Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-10-15, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. oktober 2020síða 30

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 16. OKTOBER 2020 SOSIALURIN 73 30 TRÓNDUR ARGE – TÓRSVØLLI T að skulu tvey fót­bólts­ lið til fyri at spæla ein góðan fót­bólts­ dyst. Tað var bara eitt fótbóltslið á Tórsvølli týs­ kvøldið. Føroyska liðið royndi at fáa ein fótbóltsdyst burturúr tí, sum var ein dystur millum ellivu spælarar, ið vildu spæla fótbólt, og ellivu spælarar, sum bara høvdu til endamáls at provokera og spæla býtt. Størsta staðfestingin mundi eisini koma, tá liðskiparin hjá Andorra leyp í eina glíðandi og sparkaði Jóan Símun Ed­ munds­son niður aftaniífrá. Skila­leyst og tápuligur atburður frá smátjóðini í fjallalendinum millum Spania og Frakland, sum ikki fær nakran samhuga eini aðrari smátjóð í altjóða fótbólti. Hetta ávirkar eisini spælarametingarnar. Tí hóast okkara vinna dystin og gera tað mesta rætt, so verður talan ongantíð um ein góða fót­bólts­ dyst. Nakrir av okkara hoppa í felluna , sum Andorra hevur lagt fyri dagin. Tað telur niður, tí vit skulu verða betri enn tað. Aðrir fáa ikki spælið at flóta, men tað er ikki so løgið, tá tað er steðgur í dystinum í heilum. Sum heild kemur føroyska liðið væl frá uppgávuni. Serliga miðverjan er stinn. Andorra kemur ikki til ein góðan mál­ møguleika og tað eigur mið­ verjan rós fyri. Dagsins spælari er sjálvandi Klæm­int A. Olsen, sum nú hevur skotið fimm landsliðsmál. Fýra av teimum hevur hann skorað í hesi Nations League kappingini. Her er spælarametingarnar: TRONDUR@SOSIALURIN.FO Við tveimum málum er Klæmint Andrasson Olsen dagsins maður. Hann kundi enntá fingið fleiri mál og verjan hjá Andorra hevði trupult við halda rituvíkinginum niðri. Aftur stóð miðverjan sterk í myndini, men tað føroyska liðið er nakað óneyvt í uppspælinum til hendan dystin Spælarametingar: KLÆMINT KLÆMINT ER ER DAGSINS MAÐUR DAGSINS MAÐUR Teitur M. Gestsson 7 Málverjin hevur lítið at gera, men tá Andorra eina ferð kemur til eitt innlegg ella skot, so hevur kalksvíkingurin í HB tamarhald á støðuni. Tað er bara tað eina frísparksinnleggið, har hann kemur upp á millumhond, men bólturin endar á nettakinum. Vísur aftur styrki í spæli við føtrunum, men tað var lítið brúk fyri Teiti á hesum sinni. Jóannes K. Danielsen 6 (Út 72.min) Var aftur á høgra bakkinum, eftir at hava byrjað á bonkinum móti Lettlandi. Spældi skilagott í álopsstøðu, har hann í fleiri førum finnur skilagóðar avgerðir í álopsstøðu. Megnar eisini í fleiri førum at halda fast í bótinum, tá tað blívur trongt í høgru. Andorra kemur ikki til nógv, og tað sigur eisini nakað um spælið í verjustøðu. Nú skal klaksvíkingurin blíva halda fram við at spæla við kanti, so hann kemur til innlegg og avgerandi avleveringar. Odmar Færø 7.5 Fekk afturval, eftir góða avrikið móti Lettlandi, har hann eisini skoraði. Stóð stinnur í verjuspælinum, har hann vann nógvar bóltar, tá Andorra royndi at spæla upp. Var sterkari í luftdystunum enn mótstøðumaðurin og tað gagnnýtti miðverjin. Stendur aftur sterkur í myndini. Sonni Ragnar Nattestad 8 (Út 90.min) Spældi aftur avbera væl. Hann er eirindaleysur í luftspælinum, har hann vinnur alt í verjustøðu. Hvørja ferð Andorra hevði okkurt, sum líktist einari vandamiklari støðu, so var miðverjin har og ruddaði vekk. Tað var ikki nógv pláss at spæla á, men til tíðir slapp miðvingurin