hósdagur 22. oktober 2020síða 5
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 23. OKTOBER 2020
SOSIALURIN 74
5
irnar Voxpop og KissFM, mat
stovuvirksemi og bilasølu.
– Vit funnu skjótt útav, at vit
dugdu væl at arbeiða saman.
Eg fann upp á, Petur var við
upp á alt, og Háldan tók sær av
pappírsarbeiði og er eisini hann,
sum trekkir í hondbremsuna
av og á. Vit eru kammeratar,
og halda okkum til tað, sum
vit tíma og duga, og tað er tí, at
tað riggar, sigur Rúni Djurhuus
um vinabondini og samstarvið
teirra millum.
Eina tíð eftir, at Rúni var
farin upp í matstovuvirksemi í
Havn, keyptu hann og Háldan
Haldansen barrina Manhattan
frá Mouldi Manai og komu eisini
upp í virksemið í Café Natúr,
Club 20 og Rex. Har vóru fleiri
eigarar í byrjanini, men Rúni og
Háldan hildu á við virkseminum.
Fyri tveimum árum síðani trekti
Rúni seg úr og fór at leggja orku
na aðra staðni.
Hann er tó ikki heilt burtur
úr matstovuvinnuni, tí hann
hevur eisini átt matstovur so
sum Italiensku matstovuna
Carello og Angus Steakhouse,
sum hevur matstovur bæði í
Havn og í Klaksvík, sum hann
síðani eisini hevur selt aftur.
Fyri stuttum lat hann saman
við Tóka Skeel upp matstovuna
Geisa og catering virksemi í
Havn.
Tað vóru Rúni og Háldan,
sum settu stóra konserttiltakið
Voxbotn á føtur, sum fyrstu
ferð varð hildið í 2012. Tiltakið
er nógv vaksið síðani tá, og tað
hevur verið útselt hvørt ár.
Tað fellir honum lætt at keypa
og selja aftur uttan kensluligt
tilknýti.
– Ja, tað er ikki ein trupulleiki,
men man skal tora at missa
pengar viðhvørt. Eg havi roynt
ymiskt, sum hevur gingið væl,
annað sum bara hevur malið
runt og okkurt, sum ikki hevur
gingið væl. Eisini havi eg roynt,
sum mong onnur, at havt undir
skot bæði av konsertum og øðr
um íløgum. Risikoin er altíð har,
og soleiðis fer eisini at verða í
framtíðini, sigur hann og tek
ur nýggjasta keypið »Hotel
Streym« sum dømi.
Hann hevur verið spurdur
fleiri ferðir, hvussu tað ber til,
at hann torir at keypa hotel,
nú koronafarsóttin hevur sett
ferðavinnuna í limbo. Men hetta
er ein váði eins og alt annað,
heldur hann.
Tá Hotel Streym í Havn er
liðugt umvælt fyrst í komandi
ári, letur tað upp undir gamla
hotellnavninum í Havn, »Hotel
Djurhuus«.
Við hesum keypi melur Rúni
Djurhuus aftur á gamlar gøtur –
á Hotel Hafnia, har hann lærdi
til kokk.
–Tá eg gekk á skúla í sambandi
við útbúgvingina, skrivaði eg
eisini eina uppgávu um »Hotel
Rúni Djurhuus 38 ár
Giftur við Angelicu
Djurhuus
Pápi at Liam 8 ár, Nóam
6 ár og Tristan 2 ár
Stjóri í Wenzel
Íverkseti og
vinnulívsmaður
Útlærdur kokkur
FAKTA
Eg geri tað, sum
eg dugi, og eg havi
góð fólk til alt
annað