eiði.
Í 1973 fór Eiðis kommuna uppí
byggiætlanina um felagsskúla á
Oyrarbakka saman við hinum
kommununum í økinum. Hetta
var eitt ógvuliga framskygt til
tak. Jógvan og Petur Reinert,
sum eisini hevði stóran týdning
fyri Eiði, vóru fyrstu limir í
stýrinum fyri felagsskúlan, sum
umboð fyri Eiðis kommunu.
Í 1974 varð samtykt at fara
undir at gera gongbreytir og
asfaltering av vegunum í bygd
ini, sum higartil bara høvdu
verið eyrvegir.
Í 1976 samtykti kommunu
stýrið at gera eina byggiætlan
fyri økið Barnaloftið. Fyrstu
umsóknirnar vóru játtaðar 5.
oktober sama ár. Barnaloftið er
í dag ein fittliga stórur býlingur
á Eiði.
Jógvan hevur havt fleiri áltisstørv, og tey hevur hann røkt longri
enn tey flestu. Hetta sigur nakað um hansara støðufesti
SIÐSØGA
Jógvan K. Mørkøre 80 ár:
Ein ímynd av støðufesti
og trúfesti
Jógvan er sjálvsagt heiðraður av drotningini
fyri sítt drúgva arbeiði fyri land og fólk
Pàpi Jógvan, Jóannes, var eisini
formaður í Eiðis kommunu