Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-10-15, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. oktober 2020síða 23

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 16. OKTOBER 2020 SOSIALURIN 73 23 Í komandi parti verður greitt frá Niels Skaale og um hansara grøv frammanfyri inngongdina til Dómkirkjuna. Í 1976 varð samtykt at fara und­ir eina nýggja havnagerð. Eiði var tá ein týðandi útróðr­ arbygd, og hevði hetta týdn­ing fyri hesa vinnu. Jógvan kann sigast at vera rættiliga konservativur, og tað hevur hann fingið mangt høgg­ ið fyri. Serliga hevur hann um­ sorg­an fyri náttúrini og er ofta iva­samur um verkætlanir, sum gera seg inn á hana. Men tað hevði kanska onkun­ tíð verið frægari statt, um tað ikki varð lopið á leistum fyri øllum, sum stingur seg upp. Tí er tað eisini gott at hava ein sum Jógvan! Tað kann skoytast upp í, at Jógvan hevur í nærum 60 ár verið limur í hagastýrinum fyri Slættara­tind! Tað kundi verið stuttligt at vitað, um hetta ikki man met í nevndararbeiði. Myndaði Kommunufelagið í mong ár Tað upprunaliga Føroya Kom­ munu­felag var stovnað 25. februar 1968. Jógvan var í nógv ár stýris­ lim­ur í felagnum. Hann var for­maður árini 1981-1983 og 1987-2001 ella tilsamans 16 ár. Hetta var nógv longri enn nakar annar. Hesin formansskapur gjørdi Jógvan til ein sera almennan per­són, sum ofta var frammi í miðlunum. Her var hann eisini kendur fyri at hava avgjørdar støður til aktuellu málini. Her skulu endurtakast nakrar yvirskriftir í bløðunum, har Jógvan úttalar seg vegna kom­munufelagið. Hesar geva eina ábending um “stílin” hjá Jógvani. Tað var so eingin ivi um, at hann brendi fyri síni sak. 6.11.1991 Kommunufelagið fundast um skúlavask eftir danskari fyrimynd. 24.6. 1992 Jógvan: Kommunurnar verða skjótt eitt eiti, tí í flestu førum er ikki pengar til annað enn fastar útreiðslur. Føroysku kommunurnar eru fyri ein stóran part ikki annað enn ein gomul siðvenja – uttan innihald. Eingin orsøk er til at varðveita tær, fáa tær ikki størri ábyrgd. 28.10.1992 Kommunufelagsbossurin: Vit kollsigla Hetta verður helst sein­asta kommunuvalið, og kom­mun­ un­ar kollsigla, áðrenn komandi val­skeið er úti, sigur Jógvan K. Mørkøre, formaður í Føroya Kom­munufelag. 1.3.1994 Jógvan: Bæði tol og pengar uppi 18.7. 1996 Jógvan: Skuldin er ein bumba und­ir kommunala sjálv­stýri­ num 14.8. 1998 Tvær stórar kommunur í megin­ økinum. Formaðurin í kom­munu­ felagnum Jógvan K. Mørkøre ótt­ast fyri, at tað verða tvær stórar kommunur í meginøkinum, sum fara at dominera restina av landinum. Kommununevndin er nú liðug við álitið, og mælt verður til at skipa landið í sjey til tíggju kommunur. 11.12 1998 Jógvan K. Mørkøre vísir øllum skuldsetingum um sabotagu aftur: Forða ikki kommununum at sleppa av við skuld. Hesar fáu endurtøkur vísa, at Jógvan hevur veruliga stríðst fyri kommununar, og eisini fyri, at tær skuldu fáa ávirkan. Tað hava tær so sanniliga eisini fing­ið, sum tíðin er liðin. Jógvan eigur so eisini part í hesum. Havi annars fyri kort­um tosa við royndan kom­munu­ politi­kara, sum bara kann bera Jógvani alt gott fyri hansara virki í kommunufelagnum. Hann var greiður og kon­struk­ tiv­ur í sínum virki. Jógvan kom eisini at upp­ livað, at split kom í kom­munu­ felagið, og at serliga tær stóru kom­munurnar fóru burtur úr. Men