Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-10-15, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. oktober 2020síða 31

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 16. OKTOBER 2020 SOSIALURIN 73 31 áhuga hevði at spæla fótbólt. Fekk ein fína skotmøguleika í brotsteiginum, men skotfintan miseydnaðist. Andreas Lava Olsen 5 (Inn 72.min) Leirvíkingurin kom inn á høgra vongin, men hesa ferð riggaði ikki so væl. Hann kom ongantíð ordiliga inn í dystin. Føroyar eru á odda 2-0 og Andorra drálar, so tað var ikki nógv hjá Lavamanninum at gera á hesum sinni. Gilli Rólantsson 5 (Inn 72.min) Kom inn á høgra bakkin og hevði eina góða aktión, og so mundi hann spælt gestirnar leysar í hinum endanum. Eitt misjavnt innhopp, sum eins og hjá Lavamanninum er merkt av, at dysturin verður pettaður sundur av spælarum hjá Andorra, sum liggja á vøllinum. Heðin Hansen (Inn 90.min) Ein margháttlig innskifting í miðverjuni. Kom inn í yvirtíðini fyri Sonna Ragnar Nattestad, men tað er ilt at fáa eyga á hví. Um tað vr fyri at geva Heðini ein landsdyst afturat, so er tað kanska til at skilja, men tað var ikki neyðugt at drála og hann fekk ongantíð bóltin. Håkan Eriscon 7.5 Rakar rætt við valinum av Meinhardi E. Olsen undir liðini á Klæminti A. Olsen í álopinum. Rakar røttu javnvágina í spælinum, tí vit fáa málmøguleikar, men tað ger Andorra ikki. Hevur óiva arbeitt nógv við tí sálarliga partinum, men for nógvir av okkara hoppa í felluna hjá Andorra. Tíggju stig og eitt greitt 1. pláss í bólki 1 í deild D í Nations League er góðkent. Ein ein sigur á Svangaskarði U21-landsliðið heldur fram við góðu gongdini undir nýggja venjaranum, Sámal Erik Hentze. Føroyar vun­nu týs­ dagin EM-undan­kapp­ingar­ dyst­in ímóti Montenegro. Úrs­ lit­ið á Svangaskarði var 1-0 til Før­oyar. Málið skoraði Stefan Rado­ savljevic í 29. minutti við sera snildum hælsparki, eftir álop í vinstru og innlegg frá Adrian Justinussen. Stefan Rado­ sav­ljevic taldist eisini millum málskjúttarnar, tá ið Føroyar vunnu 3-1 ímóti Ísrael. Venjaratoymið valdi at byrja við somu ellivu, sum spældu á Tórsvølli móti Spania farna hóskvøld. Og tað skuldi vísa seg at verða ein góð avgerð, tí enn eina ferð vísti U21-landsliðið seg frá síni góðu síðu. Føroyar høvdu stórar partar av tíðini betri tak á spælinum, meðn býtið av støðum og møgu­leikum ikki var so ójavnt. Før­oyar høvdu trý horna­ spørk, og Montenegro hevði fimm hornaspørk. Føroyar høvdu fimm roynd­ ir á málið, og Montenegro hevði fýra royndir á føroyska málið. Bæði liðini høvdu fimm royndir við síðuna av máli­ num. Sámal Erik Hentze fekk for­ fall og tí stóð Jógvan Hendrik ”Hegga” Samuelsen á odda á Svangaskarði við hjálpa frá Sámali Erik úr telefonini. Her stóð føroyska liðið ímóti líka til seinasta bríksl. Før­oyar eru framvegis aftast í bólki­num, sum telur Spania, Norður­ makedonia, Ísrael, Kasakh­ stan og Montenegro, men nú hava vit seks stig, ið er eitt færri enn Montenegro. Næsti dyst­urin hjá Føroyum verður 12. november á útivølli í m ó t i Spania. Føroyar – Andorra Mál: 2-0 Skot: 17-5 Skot á mál: 10-2 Spælbýti: 71%-29% Avleveringar: 542-181 Rættar avleveringar: 481 (89%) – 127 (70%) Hornaspørk: 8-2 Rangstøður: 1-0 Gjørd fríspørk: 11-23 Gul kort: 4-4 Føroyar – Montenegro 1-0 (0-0) 1-0: Stefan Radosavljevic 29. Dómari: Athanasios Tzilos (Grikkaland) Føroyar (4-2-3-1): Rói Zachariassen – Ari Olsen, Samuel Johansen Chukwudi, Ólavur Niclasen, Daniel Johansen – Stefan Radosavljevic (Ragnar Samuelsen, 90.min), Hjalti Kárason Djurhuus – Adrian Justinussen, Petur Knudsen, Lukas Giessing (Hanus Sørensen, 90.min) – Pætur J. Petersen Gul kort: Ari Olsen, Adrian Justinussen Eykaspælarar: Bárður á Reynatrøð, Dann Fróðason, Steffan Løkin, Noah Mneney, Arnbjørn Svensson, Pætur Skipanes og Andri Julin Benjaminsen. Venjarar: Sámal Erik ”Bagge” Hentze og Jógvan Hendrik ”Hegga” Samuelsen Tølini tala: Føroyar – Montenegro Mál: 1-0 Skot: 15-12 Skot á mál: 5-4 Hornaspørk: 3-5 Gul kort: 2-2 Gjørd fríspøark: 16-17 U21 EM-undankapping: