hósdagur 15. oktober 2020síða 28
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 16. OKTOBER 2020
SOSIALURIN 73
28
TRÓNDUR ARGE – TÓRSVØLLUR
T
að er lítil gleði, tá
dómarin
bríkslar
av. Nakrir spælarar
takka hvørjum øðrum
fyri dystin, meðan aðrir als ikki
hyggja upp á gestirnar í gulum.
Brádliga verður ein bóltur
tveittur eftir Brandi Hendriks
syni, men nú er ov seint at
provokera skálvíkingin. Dyst
urin er liðugur og hann gongur
bara móti føroyska bonkinum,
har teir føroysku áskoðararnir
eisini halda til.
Andorra tapti dystin á vølli
num, og teir vunnu sær held
ur ongar vinir ella góðvilja við
sínum skita og til tíðir skammi
liga atburði. Í mun til 1-0 sigurin
í Andorra, so hoppaðu vit hesa
ferð í felluna. Tað kostaði nøkur
gul kort og leikbann til Hall
Hansson og Brand Hendriksson
Vit fingu sigurin, stigini og
eru nú vit fimm stig fremst í
bólkinum.
Meinhard fekk kjansin
Tað eru tvær broytingar á liðnum
frá dystinum móti Lettlandi.
Jóannes K. Danielsen sær plássið
aftur frá Gilla Rólantssyni,
meðan Meinhard E. Olsen fær
kjansin í álopinum saman við
Klæminti A. Olsen. Meinhard E.
Olsen hevur ikki fingið minuttir
í undanfarnu dystunum, meðan
rituvíkingurin er klárur at koyra
á føðideildina, tí konan, Eyð
Leitistein, skal eiga hvørja løtu.
Ein stórur partur av upptakt
ini er sálarliga fyrireikingin til at
spæla móti Andorra. Tað er ikki
ókent, at ónollurnar eru nógvar,
tá ið Andorra er annað liðið, og
soleiðis var tað eisini hesaferð.
Talan var um eina rúgvu av frí
spørkum, gula kortið var ofta
á lofti, og tað var í heilum, at
spælarar lógu á vøllinum.
Fýra føroyskir spælarar sóu
gula kortið, og tveir av teimum
hava nú tvey gul kort á kontu
ni. Tað ber við sær, at teir vera
leikbannaðir, tá ið Føroyar skulu
spæla á útivølli í Lettlandi. Tað
kemur sera illa við, tí talan er
um lyklaspælararnar, liðfor
mannin Hallur Hansson, og
spælskiparan Brandur H. Olsen.
-Eg eri nøgdur við avrikið,
hóast spælið ikki heilt gekk so
leiðis, sum vit høvdu vónað. Gulu
kortini, sum Hallur og Brandur
fingu tíðliga í dystinum, skilti eg
ikki. Eg eri glaður um, at okkara
spælarar ikki sóu gult fyri at lata
seg provokera. Undan dystinum,
bæði í kvøld og tá vit spældu
ímóti teimum á útivølli, lótu vit
okkum ikki provokera, og
tað eri eg fegin um, sigur
venjarin Håkan Ericson, sum
leggur aftrat:
-Tað kemur illa við, at so
týdningarmiklir spælarar
sum Hallur og Brandur vera
leikbannaðir í Lettlandi, men
tað mugu vit fyrihalda okkum
til og seta miðvøllin av nýggjum,
sigur Håkan Ericson.
Metmaðurin skorar
aftur á landsliðnum
Klæmint A. Olsen hevur rund
að tey 30 árini, men hann
er júst byrjaður at skora á
A-landsliðnum. Hann hevur
nú skorað fýra av sínum fimm
landsliðsmálum undir Håkani
Ericson og nýggja venjaratoymi
num. Hesa ferð bleiv tað til tvey
mál
Bæði málini vórðu skorað
í fyrra hálvleiki, og í báðum
førum var tað toppskjúttin í
føroyskum fótbólti yvirhøvur,
Klæmint A. Olsen, sum var
málskjútti. Hann hevur nú
skorað fimm mál á landsliðnum.
Í fyrra førinum var hann
fyrstur á við nærra stólpa eftir
innlegg frá Meinhardi E. Olsen,
tá ið hann sera hegnisliga beindi
bóltin í handaru síðu av máli
num. Í seinna førinum stýrdi
hann við høvdinum frágera
væl bóltin í
handaru síðu av
málinum, eftir at Hallur
Hansson legði innfyri.
Hallur Hansson var av
álvara verið í andglettinum.
Hann sá gula kortið, hann
legði upp til mál, og so hevði
hann í fyrra hálvleiki gyltan
møguleika at økja um leiðsluna
til 3-0, men málverjin bjargaði
brotssparkinum. Tað var
Meinhard E. Olsen, sum vann
Føroyum brotssparkið.
Rótutur seinni hálvleikur
Fyrstu løtuna eftir steðgin var
onkra ferðina um reppið, at
Andorra skoraði fyrsta málið
nakrantíð ímóti Føroyum. Sum
seinni hálvleikur leið, royndu
gestirnir at spenna álopsbogan,
og tað bar við sær, at Føroyar
høvdu fleiri góðar møguleikar
at økja um leiðsluna.
Jóan Símun Edmundsson kom
á
vøllin
og royndi at
seta
eitt sindur ferð á spælið, men
endamálið hjá gestunum var
einki annað enn at broyta allar
rútmur í dystinum. Sjálvt aftan
fyri við fáum minuttum eftir
drálaðu teir. Hetta er ikki til at
skilja, men tað var atburðurin
hjá teimum heldur ikki. Teir
grenjaðu eisini um alt og royndi
enntá at vísa sína ónøgd við
dømingar eftir dystin. Ótrúligt!
TRONDUR@SOSIALURIN.FO
Nations League: Annan dystin á rað móti Andorra er Klæmint
A. Olsen munurin. Við tveimum málum í rokmikla dystinum á
Tórsvølli týskvøldið tryggjaði hann føroyska liðnum sigurin. Føroyar
hava nú tíggju stig, sum er met í altjóða kapping fyri føroysk
lið. Håkan Ericson kann takka Klæminti fyri seks av teimum
Fótbóltur
Dysturin
hesa vikuna...
Føroyar – Andorra 2-0:
KLÆMINT ER
KLÆMINT ER
MARRAN
MARRAN HJÁ
HJÁ
ANDORRA
ANDORRA
KLÆMINT: GLAÐUR FYRI ALLAR MINUTTIRNAR EG FÁI
Eg veit ikki, um eg eri í mínum lívsformi. Um tú
hyggur eftir landskappingini, so eri eg ikki tað, men
hyggur tú eftir landsliðnum, so eri eg kanska tað.
Nú eri eg bara glaður fyri allar minuttirnar, sum eg
kann fáa á landsliðnum, og at eg kann gera mun.
Tað er ein góð kensla, sigur Klæmint A. Olsen.