Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-10-22, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. oktober 2020síða 4

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 23. OKTOBER 2020 SOSIALURIN 74 4 ANNIKA KUNOY IM V it hava ikki sitið og tosað meir enn eini tríggjar minuttir, tá telefonin hjá Rúna Djur­huus ringir. Hendan lítla tíman, meðan vit tosa saman á kontórinum hjá honum í bila­ søluni Wenzel, ringir telefonin eisini óteljandi ferðir, og fleiri ferðir gongur hurðin, og onkur hevur ein spurning ella eini boð til Rúna. Rúni Djurhuus er hálaður í fleiri ættir alla tíðina. Men hann er ikki strongdur, sigur hann sjálvur. Og tað er ein ser­støk orsøk til tað. Hann ger tað, sum hann tímur. 38 ára gamli Argjamaðurin er vinnulívsmaður. Hann hevur nógv jørn í eldinum umframt at vera stjóri í Wenzel. Og hetta handilstevið er viðføtt, vil hann vera við. – Eg haldi, at vit eru mong, sum eru fødd til at gera tað, sum vit gera. Vit hava sans og áhuga fyri ymiskum og duga tað natúrliga. Ein útbúgving broytir ikki hetta, hóast vit sjálvsagt kunnu fáa fleiri amboð, tá vit læra ella taka eina útbúgving, sigur Rúni Djurhuus, sum sjálvur er útlærdur kokkur. Og hóast hann enn ger mat til til­tøk og veitslur, er nógv vatn runn­ið í ánna, síðani hann sum tann­ár­ing­ur fór undir kokka­út­ búgv­ing­ina. Gamal áhugi – Eg havi altíð droymt um at gerast vinnulívsmaður. Eg var heilt lítil, tá eg keypti eitt trummu­sett og seldi tað aftur við 500 krónum í yvirskoti, sigur Rúni Djúrhuus, sum í dag fæst við matstovuvirksemi, bilasølu, íbúðabygging, hotelvirksemi, tón­leikafestivalar, útvarpsstøðir og alt møguligt annað. Og er hann við, ja so er hann eisini aloftast stjóri. – Tað er eisini ein av or­søk­ unum til, at eg ikki kenni meg strongdan. Eg eri føddur so­ leiðis, og eg hvíli í tí, sum eg eri, staðfestir hann. – Eg geri tað, sum eg dugi, og eg havi góð fólk til alt annað. Eg hevði til dømis ikki kunnað gjørt bók­hald ella líknandi arbeiði. Eg kann læra nøkur grundleggjandi ting við bókhaldi, men eg verði ongantíð bókhaldari. So hevði eg verið stressaður, leggur hann aftr­at. Rúni Djurhuus hevur roynt seg innan ymsar vinnur, og hann hev­ur gjørt tað í ungum árum. – Eg havi havt nógva ábyrgd sum ungur, og eg havi altíð følt, at eg havi verið yngstur, har eg eri. Eg eri yngsti stóri í bilasølu í Før­oyum, yngsti hotelleigari, yngsti býráðslimur í býraðnum, yngsti festivalfyriskipari og yngsti náttklubbaeigari. Tað verð­ur løgið, tá onkur kemur eftir meg, sum er yngri enn eg, sig­ur hann lættliga. Byrjaði í matstovuvinnuni Eftir 9. flokk fór Rúni Djurhuus á eftirskúla í Danmark, heim­ kom­in til Føroya aftur fór hann í læru sum kokkur á Hotel Hafnia. Síðani fór hann at arbeiða á Hotel Føroyum í eitt ár, áðrenn navn­frami havnarmaðurin Mouldi Manai setti seg í sam­ band við hann og bjóðaði honum upp í matstovuvirksemi í Havn. Síðani byrjaðu teir sport- barr­ina Cippo, sum tá seldi Før­ oya størsta búrgara. – Og har byrjaði tað, og eg fekk áhuga fyri at tjena pengar, sig­ur Rúni Djurhuus. Tað ber illa til at siga Rúni Djur­huus uttan eisini at siga Háldan Haldansen og Petur Slyne, sum ikki er millum okk­ara longur. Saman fór trio­in millum annað undir tón­leika­festi­valin Vox­botn, nýggju út­varps­rás­ – Eg havi altíð droymt um at gerast vinnulívsmaður. Eg var heilt lítil, tá eg keypti eitt trummusett og seldi tað aftur við 500 krónum í yvirskoti, sigur Rúni Djúrhuus, sum í dag fæst við matstovuvirksemi, bilasølu, íbúðabygging, hotelvirksemi, tónleikafestivalar, útvarpsstøðir og alt møguligt annað. Og er hann við, ja so 38 ára gamli Argjamaðurin eisini aloftast stjóri KEYPIR OG KEYPIR OG SELUR SELUR UTTAN UTTAN KENSLUR KENSLUR