Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-10-15, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. oktober 2020síða 29

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 16. OKTOBER 2020 SOSIALURIN 73 29 Håkan Ericson setur orð á dystin Hetta hevur verið ein av­bjóð­ andi tíðarskeið við trimum lands­dystum. Eg haldi at spæla­rarnir hava tikið væl ímóti mínum hugskotum. Eg haldi eisini at vit hava fult tam­arhald í dag og vinna rætt­víst. Tað er sera avgerandi, at vit fáa leiðsluna tíðliga í einum dysti móti einum liði sum An­ dorra. Teir spæla uttan nakra ætlan at leypa á og vilja bara verja. Teir drála eisini við øllum deyðbóltum. Tá gott at vita, at tú ert á odda og ikki skal út at jagstra eitt mál. Tað er nú gott, at vit bren­ du eitt brotsspark í einum dysti, har vit vinna. So eiga vit tað til góðar til ein meiri javn­an dyst. Tað eru nógvir spæl­ar­ar, sum hava brent eitt brots­spark, so tað kann henda. Í hálvleikinum tosaðu vit um at spæla skjótari og spæla millum linjurnar hjá teim­um. Hartil tosaðu vit um at halda verju­linjuna, sum ikki klár­ aðu allan dystin móti Lett­ landi. Vit høvdu eisini eitt mál, um at hava tíggju skot á mál. Tað gekk akkurát. Klæmint er avgerandi og tað er deiligt, at hann hevur rakt formin akkurát nú. Vit fra nú at greina hesar tríggjar dystirnar, so hyggja vit upp á hvussu vit skulu takla teir komandi dystirnar. Nógv bendir á, at vit koma at spæla ein avgerandi dyst móti Malta, um tað ikki eydn­ast okkum at vinna á Lett­landi. Tað verður eisini dei­ligt, at kunna spæla ein venjingardyst, sum vit kunnu takla sum ein venj­ ing­ar­dyst. Tað kundu vit ikki við dystinum móti Dan­ mark, men hesa ferð fáa vit møguleikar at royna aðrar spælarar. Håkan Ericson: NÝGGJAR SPÆLARA­METINGAR (2020): 1-3: Avrikið er ikki gott og tað kostar liðnum meir ella minni 4-6: Avrikið er miðal. Spælarin ger tað, sum verður væntað av honum 7-9: Avrikið er yvir miðal og spælari eigur lut í liðið kemur betri frá uppgávuni 10: Verður bara givið heilt framúr avrik, sum er alt avgerandi fyri dystin. Verður bara givið í serligum føri. Nations League 4. umfar FØROYAR 2 2 ANDORRA 0 0 13. OKTOBUR 2020 - TÓRSVØLLUR 7 TEITUR M. GESTSSON 6 Jóan Símun Edmundsson (Inn 65.min) 5 Andreas Lava Olsen (Inn 72.min) 5 Gilli Rólantsson (Inn 72.min) Heðin Hansen (Inn 90.min) Dómari: Antti Munukka (Finnland) Hann kláraði ikki at halda skil á spælarunum hjá Andorra, og tað gekk so eisini útyvir okkara spælarar. Serliga hugvekjandi, at hann hoppaði upp á atburðin hjá gestunum. 3 Føroyar – Andorra 2-0 (2-0) 1-0: Klæmint A. Olsen 2-0: Klæmint A. Olsen Føroyar: Teitur Gestsson – Jóannes Kalsø Danielsen (Gilli Rólantsson, 72.), Odmar Færø, Sonni Ragnar Nattestad (Heðin Hansen, 90.), Viljormur Davidsen – Sølvi Vatnhamar (Andreas Lava Olsen, 72.), Brandur Olsen, Hallur Hansson, Jóannes Bjartalíð – Meinhard E. Olsen (Jóan Símun Edmundsson, 55.), Klæmint Olsen. Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Kristian Joensen, Tórður Thomsen, Heini Vatnsdal, Rógvi Baldvinsson, Gunnar Vatnhamar, Patrik Johannesen, Ári Mohr Jónsson, Dan í Soylu Gult kort: Hallur Hansson, Brandur H. Olsen, Meinhard E. Olsen og Andreas Lava Olsen Venjari: Håkan Ericson Hjálparvenjari: Eli Hentze 8 7 7.5 7.5 7 8 6 6.5 6 6 SONNI RAGNAR NATTESTAD BRANDUR HENDRIKSSON MEINHARD E. OLSEN ODMAR FÆRØ HALLUR HANSSON KLÆMINT A. OLSEN VILJORMUR DAVIDSEN JÓANNES BJARTALÍÐ JÓANNES K. DANIELSEN SØLVI VATNHAMAR JÓANNES BJARTALÍÐ: VIT HALDA HØVDIÐ KALT Eg upplivi hetta sum ein dyst, har vit hava fult tamarhald á dystinum, sjálvt um teir royna at taka okkara fokus við ónollum. Vit vóru fyrireikaðir upp á tað, tí hatta er tað teir royna at gera og vit hoppaðu ikki upp á tað. Teir hava nøkur forkløað langskot, men annars hava vit brotsspark og onkrar kjansir, sigur Jóannes Bjartalíð.