seinni eru feløgini løgd saman aftur og samanlagda felagið ger seg eisini galdandi í dagsins politikki. Ætt við søgu Tað er eingin ivi um, at ættin hjá Jógvani eigur eina spennandi søgu. Ein pápabeiggi var Johan Kallsoy (1892-1975), kendur lærari og politikari. Hann var í mong ár lærari við Gjógv og seinni í mong ár lærari á Eiði. Hann var eisini virkin í poli­tikki sum tingmaður fyri Sjálv­stýris­flokk­in. Ein fastur var Ingibjørg, sum eg kom at kenna í 2001, tá ið hon var 99 ára gomul. Hon var so klokkuklár, tá ið eg vitjaði hana á Ellisheiminum í Havn. Hon var næstyngst av teimum seks systkjunum. Hon fortaldi um beiggja sín, Jógvan, sum føðingardagsbarnið er uppkallað eftir. Hann fekk ein syrgiligan deyða. Hann var føddur í 1899 og fór í 1923 til skips við sluppina Ingrid sum besti­maður. Tá hendi tað vanlukkuliga, meðan skipið lá og fiskaði, at masturin brotnaði og datt so óheppið, at Jógvan lá undir og doyði. Hann varð jarðaður í Vestmannaoyggjunum, har ein gravsteinur enn varðveitir minn­ið um hann. Ingibjørg fortaldi um Jógvan, at hann var so sera evnagóður. Hann hevði júst verið á skipara­ skúla í Havn, og her fekk hann við próvtøkuna 63 stig av 63 møgu­ligum. Hann var so næmur, at tá ein floks- og kamarsfelagi hjá hon­ um las uppá, bað Jógvan hann lesa hart, meðan hann slangaði sær. Meira skuldi ikki til, og Jógvan dugdi alt uttanat. Katrin skal ikki gloymast Jógvan hevur eisini havt eina góða konu, sum hevur stuðlað hon­um í øllum hansara virk­ semi. Hon er Katrin, dóttir Pavlu og Jens Guttesen í Havn. Tey eiga tríggjar synir, Jóannes gift­ ur við Súsan, Janus giftur við Mari og Ólavur. Teir hava givið teim­um 7 ommu- og abbabørn. Katrin og Jógvan eru eini fram­úr hjún. Tey eru trúføst sum tey fægstu. Ættarkenslan er ógvuliga sterk hjá teimum báð­ um. Um tað er føðingardagur ella til dømis jarðarferð hjá fólki tey kenna, so koma Jógvan og Katrin so trúføst. Tey eru heldur ikki tómhent, har tey koma. Tað er eitt ótal av køkum, sum Katrin hevur bak­ að til føðingardagar og ervi og onnur høvi. Hetta vísir eisini, hvussu ófør hon er. Og so eru tey so ótrúliga blíð at koma inn til. Hjá Katrin og Jógvan er altíð stórt hjartarúm fyri øll, sum koma á gátt. Tað kunnu eg og konan eisini siga av royndum. Eisini vísa tey eina serliga um­sorgan fyri fólk, sum hava tørv fyri tí. Ættarfólk hava eisini búð inni hjá teimum. Eitt av hesum var ein mostur Jógvan, Katrina á Trøllanesi, sum ver ein merkis kvinna. Hon varð millum annað heiðrað fyri sín virki við ullavirking. Eitt av hennara avrikum var bókin um Plantuliting. Hon var eisini avgjørd tjóð­ veldiskvinna, og Erlendur Paturs­son var hennara fremsta fyri­mynd. So her man politikkur eisini hava verið á lofti. Trina duldi annars ikki fyri, tá ið hon fekk høvi til tess, hvat hon helt um mannin, sum í síni tíð hevði vunnið á Erlendi sum formann í fiskimannafelagnum! Tey bæði og teirra hava eisini alla sína tíð verið dyggir stuðlar hjá samkomuni Mizpa á Eiði. Tey eru mong sum vilja ynskja teimum báðum hjarta­ liga tillukku við tøkk fyri teirra trúfesti. Her er Jógvan til arbeiðis á Loranstøðini Tann dagin Jógvan fylti 45 ár fekk hann eina serliga føðingardagsgávu, nevniliga sonin Ólavur, sum nú er 35 ár. Ynskt verður eisini honum tillukku Jógvan eigur sín fittliga part í søguni hjá Eiðis kommunu