at leggja longu avleveringina, ið honum dámar so væl. Hevur av álvara spælt seg upp seinastu tveir dystirnar. Viljormur Davidsen 6 Spælir sum altíð skilagott í avspælinum og ger í minsta lagi tað, sum verður væntað av honum. Kemur for sjáldan við innlegginum og serliga var ein støða í seinna hálvleiki, har vinstri bakkurin hjá Vejle skal søkja innleggið og koma í avgerandi støður. Alt hitt ger hann enn eina ferð gott. Fær eisini álit frá landsliðsvenjaranum. Sølvi Vatnhamar 6 (Inn 72.min) Tað er óiva ein troyttur Sølvi Vatnhamar, sum nú fer aftur til Leirvíkar. Hann hevur spælt tríggar dystir frá byrjan og hevur arbeitt væl í øllum trimum dystunum. Hesa ferð er hann nær við nøkrum støðum at sleppa til avgerandi avleveringina, men kemur eisini langt aftur á vøllin, tá spælið skal byggjast upp. Er eisini ein góð mótvekt til meiri uppfarandi spælararnar á liðnum. Hann er róligur og tað var tað brúk fyri á degnum. Hallur Hansson 7 Liðskiparin hevur havt eitt sindur torført við at fáa sett sín dám á spælið, og hesa ferð endaði tað mest við nærdystum og stríði á miðvøllinum. Tað telur upp, at hann hevði eitt framúr flott upplegg til 2-0 málið, men tað telur niður at hann brendi brotsspark og var kanska enntá heppin, ikki at fáa seinna gula kortið. Veksur við uppgávuni sum liðskipari, men hevur ikki funnnið seg til rættis undir nýggja spælistílinum og traðkaði ein fót inn í felluna hjá Andorra, sum kostar honum leikbann í Lettlandi. Brandur Hendriksson 7 Hann var saknaður í dystinum móti Lettlandi og vísti til tíðir týskvøldið hví. Hann er knappur í vendingini, hevur eygu í nakkanum og okkara klárt besti spælari til at spjaða spælið. Fær eitt gult kort, sum ikki er gult og tað ávirkar verjuspælið eitt sindur, tí hann má trekkja seg í onkrum taklingum. Var nógv á bóltinum og tað mesta var skilagott. Jóannes Bjartalíð 6.5 Kom meiri til sítt rætt í hesum dystinum, enn vit hava sæð teir undanfarnu dystirnar. Hevur spælt frá byrjan í øllum trimum dystunum. Eigur avleveringina, sum loysir alla verjuna hjá Andorra upp í fyrra málinum. Soleiðis fekk vit best Jóannes Bjartalíð. Hann trívist væl við bóltinum, tá spælarar frammanfyri gera renningar. Klæmint A. Olsen 8.5 Dagsins maður á Tórsvølli. Rituvíkingur er við at blíva ein marra hjá Andorra. Hann skoraði avgerandi málið í Andorra, og nú skoraði hann bæði málini. Í báðum málinum koma eginleikarnir hjá Klæminti til sjóndar. Hann er ein málrevur, sum dugur at finna pláss í brotsteiginum. Til fyrra málið søkir hann fremru stong, meðan hann í seinna málinum gera ein góða kropsfintu, sum ger at hann blívur leysur. Væl avsluttað í báðum førum. Metmaðurin í føroyskum fótbólti kundi eisini havt skorað eitt ella tvey mál afturat. Meinhard E. Olsen 7.5 (Út 65.min) Hesa ferð fekk runavíkingurin í svenska GAIS møguleikan frá byrjan. Hann tók av. Fyrst átti hann uppleggið til 1-0 málið, og seinni í fyrra hálvleiki vann hann føroyska liðum brotsspark, tá hann við ferð og styrki vann seg framum tveir verjuspælarar. Er óheppin at blíva skiftur út, men tað eru treytirnar hjá Jóan Símun Edmundsson er við. Meinhard spældi seg í landsliðshitan. Jóan Símun Edmundsson 6 (Inn 65.min) Toftamaðurin vísti í løtum spennandi spæl, tá hann kom inn. Helt væl upp á bóltin, sjálvt um tað var tongt at spæla. Hon til eitt líkinda skot, men vit sloppu ongantíð ordiliga at síggja Jóan Símun í fullum blóma – mest tí mótstøðuliðið ongan