hósdagur 22. oktober 2020síða 7
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 23. OKTOBER 2020
SOSIALURIN 74
7
ÁRNI GREGERSEN
F
erðavinnan er hart rakt
av koronakreppuni og
tað sama er við flutn
ingsfeløgunum.
Atlantsflog hevur bert flogið
til Danmarkar tað mesta av
hesum árinum og talið av ferða
fólkið er minkað niður í nøkur
fá prosent.
Tey viðurskiftini gera, at
pengar fossa úr felagnum, með
ani inntøkurnar eru farnar nið
ur í ein brotpart av tí, sum tær
annars vanliga eru.
Mikudagin var ein munnligur
fyrispurningur í tinginum um
støðuna hjá føroyska tjóðar
flogfelagnum. Kristina Háfoss
úr Tjóðveldið spurdi lands
stýrismannin, sum hevur al
mennu partafelaøgini undir
sær, Jørgen Niclasen, um nær
Atlantsflog fer at tørva pening.
Landsstýrismaðurin svaraði,
at hann fer at koma við einum
uppskotið um peningahjálp
til flogfelagið ein av komandi
døgunum, men vildi ikki siga,
hvussu stórur peningatørvurin
er.
-Men eg kann bara siga her, at
vit fara at lata neyðugu hjálpina.
Atlantsflog fer ongan veg, legði
hann afturat.
Stórur tørvur
Tá ið koronakreppan rakti
og flúgvingin meir ella minni
steðgaði var flogfelaagið væl
fyri og hevði eitt sera gott gjald
føri. Tað var tá millum 140 og 150
millojónir krónur.
Men tíðin síðani hevur drenað
gjaldføri. Føstu útreiðslurnar
eru tær somu stórt sæð, men
inntøkurnar eru farnar niður í
lítið og onki.
Hallið fyri í ár fer at liggja um
einar 120 milljónir krónur, hóast
leiðslan í felagnum hevur roynt
at tillaga útreiðslurnar.
Ein partur av starvsfólkunum
eru søgd úr starvi, men flestu
teirra hava eina langa uppsagn
artíð, so uppsagnirnar muna
lítið og onki fyrr enn næsta ár.
Landsstýrismaðurin hevur
boðað frá, at hann fer at koma við
einum uppskotið, sum fer at geva
flogfelagnum eitt kapiltalinnskot.
Okkara keldur siga, at hetta
innskotið fer at liggja á leið 100
milljónir krónur.
Metingarnar nú siga, at hetta
er nóg mikið, men alt hongur
sjálvandi saman við, hvussu
leingi og hart koronakreppan
fer at herja.
Við í metingunum er, at
koppingarevnir eru ávegis og
at tey helst fara at gera, at ferð
ingin fer at taka seg uppafur
meira ella minni, men hetta er
sjálvandi metingar.
Eitt annað sum sjálvandi eisi
ni hendir, er at felagið í løtuni fer
ígjøgnum eina effektivisering,
so raksturin gerst bíligari, tá ið
ferð kemur á aftur flúgvingina.
Landsstýrismaðurin hevur
lagt eitt uppskot fyri tingið um
at flogstarvsfólkini hjá Atlants
flog skulu fáa eina FAS-líknandi
skipan, so felagið fær part av
skattinum afturbornan.
Hetta skal gera, at Atlantsflog
er kappingarført, tá ið flúgvingin
av álvara tekur seg uppaftur.
Vága floghavn
Tá ið Atlantsflog ikki flýgur
nakað serligt og onnur flogfør
heldur ikki lenda í Vágum, so
gongur tað sjálvandi útyvir inn
tøkurnar hjá Vága Floghavn.
Har eru fólk eisini send til
hús, men tað er ikki nóg mikið.
Landið eigur floghavnina og
tí er eisini avgjørt at gera eitt
kapitalinnskot har. Okkara
keldur siga, at tann avtalan er,
at floghavnin fær 20 milljónir í
innskoti.
Tað er landsstýrismaðurin
við fíggjarmálum, sum hevur
málini um hendur. Tað er ikki
eydnast at fáa fatur á honum,
áðrenn blaðið fór til prentingar.
Ein avtala er gjørd millum
politisku flokkarnar, at allir
flokkar standa aftanfyri upp
skotini um at veita bæði flog
felagnum og floghavnini pengar.
100 MILLJÓNIR TIL AT BJARGA TÍ
FØROYSKA TJÓÐARFLOGFELAGNUM
Landsstýrið kemur ein av
døgunum við uppskoti at játta
100 milljónir til Atlantsflog og
20 milljónir til Vága Floghavn
Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, arbeiðir við einum uppskoti
Atlantsflog fær ein hjálparpakka uppá einar 100 milljónir krónur