hósdagur 22. oktober 2020síða 6
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 23. OKTOBER 2020
SOSIALURIN 74
6
Djurhuus«. Eg havi altíð havt
hendan dreymin um at eiga eitt
hotel, sum nú er veruleiki, sigur
hann fegin.
– Man skal tola, at man tapir
av og á og duga at gleðast um,
at tað kann ganga øðrum betri,
enn tað gongur tær, sigur hann,
áðrenn hann aftur má seta tele
fonina ljóðleysa.
Eg havi gjørt tað, sum eg
haldi, at fólk hava mangla, sigur
hann, tá hann verður spurdur
um íbúðabyggingina, sum hann
eisini hevur verið partur av.
Talan er um útvið 40 íbúðir og
hús.
– Eg eri næstan ongantíð
einsamallur í tí, sum eg geri, tí
tað sum eg ikki dugi, fái eg ein
partnara til. Tað havi eg eisini
gjørt, tá eg fór undir at byggja
lyklaklárar íbúðir saman við
timburmanni, sigur hann.
Eftirspurdur alla tíðina
Telefonin hjá Rúna ringir allan
dagin. Hon ringir eini 50 til 100
ferðir hvønn dag.
Spurdur um hann ikki kennir
seg hálaðan í allar ættir, svarar
hann nei, júst sum hurðin gongur
og hann skal taka sær av einum
kunda við bil-trupulleikum.
– Hevur tú góð fólk, góðar
leiðarar og fólk, sum taka ábyrgd
rundan um teg, so er eingin
trupulleiki, sigur hann, tá hann
kemur inn aftur á kontórið til
samrøðuna.
– Og so fari eg altíð upp við
børnunum um morgunin. Eg seti
ikki vekjaran, tí vit fara upp, tá
teir vakna. Síðani koyri eg teir í
barnagarð, áðrenn eg fari til ar
beiðis. Kvøldini og vikuskiftini
eigur familjan eisini, og eg royni
at vera til staðar tá, greiðir hann
frá.
– Hóast konan onkuntíð
vil vera við, at eg eri til staðar
kropsliga men ikki mentalt,
leggur hann skemtiliga aftrat.
Avrikini eru mong
Listin av tí, sum Rúni Djurhuus
hevur avrikað seinastu árini er
langur, men spurdur hvørjum
hann er stoltast av, ivast hann,
og ein løta gongur, áðrenn
annars bráði vinnulívsmaðurin
svarar.
– Eg eri stoltur av, at Voxbotn
hevur verið útselt í átta ár á rað,
og at Wenzel er vaksið so nógv.
Men eg veit eisini, at tað er skjótt
báðar vegir, sigur hann varin.
– Eg havi eisini verið heppin,
av tí at eg havi fyrireikað tón
leikatiltøk, havi eg møtt fleiri
kendum tónlistafólki, sum eg
havi verið fjeppari av, síðani
eg var ungur. Tað, at eg slapp
at hitta Udo Dirkschneider,
sum var forsangari í týska
tungmálms tónleikabólkinum
Accept var sera stórt. Eisini
var tað ómetaliga stórt at eta
døgurða saman við Anniku
Ljungberg, sangara í bólkinum
Rednex, tí henni havi eg eisini
verið fjeppari av, síðani eg var
ungur. Tað hava verið størri
nøvn á Voxbotni enn hesi, men
hetta var stórt fyri meg persón
liga, sigur hann.
Rúni Djurhuus kemur eisini
úr eini familju, har áhugin fyri
politikki er stórur. Mamma
Rúna, Bjørghild Djurhuus, um
boðar Javnaðarflokkin í bý
ráðnum. Sjálvur stillaði Rúni
upp fyri Javnaðarflokkin í
2008 og í 2012. Báðu ferðirnar
tók hann sæti sum varalimur
fyri Javnaðarflokkin nakrar
ferðir. Eitt tíðarskeið sat hann
eisini sum býráðslimur saman
við mammu síni, Bjørghild
Djurhuus. Pápi Rúna, Martin
Djurhuus, er næstformaður í
Suðurstreymoyar Javnaðar
felag.
– Tað var stuttligt at vera við
í politikki, eg lærdi nógv um,
hvussu kommunan er skipað, og
hvussu politiska spælið verður
spælt, men tað er ikki nakað,
sum eg fari at fáast meir við. Tað
krevur meir tíð, enn man heldur,
sigur hann.
– Nógv siga, at eg ikki kann
vera javnaðarmaður og vinnu
lívsmaður. Men tað eri eg
uppvaksin við, og tað eri eg,
staðfestir hann.
Framtíðin
Tá Rúni Djurhuus verður
spurdur, hvat liggur fyri framm
an av nýggjum íløgum, sigur
hann bráður, at júst nú fer
at hann hugsavna seg um at
menna tað, sum hann hevur.
– Eg havi lovað konuni, at eg
ikki skal gera meir júst nú. Tað
lovaði eg eisini, áðrenn eg keypti
hotellið, men tað var ein barn
dómsdreymur hjá mær, og tí
mátti eg gera ta íløguna, sigur
hann skemtiliga.
– Eg havi altíð havt stóran
stuðul frá foreldrunum og frá
konuni. Tey hava stuðlað mær í
øllum tí, sum eg eri farin undir,
og tað er eisini ein av stóru or
søkunum til, at eg havi klárað
meg væl, sigur hann umhugsin.
ANNIKA@SOSIALURIN.FO
Eg eri stoltur av, at Voxbotn
hevur verið útselt í átta ár á
rað, og at Wenzel er vaksið
so nógv. Men eg veit eisini,
at tað er skjótt báðar vegir
Eg havi lovað
konuni, at eg ikki
skal gera meir júst
nú